Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Vísindaligar kanningar hava víst, at samband er millum D-vitaminmangul og tunglyndi, meðan aðrar kanningar ikki hava víst henda samanhang. Út frá hesum fór ein bólkur av granskarum undir at kanna hetta nærri. Úrsliti teirra benda á, at D-vitaminmagnul í veruleikanum er knýttur at tunglyndi, men at tørvur er á enn fleiri kanningum, fyri at vátta úrslitið. Heilivágur kann leingja um lívið og gera lívið betri, um heilivágurin verður brúktur, sum hann eigur. Fólk eiga tí altíð at tosa við lækna, tá brúk er fyri heilivági. Ársfrágreiðingin fyri 2011 hjá Dansk Voksen Diabetes Database vísir, at stórur part­ ur av diabetessjúklingum ikki verða settir í viðgerð fyri ov høgt kolesterol, hóast tølini eru so høg, at viðgerð er neyðug. Nógv verða held­ur ikki sett í viðgerð, tó at blóð­ trýstið er ov høgt og eigur at við­gerast. Samantvinningin av høg­um blóðsukuri, høg­um Idl-kolesterol og høg­um blóð­trýsti er ein vanda­mikil ”coctail” fyri sukur­sjúku­ sjúk­lingar. Hetta er eisini ein týðandi orsøk til, at fólk doyggja ov tíðliga. Kanningin sigur einki um, hví tað eru so nógvir sjúk­ lingar, sum ikki fáa ta við­ gerð, ið teir eiga at fáa. Sjúklingar fáa ikki neyðugu viðgerðina Samantvinningin av høgum blóðsukuri og høgum blóðtrýsti er ein vandamikil ”coctail” fyri sukursjúkusjúklingar Hugsar tú um at brúka góðar og sunnar rávørur í tíni matgerð, so kann hesin listin hjálpa tær at finna góðar rávørur. Matfrøðingar hava gjørt ein lista við 10 teimum sunnastu rávørunum, og tað góða er, at púra vanligar rávørur eru á listanum. Sum við øllum øðrum ræður tað um at brúka vit og skil og eta hesa rávørur við máta. Men tær eru góðar at hava við í matgerðini: • Reyð piparfrukt – ein C-vitaminbumba • Grønar bønir – góð vitaminkelda • Skúmað mjólk – calcium styrkir beinagrindina • Silda – fiskaoljan er góð fyri kroppin • Broccoli – nokk av jarni • Gularót – full av A-vitaminum • Fullkornshveiti – sunn kolvæta • Livur – gevur tær nógvar B-vitaminir • Egg – nógvar B2 vitaminir • Epli – eitt sindur av hvørjum Heimsins sunnastu rávørur Eingin kemur sovandi nakað, verður stundum sagt. Men kanska er tað ikki heilt rætt. Í øllum før­um vísur tað seg, at svev­ur tú nógv, økir tað um forbrenningina og tú kanst missa vekt. Granskarar á Salk Insti­tutte for Biological Studies hava funnið fram til, at livurin setir nakrar ávísar mekanismu í gongd, tá ið kroppurin fær frið. Hetta ger, at tú brennir meira sukur og feitt. So ráðini kunnu verða, at tú etir náttúrða klokk­ an 18.00, men at tú so ikki etur meira fyrr enn morg­ unin eftir, og at tú fert tíðliga í song og svevur einar 10 tímar. Sov teg til vekttap