Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Soleiðis kann ganga, tá myndug­leik­ar­nir sita ov leingi á málum og soleiðis eru ov seinir at taka avgerðir. Djúpvatnstrolararnir, Stein­ tór og Niels Pauli, eru júst kom­nir aft­ur av Flemmish Kap, har teir hava gjørt ein bummtúr. Tað sigur reiðarin, Jákup Pauli Hammer. Ov seinir Reiðarin vísir á, at tá myndug­ leikarnir umsíðir høvdu syrgt fyri, at skip kun­du fara yvir á Flemmish Kap at fiska, vóru teir í iva, um tað yvirhøvur loysti seg at fara. - Vit valdu tó at taka kjans­ in og at senda skipini yvir, men hetta var betri ógjørt. Jákup Pauli Hammer vísir á, at fyrr í vár hava skip úr øðr­um londum havt rættiliga góða veiði á Flemmish Kap, men nú skipini hjá teimum komu yvir - nakrar vikur ov seint - bar lítið til. - Niels Pauli og Steintór hava bert sløk 100 tons inni eftir at hava roynt á Flemmish Kap í seks dag­ ar. Hetta er alt ov lítið. Vit vónaðu at fáa uppí skip­ ini. Soleiðis varð ikki. Hetta gjørdist tískil ein bumm­túr­ ur hjá skipum og mann­ing­ um. Reiðarin væntar ikki, at skipini fara yvir hagar aftur at royna í ár. Smáttfallandi fiskur Jákup Pauli Hammer sigur, at fiskurin, sum skipini fingu á hesum túri, var smátt­fall­ andi. - Meginparturin er mill­ um­fisk­ur, og vit vita ikki, hvat vit fáa fyri veið­ina. Greitt er tó, at hetta er ein undir­skots­túr­ur, sum hann tek­ur til. Djúpvatnstrolararnir bren­ na nógva olju, og tá túr­ur­in gerst so lang­ur, og veið­an er so vána­lig, fæst lítið burt­ur úr. - Nú vóna vit bara, at tað fer at eydnast skipunum betri, sum árið gongur, og vit vóna eisini, at nakað fer at fáast burtur úr makrelinum í summar og í heyst. Jákup Pauli Hammer sigur, at í fjør fekst ikki nógv burt­ur úr makrelinum, men hann hevur vónir um, at árið í ár fer at vignast betri í so máta. Vilmund Jacobsen Upsaveiðan svíkur. Soleiðis hevur verið leingi, og fram­ vegis verður latið illa at. Seks partrolarar, sum fiska upsa í vetrarhálvuni, fiska gullaks, nú vertíðin er byrjað. Hetta skuldi - alt annað líka - avlasta roynd­ ina eftir upsa, men líkt er ikki til, at hetta sæst aftur í veiðini. Fýra djúpvatnstrolarar, sum eisini plaga at fiska upsa, eru og hava verið á Flemmish Kap. Tveir djúpvatnstrolarar eru í løtuni á upsaveiði und­ir Føroyum og ein fiskar­ svartkalva. Partrolarar og djúp­ vatns­trol­ar­ar, sum fiska undir Føroyum, koma flestu inn at landa í vikuni. Tvey garnaskip koma vænt­andi eisini inn at landa síðst í hesi vikuni. Fýra smá egg Heiðafuglur reiðrast og verpur. Fýra smá egg goymd í lítlari holu í bønum Vóru alt ov seinir á Flemmish Kap Vánalig trol­ veiða undir Føroyum Røsk og djørv í bjørgunum Tað er hugtakandi hjá ókunnugum at fylgja við, tá menn - og kvinnur - eru í bakkanum í bygdum og økjum, har hetta er siðbundin arvur, sum er uppihildin gjøgnum øldir. Tá sandingar vóru og rændu nátaegg seinasta leygardag, var unga gentan á myndini við á liðnum. Pápi hennara var við, og tað var abbin eisini. Hetta hevur gentan roynt áður, og hon helt seg heldur ikki aftur leygardagin. Í tí eina siðnum niður á eina rímiliga stóra rók, fóru hon og pápin bæði niður - fyrst pápin, síðan dóttirin. Komin niður á rókina, loystu tey seg úr línuni og fóru leys eftir rókini at ræna nátaegg. Stóru hæddirnar og partvís illgongdu røkurnar ræddu ikki gentuna - ei heldur pápan um, at dóttirin var við. Uppi á bakkanum stóð abbin og hevði ábyrgdina av, at tey bæði komu uppaftur í øllum góðum, tá liðugt var at ræna. Hugtakandi var at síggja tey bæði arbeiða saman niðri á rókini - hann frammanfyri og hon aftanfyri. Slíkt ber til og er við til at halda traditiónini uppi, tá byrjað verður á ungum árum at hava ungdómin við sær. vilmund@sosialurin.fo Gásarbøga og ungar farin til hvíldar sunnu­kvøldið niðan fyri Svartafoss í Havn. Nú eru ungarnir ov stórir til hennara veingir BUMMTÚRUR Djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, hava gjørt ein bummtúr á Flemmish Kap Teir hava júst gjørt ein bummtúr á Flemmish Kap, djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór Latið verður illa at upsaveiðini undir Føroyum