týsdagur 21. mai 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla
Lestrarbyrjan í september 2013
Stjórar, leiðarar, millumleiðarar og komandi leiðarar taka leiðsluútbúgvingar á Føroya
Handilsskúla. Útbúgvingarnar geva tær neyðugu førleikarnar til at røkka tínum málum.
AKADEMIÚTBÚGVING – AÚ
Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til
egin ynski og tørv. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn. AÚ er sett
saman av 6 modulum. Um tú tekur 4 modul, hevur tú lokið
Merkonom. Velur tú síðani at taka tvey modul afturat, hevur tú
lokið Akademiútbúgving. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú
innan búskap, marknaðarførslu og leiðslu.
Komandi lestrarhálvu ber til at tekna seg til hesar lærugreinir
í Tórshavn:
FYRISKIPAN OG STARVSSÁLARFRØÐI
VINNULÍVSRÆTTUR
MARKNAÐARFØRSLA
BÚSKAPARSTÝRING V/ROKNIARKI
Komandi lestrarhálvu ber til at tekna seg til hesar lærugreinir
á Kambsdali:
FYRISKIPAN OG STARVSSÁLARFRØÐI
MARKNAÐARFØRSLA
HD 1. PARTUR
HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving.
Útbúgvingin verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla
og Aarhus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modulum, ið
fevna um ½-1 ár hvørt. Útbúgvingin tekur 2 ár, um tú lesur innan
normeraða tíð. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu
ferð í september 2014. Tú kanst eisini velja stakar lærugreinir.
Komandi lestrarhálvu ber til at tekna seg til hesar lærugreinir:
SAMRÁÐINGARTEKNIKKUR
ALTJÓÐA BÚSKAPUR
LEIÐSLA AV TOYMUM
VINNULÍVSRÆTTUR
DIPLOMÚTBÚGVING Í LEIÐSLU
Diplomútbúgving í Leiðslu er ætlað verandi og komandi leiðarum.
Diplomútbúgving í leiðslu er ein útbúgving, sum saman við 2 ára
viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar.
Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur uml. 2½ ár, um tú
velur at taka alla útbúgvingina. Tú kanst eisini taka støk modul.
Undirvísingin er 2-4 dagar um mánaðin. Fyrstu modulini verða boðin
út nú, og lestrarbyrjan er august 2013.
Útbúgvingin fevnir um hesi modul:
PERSÓNLIG LEIÐSLA I + II
LEIÐSLA OG STARVSFÓLK I+II
LEIÐSLA OG FYRISKIPAN I+II
VALLÆRUGREINIR
HØVUÐSUPPGÁVA
MERKANTIL DIPLOMÚTBÚGVING
Merkantil diplomútbúgving við sergrein í altjóða handli og
marknaðarførslu – er til tín, sum ynskir at førleikamenna teg innan
altjóða sølu og marknaðarførslu. Merkantila diplomútbúgvingin
verður saman við 2 ára viðkomandi royndum javnsett við bachelor
útbúgvingar. Útbúgvingin tekur uml. 2½ ár. Undirvísingin er 2-4
dagar um mánaðin. Fyrstu modulini verða boðin út nú, og um nóg
nógv tekna seg, verður lestrarbyrjan í august 2013.
Útbúgvingin fevnir um hesi modul:
KUNDAGREINING OG VIRKISKONSEPT
BÚSKAPARLIGUR RAKSTUR OG STÝRING
VINNU- OG KAPPINGARGREINING
FYRISKIPAN, HÁTTALÆRA &
VÍSINDAÁSTØÐI
SØLU- OG VIRKISMENNING
VALLÆRUGREIN
HØVUÐSUPPGÁVA
Lestrarbyrjan á øllum útbúgvingum/lærugreinum er treytað av, at nóg nógv tekna seg.
Nærri kunning og tilmelding á www.fh.fo
FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn – Tlf 317177 - www.fh.fo
Kunnandi fundur um hægri útbúgvingar
á Føroya Handilsskúla í Tórshavn
28. mai kl. 18.00