týsdagur 21. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Tíðin, tá ið hesin bara kundi
fara valsandi inn í ein handil
at keypa sær eina byrsu, er
skjótt farin.
Nú er ætlanin at herða
føroysku vápnalógina mun
andi og tað merkir, at øll, sum
keypa og brúka byrsu, skulu
fyrst á skeið at læra seg at
brúka byrsu.
Tá ið byrsuprógvið er
fingið til høldar, skulu tey
eisini søkja fútan um eitt
vápnaloyvi.
Tástaðni ber til at fara í
handilin at ogna sær eina
byrsu.
Óheppið
Kári P. Højgaard, landsstýris
maður í innlendismálum,
staðfestir, at sum støðan er
nú, er bara ein treyt fyri at
sleppa at keypa byrsu og hon
er, at tú hevur fylt 18 ár.
Hann heldur, at hetta er
óheppið, tá ið hugsað verður
um,
hvussu
vandamikil
byrsa eru.
Hann samanber tað við, at
tað krevst serstakt loyvi til
at koyra bil, krana og trukk
og tey, sum ætla sær til sjós,
sleppa ongan veg, fyrr enn
tey hava verið á trygdar
skeiði.
Tí ætlar hann at leggja
uppskot fyri Løgtingið í
heyst um at herða føroysku
vápnalógina, so at tey, sum
keypa byrsu, skulu fyrst
hava skeið í at brúka byrsu
og síðani skulu tey hava eitt
serligt vápnloyvi frá fúta
num.
Og tað sama er galdandi
fyri tey, sum longu eiga
byrsu, tí tey sleppa heldur
ikki at brúka hana, fyrrenn
tey hava verið á skeið og fyrr
enn vápnaloyvið frá fúta
num eru fingin til høldar.
Hinvegin verður framveg
is ólógligt at ogna sær riflu
og onnur skotvápn
Til tað krevst eitt serstakt
loyvi frá fútanum og tað eru
næstan bara alarar, sum fáa
tað við tí endamálið at verja
aliringarnar fyri kópi.
Hesar nýggju reglurnar
fáa onga ávirkan á ta støðu
na.
Herdu reglurnar eru held
ur ikki galdandi fyri luftbyrs
ur, fjarðabytrsur og byrsur
sum verða brúktar í sam
band við slakt.
Ástøði og skjóting
Kári P. Højgaard sigur, at
skeiðið, sum krevst skal vara
í minst átta tímar og skal
vera býtt sundur í ein ástøði
ligan part og ein verkligan
part.
Tann ástøðiligi parturin
skal vara í minst seks tímar
og tann verkligi parturin skal
vara í minst tveir tímar.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tað verður privata
vinnan,
sum
skal
bjóða
byrsuskeið, men tað kann
eisini hugsast, at kvøldskúlin
fer at bjóða slík skeið.
Annars skal sjálv skjóti
royndin vera á skjótibreyt.
Enn er ikki avgjørt, hvus
su dýrt skeiðið verður, men
tað verður tann, sum fer á
skeið, sum skal rinda kost
naðin.
Í ástøðiliga partinum skal
dentur leggjast á at brúka
byrsuna trygt. Tey, sum eru
á skeiði, skulu eisini læra um
byrsur og lóður og hvussu
tey
verða
goymd
trygt.
Somuleiðis skulu tey læra
um rætta fjarstøðu til málið,
skotið verður eftir, og um tey
brek, byrsur kunnu hava og.
Í skjótiroyndini skulu tey,
sum eru á skeiði, sleppa at
royna seg sum mest við sjálv
um vápninum.
Í skjótiroyndini skal hav
ast í huga í, at í Føroyum
verður byrsa mest brúkt til
at skjóta fugl og haru við.
Kann nokta
vápnaloyvi
Tá ið prógvið er fingið til
høldar, verður eisini neyðugt
at søkja fútan um eitt vápna
loyvi.
Men hevur fútin avger
andi orsøk til at halda, at
umsøkjarin verður til ampa
og vanda fyri seg og onnur,
kann hann nokta fyri at
ganga umsóknini á møti.
Talan kann vera um fólk,
sum hava framt so grov
revsibrot, tey eru ikki skikk
að at eiga vápn.
Í hesum føri kann talan
vera um, at umsøkjarin hev
ur framt grovan harðskap,
hevur hótt fólk, ella, forfylgt
fólki.
Talan kann eisini vera um
aðrar
persónvandamiklar
brotsgerðir, sum tað eitur.
Sostatt skal fútin kanna
revsiváttanina hjá teimum,
sum søkja um vápnaloyvi.
Fútin kann eisini noktað
at geva vápnaloyvi har um
søkjarin
hevur
sálarligar
trupulleikar.
Kári P. Højgaard sigur
eisini, at fyri at halda vitan
ina og royndirnar við líka,
er neyðugt at vápnaprógvið
verður endurnýggjað fimta
hvørt ár ella so.
Somuleiðis skal vápna
loyvið endurnýggjast fimta
hvørt ár, so at fútin kann
meta um, antin nakrar broyt
ingar eru hendar, og sum
hava havt við sær, at umsøkj-
arin ikki longur er skikkaður
at hava byrsu.
Annars kann fútin altíð
taka eitt vápnaloyvið aftur,
tá ið umstøður stinga seg
upp, sum føra við sær, at
viðkomandi ikki longur er
skikkaður at eiga byrsu.
Tá ið vápnaprógvið skal
endurnýggjast, er skeiðið
ikki meiri enn helvtin av tí
upprunaliga skeiðinum, ella
í mesta lagi fýra tímar.
Eitt ella tvey ár
Kári P. Højgaard sigur, at
tey, ið longu eiga byrsu, tá
ið lógin kemur í gildi seinni
í ár, fáa eina skiftistíð á eitt
ella tvey ár at fáa sær vápna
prógv
og
vánpaloyvi
til
høldar.
Í hesum tíðarskeiði kunnu
tey fáa eitt fyribils vápna
loyvi, sum gevur teimum
loyvi til at brúka byrsurnar,
tey longu eiga.
Men tey sleppa ikki at
keypa nýggja byrsu.
Tey, ið eiga byrsu, sum tey
ikki brúka, sleppa frá at fáa
sær skeið ella vápnaloyvi,
men afturímóti hava tey so
heldur ikki loyvi at brúka
byrsuna, tí vilja tey skjóta,
mugu tey fáa prógv og váttan
í hús. Tey sleppa heldur ikki
at keypa tey sær nýggja
byrsu.
Tey kunnu heldur ikki
lata byrsuna frá sær, uttan at
móttakarin hevur tryggjað
sær bæði prógv og loyvi.
LES MEIRI Á SÍÐU 6
Nú verður nógv strangari
at keypa byrsu í Føroyum
VÁPNALÓG Nú sleppur ongin
longur at skjóta fugl ella haru
uttan fyrst at hava verið á skeið
í skjóting, og uttan at hava
fingið vápnaloyvi frá fútanum
Tey, ið longu eiga
byrsu, tá ið lógin kemur
í gildi seinni í ár, fáa eina
skiftistíð á eitt ella tvey
ár at fáa sær vápnaprógv
og vánpaloyvi til høldar.
Byrsuprógv
Hereftir skal ongin sleppa
at keypa sær byrsu, ella
at skjóta, uttan at hava
verið á skeið í skjóting
og uttan at hava fingið
vápnaloyvi frá fútanum. Í
hesum sambandi skal fútin
kanna revsiváttanina hjá
imsøkjaranum at vita um,
antin viðkomandi yvirhøvur
er skikkaður at hava byrsu