Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsing 17. mai 2013 jon@skyn.fo maiken@skyn.fo mildrid@skyn.fo sigtor@skyn.fo runi@skyn.fo Vit taka støði í tykkara tørvi FuglaFjørður sethús, Mirmansvegur 14 Hús í 2 hæddum. Ovara hædd: hjallur, durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur og stova. Niðara hædd: gongd, vesi, 3 kømur og kjallararúm. Takið er aluminium og varð skift í 2009. Plastvindeyguni eru frá 2010. Húsini standa mitt í bygdini stutt frá skúla, ansingarstovni, fótbóltsvølli og handli. Gott útsýni. Prísuppskot: kr. 920.000 skopun sethús, gerðisvegur 2 Hús í 2 hæddum. Niðara hæddin er 105 m2, og ovara hæddin er 53 m2. Hjallur hoyrir eisini til ognina. Niðara hædd: gongd, køkur, stova, snotiligt baðirúm við baðikari, kamar, lítið teldurúm, vaskirúm og fýrrúm/ kjallararúm. Ovara hædd: gongd, baðirúm, 3 kømur og stór terassa. Húsini standa ovarlaga í bygdini og hava sera gott útsýni. Prísuppskot: kr. 1.095.000 Tórshavn sethús, Íslandsvegur 27 Snotilig hús í 2 hæddum. Ovara hædd: gongd, vesi, kamar, niðurgongd og køkur/stova. Niðara hædd: gongd, baðirúm, 2 kømur, klædnarúm, sjónvarpsstova og vaskikjallari/kjallari. Hjallur hoyrir til ognina. Rundan um húsini er vakur, vælrøktur urtagarður og tún við áløgdum flísum. Eisini er parkeringspláss við áløgdum flísum. Húsini eru frá 1965, men eru dagførd so við og við. Í 2009 vórðu vindeyguni í niðaru hæddini skift, og tá varð niðara hæddin eisini klødd og bjálvað. Húsini standa sera væl fyri í barnavinaligum umhvørvi stutt frá skúla, ansingarplássi og handli. Eisini er stutt til býin. Snotilig hús í barna­ vinarligum umhvørvi Prísuppskot: kr. 1.975.000 130 234 2 1965 Nýggj 194 478 2 1968 158 533 2 1986