týsdagur 21. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Hann lýsti fyri skipum á
bylgjuhavinum og fyri menn
iskjum á lívsins havi
Seinastu nógvu árini hevur
hann, saman við øðrum, giv
ið Nýggja Testamentir til
skúlaungdómar og nýklakt
ar sjúkrasystrar í Suður-
Jyllandi. Talan er um før
oyska útisetan, toftamannin
Germ Hansen, sum hevur
verið virksamur limur í fe
lagsskapinum
GIDEON,
hvørs endamál er at býta út
Nýggja Testamentir í skúlum,
sjúkrahúsum, hotellum og
ferðamannaskipum.
Germ andaðist náttina
til fríggjadagin 25. januar,
79 ára gamal. Jarðarferðin
var úr Berøa í Saltangará
mikudagin 30. januar kl.13.
Hann varð borin í heim 13.
desember í 1933. Germ hevur
búð í Danmark seinastu 30
árini. Hann vaks upp á Heyg
um á Toftum, sonur Jensinu
og Dánjal Jákup Hansen.
Mamman var ættað av Toft
um, og pápin kom úr Kolla
firði.
Hann fann sær gentu úr
Rituvík, Bodil, sum var dóttur
Marin og Benadiktus Olsen.
Tey giftust 30. desember í
1958, og fyrstu nógvu árini
búðu Bodil og Germ hjá
foreldrum hennara í Rituvík,
inntil tey á páskum í 1972
fluttu til Havnar. Í 1974 fluttu
Germ og Bodil aftur inn í
Eysturoynna og búsettust í
egnum húsum í Runavík.
Tey fingu fýra børn, Jes
mar, sum býr í Sweis, Ingrid
í Ålborg, Benny í Esbjerg og
Marin, sum býr í Runavíkini.
Barnabørnini blivu 9 í tali.
Bodil og Germ komu í sam
komuna í Berøa, har Germ
var virkin sunnudagsskúla
lærari í mong ár, og har
leiddu tey øll síni børn undir
vektina av Guds orði.
Andalig sannføring
Germ vaks upp í einum trúgv
andi heimi á Toftum, har
hann, saman við foreldrum
og systkjum sínum, kom til
møtir og sunnudagsskúla í
gamla Nebo. Í Nebo hoyrdi
hann um frelsuna í Kristusi
og trúði á evangeliið við eini
barnsligari trúgv.
Í 1956, tá Germ var 23 ára
gamal, niðri í lugarinum á
einum fiskiskipi undir Ís
landi, gekk tað til fulnar upp
fyri honum hvat umvending
og frelsa veruliga er. Hann
sæt og lurtaði eftir Íslenska
Ríkisútvarpinum, sum júst
tann dagin sendi føroyskt
møti úr Ebenezer, har An
drew Sloan talaði. Meðan
Andrew talaði virkaði orðið
eina andaliga endurnýgging
hjá Germ, og eftir løtuna í
lugarinum, upplivdi Germ
eina nýggja andaliga tíð í
sínum lívi. Síðani tá hevur
Germ altið átt ein munnligan
vitnisburð um sín Harra og
frelsara.
Sjómaður og
vitapassari
Sum tilkomin fór Germ í
læru hjá Rósing Rasmussen
sum bilmekanikari. Hann
arbeiddi eitt stutt skifti á
verkstaðnum hjá Rósing í
Søldafirði, og eina tíð koyrdi
hann hýruvognskoyring í
Eysturoynni;
men
hvørki
av hesum gjørdist hansara
veruliga yrkisbreyt.
Tær tvær yrkisbreytirnar
hjá Germ komu at vera sjó
lívið og vitapassari. Hann
búleikaðist á sjónum í meira
enn 30 ár, men í 1989 fór Germ
í land fyri seinastu ferð.
Germ og Bodil valdu at
flyta til Danmarkar í 1983,
har tey hava búð seinastu
30 árini. Tey búðu fyrst eitt
stutt skifti í Fredericia. Síðani
gekk leiðin til Esbjerg í 1984,
har hann var við fiskiskipum
í 5 ár. Í 1989 fór Germ í land
fyri seinastu ferð, men tó ikki
langt frá sjónum.
Hann søkti sum vita
passari á Hirsholmene, ein
lítil oyggj eystur úr Frede
rikshavn, har hann kom at
arbeiða í 4 ár frá 1989 til 1993.
Hesi árini búðu tey á Hirs
holmene. Tey vóru ikki einsa
mallir føroyingar á oynni,
har búðu tvey onnur føroysk
vitapassarahjún, Ranghild og
Jafet Rasmussen, og Begg og
Klæmint Nónklett. Germ sig
ur, at “hetta vóru góð og rík
ár á oynni, har tey mangan
høvdu vitjan av føroyingum,
og felgasskapurin ímillum
okkum trý hjúnini var av tí
besta.”
Í 1993 vóru boð eftir Germ
í hinum endanum av landin
um, heilt suðuri við Sønder
borg. Har høvdu teir tørv á
vitapassara til vitan á Keg
næs, og har kom Germ at
arbeiða inntil hann fór frá
vegna aldur, 69 ára gamal,
í 2002. Germ sigur um vita
passaraarbeiðið: “Ein av høv
uðsuppgávunum hjá okkum
var at fylgja allari skipa
ferðsluni, sum var í farvatn
inum. Hetta hevði eisini við
trygdina at gera og tí vóru
vit eisini knýttir til danska
hervaldið. Hevði eg vita, at
tað var eitt so gott arbeiði, so
hevði eg verið farin inn í tað
í nógv yngri árum.”
Germ hevur ikki verið ar
beiðsleysur, síðani hann fór
frá sum vitapassari. Hann
hevur verið virksamur í anda
liga arbeiðinum í Sønderborg
og í økinum kring býin.
Gideon
Hann hevur verið limur í
Gideon
felagsskapinum
í
mong ár, hvørs endamál er at
leggja bíbliur inn á sjúkrahús,
skúlar, hotellir o.a. Saman við
íslenska vinmanni sínum
Gardari Ragnarson, hevur
Germ regluliga og fleiri
ferðir um árið vitjað bæði
fólkaskúlar, studentaskúlar,
sjúkrasystraskúlar,
sjúkra
hús og hotellir við nýggja
testamentum.
Tað
liggja
í dag fleiri túsund nýggja
testamentir runt í Danmark,
sum Germ, saman við øðrum,
hevur givið út.
Bíbliuútbreiðslan ígjøg
num
Gideon-Felagsskapin
var ein tænasta, sum fylti
nógv í gerandisdegnum hjá
Germ, og hann kendi hesa
tænastu sum sítt andaliga
kall. Undirritaði torir at siga,
at var hann ikki komin inn
í hesa tænastuna, so vóru
Bodil og Germ møguliga flutt
aftur til Føroyar fyri fleiri ár
um síðani.
Føroysku møtini
Germ og Bodil hava verið
virksom í føroysku møtunum
í Sønderborg saman við
Grethu og Levi Joensen av
Malta. Hesi møtini hava ver
ið hildin annað vikuskift
ið hvønn mánað í mong ár.
Leygarkvøld kl. 19.00 evan
geliskt møti, og breyðbróting
sunnumorgun kl.11.00.
Øll hesi árini hava tey
havt ábyrgdina av at klár
gera hølini, sum vóru í ein
um skúlaheimi, har fleiri
føroyingar búgva á hvørj
um ári, sum lesa á handils
skúlanum í býnum. Hvønn
mánað hevur Germ vitjað
millum 70 og 80 føroyskar
adressur í Sønderborg við
eini innbjóðing til møti, sum
hann sjálvur skrivaði og
printaði út.
Møtini vórðu hildin í
Skolehjemmet, Sønderlande
vej 28, Sønderborg. Skúlin
skuldi hava 600 krónur fyri
vikuskiftið, og hesum út
reiðslum helt Germ gott skil
á. Germ hevði eitt frálíkt
samskifti við skúlaleiðsluna,
og tað var ikki minst honum
at takka fyri, at man fram
haldandi fekk loyvi at nýta
tey frálíku hølini í skúlanum
til føroysk møtir.
Tá Germ hevði 75 ára føð
ingardag, fall dagurin saman
við degnum, tá føroyskt møti
skuldi vera í Sønderborg.
Germ sera líkt, so ynskti
hann ikki at avlýsa møti av
hesi orsøk, men heldur at
halda dagin saman við teim
um, sum komu á møti hetta
kvøldið. Tey, sum vóru til
staðar hetta kvøldið, m.a.
undirritaði og sangbólkurin
Vitin úr Betesda, minnast
hetta kvøldið sum eitt gott og
hugnaligt føðingardagsmøti.
Eitt, sum hevur eyðkent
hesi mánaðarligu føroysku
møtini í Sønderborg hevur
verið, at Germ altið byrjaði
møtini við bøn og einum væl
umhugsaðum stuttum orði,
og tá hann var liðugur, so gav
hann, á sín eyðkenda hátt,
møtið yvir til teir vitjandi.
Undirritaði upplivdi mang
an, at hesi stuttu og kon
tantu innleggini hjá Germ
løgdu hentar lunnar undir
møtigongdina.
Sjúka
Millum góðu vin- og sam
starvsfólkini í Harrans verki
vóru Íslensku hjúnini Anna
og Gardar Ragnarson, sum
eisini hava búð í Sønderborg
í mong ár. Anna og Gardar
vóru kend fólk í Havnagøtum
miðskeiðis í sekstiárunum,
tá tey vóru fyristøðufólk í
Evangelihúsinum í Havn.
Við sínum kærleika til
góðu minnini í Føroyum,
hava Anna og Gardar verið
hollir stuðlar hjá Germ og
Bodil til tey føroysku møtini
í Sønderborg. Anna við síni
ómetaligu góðu songrødd og
Gardar við sínum trúfasta
mandolinspæli
og
góðari
talu.
Seinastu tvey árini hava
broytingar og sjúka gjørt
sína innrás í føroyska arbeið
inum í Sønderborg og sett
síni spor. Anna hjá Gardar
doyði brádliga. Bodil gjørd
ist minnisveik og kundi ikki
longur vera heima, men kom
á eitt heim í Sønderborg.
Germ kom at stríðast við
krabbamein, sum læknarnir,
eftir nógvar royndir, ikki
kundu gera meiri við.
Síðani 3. januar hevur
Germ ligið á Hospice í Es
bjerg. Seinastu vikurnar hev
ur hann verið fult greiður
yvir, at nú leið skjótt móti
endanum. Undirritaði var og
vitjaði Germ á heiminum, og
tað var styrkjandi at síggja,
hvussu íðin hann var til tað
seinasta at býta út nýggja
testamentir til starvsfólk og
onnur, og hvussu hugreystur
hann var, at nú skuldi hann
skjótt vera úr likaminum og
heima hjá Harranum – og
náttina til fríggjadagin 25.
januar slóknaði vitin!
Vit kunnu av sonnum
siga um Germ, at hann var
ein sannur viti í dupultum
týdningi – hann lýsti fyri
skipum á bylgjuhavinum og
fyri menniskjum á lívsins
havi!
Góð minnir
Germ og Bodil hava búð í
Sønderborg síðani 1993 og
har trivust tey ómetaliga væl
ímillum nógv góð vinfólk.
Tey høvdu eina rúmliga og
hugnaliga íbúð í vøkrum
umhvørvi í Sønderborg, har
mangir
føroyingar
áveg
is til Eystureuropa, hava
bæði vitjað og sovið og not
ið nógvan blíðskap. Vit, sum
komu allan vegin úr Hirts
hals hvønn mánað, vórðu
altíð móttikin við eini heitum
hjarta og opnum favni. At
koma suður til Bodil og
Germ, og steðga vikuskiftið
hjá teimum, var eitt av hædd
arpunktunum, tíðina vit vóru
á Malta.
Íbúðin á Søstjernevej 5
í Sønderborg er nú tóm og
køld, og føroyski sangurin í
møtihølunum á Skole-hjem
met í Sønderborg er tagnaður,
men góðu og dýrabaru minn
ini í heiminum hjá Bodil og
Germ í Sønderborg fara at
liva í huganum hjá mongum
í ár tíggir.
Við síni stillu og eyðmjúku
medferð skapti Germ eina
harmoniska
og
friðfulla
atmosferu har hann var
staddur – Góði Germ, takk
fyri tað trúfasta arbeiði tit
gjørdu í Sønderborg!
Jarðarferðin
Jarðarferðin var úr Berøa
í Saltangará mikudagin 30.
januar kl.13.00. Nógv fólk,
bæði av Skálafjørðinum og
aðrastaðni frá í landinum,
vóru komin at minnast Germ.
Levi Joensen av Malta og
Símun Pætur á Torkilsheyggi
talaðu báðir í Berøa. Á grøv
ini varð ein heilsan lisin, sum
var ein persónlig heilsan frá
Germ til øll, sum komu at
fylgja: “Táið tit síggja kistuna
verða senkaða niður í grøv
ina, tá eri eg ikki har – tá
eri eg í Himlinum heima hjá
Jesusi. Mítt stórsta ynski er,
at øll míni kæru, mínir vinir
og skyldfólk skula finnast í
Himli ein dag, Harrin signi
tykkum øll!”
Hann skrivaði hesa heils
an, stutt áðrenn hann doyði,
meðan hann lá á Hospice.
Hann bað vinmann sín,
Gardar Ragnarson, um at
fáa heilsanina víðari. Tað
fall undirritaða í lut at halda
taluna á grøvini og at lesa
hesa seinastu heilsanina upp,
sum eg av sonnum kendi sum
ein heiður – ærað veri minni
eftir Germ Hansen.
Poul Jóhan Djurhuus
Ein viti er slóknaður
Germ tosar á føroyskum møti í Sønderborg