mikudagur 22. mai 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Thomas Arabo
Kjak síða 18
Viðfara
vaksin
sum børn
Edmund joensen
kjak síða 18
Inuittar
klára tað –
ikki vit
– Ov nógv ferð er tann orsøkin, sum
oftast gongur aftur í ferðsluvan
lukkum, har onkur doyr.
Tað steðfestir Ferðslutrygd, sum
í gjár kunngjørdi nýggja kanning,
sum vísir, at heilt nógvir føroyingar
koyra ov skjótt. Fleiri enn annar
hvør okkara koyrir vanliga skjótari
enn mest loyvda hámarksferð loyv
ir.
Sambært Ferðslutrygd, so eru
batar í nýggju kanningini í mun til
hana, sum Ferðslutrygd gjørdi í fjør,
og tað kann so merkja, at tað hjálpir
at seta fokus á eitt slíkt evni.
Og sjálvandi skal ein stovnur
sum Ferðslutrygd leggja dent á
ferðina, tí hon er størsti dreparin í
ferðsluni. Og at vit júst hava 80 km
um tíman sum mest loyvdu ferð á
landsvegum hevur sjálvandi sína
orsøk.
Kanningar vísa, at vandin fyri at
doyggja í ferðsluni økist munandi,
um tú setir ferðina upp um 80 km
um tíman. Koyrir tú 80 km um tím
an og rennir frontalt á, er vandin
fyri at doyggja 30 prosent. Men
koyrir tú harafturímóti 90 km um
tíman og rennir frontalt á, so er
vandin fyri at doyggja 70 prosent.
At hækka ferðina 10 km um tíman
kann tí í stóran mun vera munurin
millum lív og deyð.
Javnan hoyra vit røddir um, at
á hesum og hasum strekkinum átti
mest loyvda ferðmarkið at verða
sett upp. Men aftur her eru grund
gevingarnar ímóti, at skal ferðin
setast upp um teir 80 km um tíman,
at so skulu vegirnir ferðslutryggjast
munandi – eitt nú við verju millum
báðar vegbanarnar eins og á mot
orvegum. Og slíkt kostar pengar og
verður valla gjørt.
Flestu munnu vera samd um, at
vit fara ikki at ferðslutryggja veg
irnar til motorveglíknandi strekki
fyri hundraðtals millónir, tá so nógv
annað á samferðsluøkinum støðugt
liggur á láni. Tað hevði verið at skot
ið spurvar við kanónum.
Tí eigur alt kjak um ferðlutrygd
og ferð heldur at snúgva seg um
at sannføra fólk um, hvussu stór
an týdning tað hevur, at fólk halda
seg til ferðmørkini heldur enn at
fara út í eitt meiningsleyst kjak um
at hækka hámarksferð á landaveg
unum.
Ferðslutrygd má sjálvandi fylgja
vísindini, sum sigur, at vandin fyri
at doyggja økist úr 30 prosentum
upp í 70 prosent, um vit renna fron
talt saman við ávikavist 80 og 90
km/t. Tað eru so tøl, sum tala fyri,
at vit eiga at velja ta røttu síðuna
av galdandi hámarksferðini, um vit
skulu geva okkum vón um at liva
upp til null-hugsjónina, at eingin
skal doyggja í ferðsluni.
at velja røttu síðuna
Útsølan í Kringvarpi Føroya
heldur fram. Fríggjadagin var
tað Fótbóltssmabandið, sum
keypti sær tíðindapláss. Hetta
er gjørt í avtalu millum Kring
varpið og FSF, har Kringvarpið
millum annað lovar at nevna
navnið hjá oljufelagnum Effo,
hvørja ferð tey siga frá fótbólti
í ítróttarsendingum.
Privatu miðlarnir eru í
døpurhuga. Almennu peng
arnir hjá stóru ítróttarsam
bondunum skulu nú brúkast
til at stuðla almenna kring
varpinum, sum frammanund
an við pantifúta kann krevja
inn kringvarpsskatt.
Eitt er tað órættvísa í tí, at
FSF og ÍSF fremja slíkan mis
mun og kappingaravlaging
millum privata miðilin og tann
alemnna miðilin. Annað er,
hvussu djúpt almenna kring
varpið kann søkka í stríðnum
fyri pengar.
Tí tað kostar sanniliga eis
ini at reka privatar miðlar –
og fólk kunnu so sjálvi meta
um, hvør fær meira burtur úr
hvørjari krónu, teir privatu
ella tann almenni miðilin.
Men at tvinga fólk at gjalda
kringvarpsskatt, tá sponsorar
stýra innihaldinum, og tá
prime-time tíð í Degi & Viku
verður brúkt til at tatovera
ovurfegnum
sjónvarpsvert
um, tá eru vit komin har til, at
politikarar mugu grundgeva
fyri Føroya fólki, hví vit
skulu gjalda kringvarpsskatt
yvirhøvur.
Vit kunnu bara vóna, at
bjørnin í Mentamálaráðnum
skjótt vaknar.
Kaj Leo Holm Johannesen.
– Tá eg í hesi vikuni havi
greitt mínum starvsfeløgum
í hinum norðurlondunum
frá
okkara
búskaparligu
lyklatølum, seta øll sama
spurning, hvussu hava tit
megnað at komi so væl
gjøgnum búskaparkreppuna.
Gløgt er gestsins eyga, tað
gongur væl í okkara landi,
og við einum skilagóðum
politikki
og
við
góðum
fólki, eingin undantikin eru
vit komin so frætt ávegis
gjøgnum alheims búskapar
kreppuna.
Vit hava valt at flyta til Før
oya, eg havi valt at lesa til
lækna, eg havi valt at hugsa
positivt og myndugleikarnir
hava valt at broyta innihald
ið í føroyska fólkaskúlanum.
Mong eru dømini, ið hoyrast
í miðlum og síggjast á neti
num, har orðið “velja” verður
ovnýtt.
At velja er at “taka ein av
tveimum ella fleiri valmøgu
leikum” ella “kjósa”. Vit gera
alsamt val av øllum handa
slag gjøgnum dagin, men
mælast má frá at nýta orð
ið “velja” um tað. Hetta er
ávirkan uttaneftir og hevur
kanska røtur í, at nú á døg
um hava fólk lyndi til at seta
seg sjálv rættiliga nógv í
miðdepilin.
Ivast vit í, um vit skulu
fara til gongu ella í bili til
arbeiðis, er ikki neyðugt at
siga, at vit “valdu” at fara til
gongu, men bara at siga, at
vit fóru til gongu til arbeiðis.
Somuleiðis um vit taka
dømið “eg havi valt at ganga
til arbeiðis hvønn morgun”,
so er betra orðingin “eg gangi
til arbeiðis hvønn morgun”.
Tú kanst t. d. ivast í, um
tú skalt kóka seyðarhøvd
ella ein ræstan háls til døg
urða, men kortini er ikki
neyðugt at siga, at tú valdi
at kóka seyðarhøvd; tað er
nóg mikið at siga, at tú kókar
seyðarhøvd til døgurða – ella
kanska, at tú “gjørdi av” at
kóka seyðarhøvd. Eisini er
betra orðingin, at tú hevur
“gjørt av” at flyta til Føroya
ella at lesa til lækna.
Nakað annað er, tá ið
okkum stendur í boði bein
leiðis at velja millum tveir
ella fleiri ítøkiligar møgu
leikar, t. d. skulu ung velja
lærugreinir, tá ið tey fara í
framhaldsdeild. Somuleiðis
í Gekkinum, tá ið tann hepni
skal velja sær ein eina lúku
við einum bókstavi.
Ikki at gloyma fara vit á
løgtingsval fjórða hvørt ár
og greiða atkvøðu, tá ið vit
velja fólk inn á ting.
At velja
Skulu vit hald 0-hugsjónina
má hámarksferðin haldast...
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Lisið á
FSF keyp sær tíðindi í KVF