Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen – Vit fara avgjørt at spæla við. Hallur í Heiðunum er royndur skjútti og formaður í aldargamla harufelagnum, Klappjaktini, í Trongisvági og hann tekur av fullum huga undir við, at reglur verða settar í gildi, sum økja um trygdina, har vápn eru uppi í leikinum. Hann sigur, at í Klapp­jakt­ ina hava tey altíð lagt stóran dent á, at trygdin skal vera í hásæti. Tí eru tað nógv ár síðani, at teir í felagnum fóru at tosa um at tað hevði verið rætt at hert reglurnar fyri at brúka byrsu. – Vit vóru ógvuliga áhug­ aðir at verða undan­gongu­ menn á økinum og tí tos­aðu vit eisini um at seta okkum í sambandi við myndug­ leikarnar um at tey, sum handfara byrsu, skulu hava serligt loyvi til tað. – Vit vóru eisini sinn­að­ ir at bjóða landsins mynd­ ugleikum at brúka okkara felag sum eina roynd at finna eina hóskandi skipan. – Vit tosaðu einaferð um, at vit skuldu vera fyrsta felag í Føroyum, har vit allur skuldu hava byrsuloyvi. Vit spæla við Hann sigur, at tey komu kort­ ini ikki hartil, at tey gjørdu meiri við tað. – Men nú málið stingur seg upp aftur, fara vit avgjørt ikki at seta okkum ímóti tí, men fara at spæla við, sigur formaðurin í Klappjaktini. Kortini heldur Hallur í Heiðunum, at eisini teir í Klappjaktini áttu at fingið eitt slíkt lógaruppskot til hoyr­ingar, so at teir fingu høvi at gera viðmerkingar til tað. – Vit vildu fegin sloppið at sagt okkara hugsan um hesi viðurskifti við tí fyri eyga at fáa eina so góða og smidliga skipan sum gjørligt, sigur hann. Nýggjasta ætlanin um at herða vápnalógina, hevur ikki verið til viðgerðar í fe­ lag­num og tískil vil Hallur í Heiðunum ikki meta ná­ greini­liga um, hvørja støðu fe­lagið hevur til smálutir í málinum. – Men vit hava einki ímóti, at fólk, sum fáa sær byrsu, skulu hava loyvi til tað. Hinvegin veit hann ikki, hvat hann skal halda um skeið­ið, sum skal til fyri at fáa byrsuprógv. – Tað veldst um, hvussu um­fatandi tað verður og, hvussu nógv tað fer at kosta. – Í Klappjaktini eru tað menn, sum bara skjóta ein­ stakar ferðir og hjá teimum verður tað møtimikið at rinda alt ov nógv fyri eitt skeið, eisini í sambandi við, at tað skal endurnýggjast fimta hvørt ár. Annars sigur Hallur í Heið­unum, at í Klappjaktini sleppur ongin at skjóta, teir ikki hava fult álit á, dugir at handfara byrsu. – Tað er eisini komið fyri, at vit hava skipað fyri okkara egnu, óformligu, skeiðum, so at siga, har royndir skjútt­ar hava lært óroyndar skjútt­ ar, hvussu byrsa skal hand­ farast. LES MEIRI Á SÍÐU 4 VÁPNALÓG Vit taka undir við, at tað verður gjørt strangari at útvega sær byrsu, sigur Hallur í Heiðunum, royndur skjútti og formaður í harufelagnum í Trongisvági. Nógv arbeiði til av­ mark­aða nyttu Skal vápnalógin herð­ ast, so at øll skulu hava vápna­loyvi frá fút­an­ um, fer tað at krevja eitt ógvuliga stórt, um­ sitingarligt arbeiði. Tað sigur Tønnis Ward­um, politistur, sum situr við slíkum málum hjá politiðnum. Hann hevur ikki lisið uppskotið, Kári P. Højgaaard, lands­ stýrismaður ætlar at leggja fyri Løgtingið, so hann fær ikki sagt so nógv um smálutirnar í málum. Men í eini stuttari viðmerking sigur hann, at sum er, situr hann einsamallur við slík­um málum í øllum land­ in­um. Og skal hann fram­haldandi vera einsa­mallur, verður tað ein avbjóðing av teim­um stóru at klára at umsita økið, har eisini revsi­vátt­ in hjá teimum, sum søkja um vápnaloyvi, skal kannast. Hann ivast eisini í, hvørja nyttu tað ger at øll skulu hava vápnaloyvi. – Eg dugi ikki at síggja, hvørjar trupulleikar, tað loysir, at vit krevja vápnaloyvi frá teimum, sum keypa byrsu og um vit skulu skráseta allar byrsur. – Verður ein byrsa brúkt til okkurt, hon ikki er ætlað til, ella beinleiðis til ein ógerning, kann eigarin skjóta seg inn­ undir, at hon er stolin og so fær hann eina lítla bót fyri ikki at hava meldað stuldurin. Annars heldur Tønnis Wardum, at vit eiga at fáa eina heilt nýggja vápnalóg, sum umfatar øll vápn, tí á hesum øki er nógv broytt, síðani vápnalógin, vit hava, varð smíðað fyri yvir 50 árum síðani. LES MEIRI Á SÍÐU 4 Í fínasta lagi at herða vápnalógina í Føroyum – Vit fara ikki at seta okkum ímóti, at vápnalógin verður herd, sigur Hallur í Heiðunum, sum er formaður í Klappjaktini í Trongisvági. Myndin er av heimasíðuni hjá Klappajaktini, www.klappjakt.com, har nógv áhugavert tilfar er um haruveiði og annað í hesum sambandi