Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 56 · 17. mai 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Summartips Summarið er í hondum, og fyri mong merkir tað frítíð, hugni og langar summarnætur. Her eru nøkur boð uppá hvussu tú gerst heilt klár til summarnæturnar, bæði tá ið umræður drekkivørur og smyrsl Cosmopolitan 4 cl vodka 2 cl Cointreau 5 cl Tranebærjuice (Kann keypast millum annað í Miklagarði. Merki Ocean Spray dámar mær best) 2 cl av appilsinsaft (frískt pressað) Mojito 4 cl Rom 8 frísk myntbløð ½ frísk limefrukt skorin í bátar Knústur ísur Dansk vatn Rørsukur Soleiðis gert tú: Mosa myntbløðini, rørsukur og limfruktina í eitt glas. Tá saftin frá limefruktunum og myntbløðunum er runnin í glasið, skalt tú koyra ísin í (umleið 4/5 av glasinum). Síðani skal rommið oysast í glasið, og rør síðani runt. At enda skal glasið fyllast upp við danskvatni. Strawberry Margarita 4-5 frísk jarðber 3.5 cl tequila 3.5 cl cointreau 2 ts melis Soleiðis gert tú: Koyr allar vørurnar í ein blendara. Tá ið vørurnar eru blendaðar væl saman kanst tú varisliga koyra ísterningar í, og blanda teir saman við restini, inntil drykkurin fær rætta konsistensin, sum minnir mest um »slush ís«. Einki summar uttan lekrar summardrykkir. Hesir drykkir eru mínir yndis, og eru sera lættir at gera heima við hús. Allir hóska teir seg væl til lýggju summarkvøldini Cocktail mótakollektión Hvørt summar eru litir sum ljósareytt, fersku og líknandi dominerandi, og aftur í ár verður soleiðis. Tó er tað ljósareyða blivið sterkari síðani í fjør, meðan eyguni vera merkt av lilla, fersku og mint grønt. Í Make-Up Store í Havn hava tey fyri stuttum kunngjørt summarmótan í handlinum, og summarkollektiónin hesaferð eitur "Cocktail". Ætlanin við hesari kollektiónini er, at sterkir litir vera blandaðir saman við døprum litum. Mær dámar væl fersku eygnaskuggarnir við heitinum Cosmopolitan, og varrastiftina, sum eitur Pink Panther Sheer. Haraftrat er ein nýggjur eygnablýantur við heitinum »Ocean Breeze« – hesin er metalgrønur, og riggar ógvuliga væl einsamallur til eina lætta dagssminku, og til eina myrka kvøldsminku við eygnaskugganum »Mint Julip«. Argan olja til strongda húð Um summarið gerst mín húð mangan ójøvn og keðilig, men ein nýggja olja, sum finst í nógvum útgávum, fær húðina róliga og minkar um tey sjónligu merkini frá sólini. Argan olie eitur oljan, og ein ørgrynna av merkjum bjóða sína útgávu av hesari oljuni. Hon riggar eisini til turt hár, turrar hendur, aknehúð og brenda húð. Kann avgjørt viðmælast!