mikudagur 22. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Uppsteðgaði smidleikin
Løgtingið ynskti eina skjóta útbygging av vindorkuni í Føroyum. Men fyrsta royndin at brúka lógarbroytingina
frá juni í fjør dumpaði, og málið liggur framvegis í kærunevnd. SEV og Vindrøkt stríðast um rættin til
Húsahagan, meðan Jarðfeingi hevur lagt lok á málið, nú Vinnukærunevndin skal tulka lógartekstin
Jón Brian Hvidtfeldt
Kolvetnislógin
var
fyri
myndin, tá løgtingið í fjør
summar broytti elveitingar
lógina, soleiðis at meira ferð
kom á útbyggingar av vind
orku í Føroyum.
Vinnumálaráðið ásannaði,
at galdandi elveitingarlóg var
ov stirvin. Sambært lógini
skuldu allar útbyggingar við
vindorku bjóðast út, og tað
var ein bremsa fyri útbygging
av
grønum
orkukeldum,
metti
landsstýrismaðurin,
sum tí kom í løgtingið við
lógarbroyting, ið strikaði
kravið um útbjóðing.
Men lógaruppskotið, ið
sambært landsstýrismann
inum skuldi seta ferð á út
bygging av grønari orku í
Føroyum, kundi hava eina
skaðiliga ávirkan, metti løg
tingið. Lógarbroytingin kundi
vísa seg at vera í andsøgn við
høvuðsmálið í elveitingar
lógini frá 2007 um at fáa
kapping á elveitingarøkið.
Uttan
útbjóðing,
eingin
kapping.
Loysnin bleiv funnin í
kolvetnislógini. Har verður
sonevnda »open-door« prin
cippið brúkt. Tað merkir í
stuttum, at øll feløg til eina
og hvørja tíð hava møguleika
at bjóða upp á eitt øki. Tá
mynduleikin so tekur ímóti
tilboðnum, skal myndugleikin
almannakunngera,
at
nú
liggur eitt tilboð á borðinum,
og so fáa onnur áhuga eitt
avmarkað tíðarskeið at bjóða
upp ímóti.
Leisturin varð førdur inn í
elveitingarlógina, ið løgtingið
samtykti 31. mai í fjør, og
broytta lógin varð síðani lýst,
7. juni í fjør.
Tilboðið
Ætlanin hjá SEV um eina
stóra vindmyllulund, ið kann
tálma vaksandi útreiðslurnar
av at fylla oljutangarnar á
Sundi, sá dagsins ljós undir
samgongusamráðingunum
á Gamla Apoteki fyrst í
november 2011. Táverandi
stýrisformaður, Páll á Reyna
túgvu, hevði uppskotið við
sær til politikarar úr øllum
flokkum, ið av givnum orsøk
um vóru savnaðir á Gamla
Apoteki hesar dagarnar.
– Men uppskotið kundi
ikki gjøgnumførast, tí sam
bært elveitingarlógini skuldi
øll vindorka bjóðast út, stað
festir Hákun Djurhuus ídag.
Stjórin í SEV var tí klárur,
tá
elveitingarlógin
varð
broytt, fyrst í juni í fjør.
– Ja, vit vildu starta pro
sessina sum skjótast, og
løgdu tí eina ætlan á borðið
beinanvegin, sigur Hákun
Djurhuus.
Umsóknin
varð
send
Vinnumálaráðnum 15. juni
2012. Í umsóknini verður víst
til ætlanina frá november
2011. Eisini biður SEV lands
stýrismannin um at arbeiða
skjótt og avgreiða umsókn
ina, soleiðis at SEV sleppur
í gongd beinanvegin. Tí um
skjótt verður borið at, kann
vindmyllulundin takast í
nýtslu árið eftir, tað vil siga
á sumri 2013.
Jarðfeingi,
ið
umsitur
elveitingarlógina
vegna
Vinnumálaráðið,
brúkar
lógarbroytingina frá juni til
at lofta umsóknini frá SEV.
26. juli boðar Jarðfeingi
almenninginum
frá,
at
stovnurin hevur móttikið
eina umsókn um loyvi til
at seta upp 13 vindmyllur
í Húsahaganum, ið skulu
framleiða 11,7 megawatt út
á elnetið. »Áhugað kunnu
søkja um sama loyvi, á sama
stað ella øðrum hóskandi
staði, eftir nærri ásettum
treytum,« sigur Jarðfeingi, ið
setir freistina at søkja til 15.
oktober.
– Vit reagera út frá hesum,
og lata tí okkara tilboð inn,
sigur Jóhan í Niðristovu,
stjóri í Vindrøkt, sum brúkti
nýggju heimildina í elveit
ingarlógini til at bjóða upp
ímóti.
Men tá avtornaði og kon
vuluttarnir latnir upp, tapti
Vindrøkt
kappingina
við
SEV. Fyri stjóran í Vindrøkt
stendur tó tað eftir, at Jarð
feingi tók ímóti og viðgjørdi
eitt nýtt tilboð frá SEV, held
ur enn at fyrihalda seg til
upprunatilboðið frá juni.
– Jarðfeingi hevur ikki
viðgjørt málið rætt í mun
til lógina, tá myndugleikin
at síggja til als ikki hevur
viðgjørt umsóknina frá SEV
frá 15. juni 2012, men heldur
velur at síggja burtur frá hes
ari og loyva SEV at lata inn
nýggja og munandi broytta
umsókn, sigur stjórin í Vind
røkt, sum tí kærdi viðgerina
hjá Jarðfeingi til Vinnukæru
nevndina.
Hákun Djurhuus, stjóri í
SEV, hevur eina aðra fatan
av støðuni.
– Fingu vit at vita, at
vit bara høvdu eitt skot í
byrsuni, so høvdu vit sjálv
andi latið eitt meira full
fíggjað tilboð inn. Men fyri
okkum hevði tað týdning
at starta prosessina beinan
vegin eftir lógarbroytingina,
og tí sendu vit eina ætlan inn
beinanvegin, sigur Hákun
Djurhuus.
Stjórin í SEV hevur ilt við
at fyrihalda seg til »open-
door« princippið úr kolvetnis
lógini. Og Hákun Djurhuus
heldur ikki, at umsóknin hjá
SEV frá juni 2012 skal takast
sum eitt endaligt tilboð.
– Vit vístu á, at hatta var
okkara ætlan. Myndugleikin
valdi so at bjóða vindmyllu
lundina út, og vit reageraðu
upp á tað og komu við einum
endaligum tilboði, ið vísti seg
at vera bíligast, sigur Hákun
Djurhuus.
Jarðfeingi,
ið
umsitur
elveitingarlógina, hevur í
dag ongar viðmerkingar til
málið.
– Nei, eg havi ikki hug at
diskutera, hvørt talan var
um eitt ella tvey tilboð frá
SEV. Málið liggur í Vinnu
kærunevndini, sum nú skal
taka eina støðu, sigur Petur
Joensen, stjóri í Jarðfeingi.
Jarðfeingi umsitur eisini
kolvetnislógina,
og
Petur
Joensen váttar tó, at greiðir
parallellir eru millum báðar
lógirnar.
– Jú, parallellurin er, at
hurðin er altíð opin, um
onkur bjóðar upp á eitt øki,
sigur Petur Joensen, ið tó
ikki vil útgreina í smálutir,
hvussu Jarðfeingi eigur at
agera, tá eitt tilboð kemur á
borðið.
Samanberingin
Parallellurin
millum
kol
vetnislógina og broyttu el
veitingarlógina
hevur
tó
áhuga í Vinnumálaráðnum.
Í januar vórðu stjórnarnir
fyri
Statoil
og
Atlantic
Petroleum boðsendir á fund
í
Vinnumálaráðnum
fyri
at greiða frá »open door«
princippinum í oljuvinnuni.
Sambært fundarfrásøgnini
staðfestir Rúni M. Hansen,
at meðan freistin hjá øðrum
rennur, fara samráðingar
ikki fram við nakran av um
søkjarunum.
Heldur
ikki
tann, sum við síni umsókn
setti open-door prosessina
í gongd. Umsøkjarin, sum
upprunaliga sendi umsókn
inn, kemur heldur ikki við
nýggjum ella broyttum boði,
upplýsti Rúni M. Hansen
millum annað fyri Vinnu
málaráðnum.
Søren Pram Sørensen, leið
andi løgfrøðingur í Vinnu
málaráðnum, upplýsir, at
tað var landsstýrismaðurin,
sum bað um at fáa kunning
um open-door princippið í
kolvetnislógini. Orsøkin var
ónøgd hjá Vindrøkt við Jarð
feingi, sum sambært Vind
røkt ikki helt seg til open-
door princippið.
Petur Joensen, stjóri í Jarð
feingi, fekk eisini frágreið
ingina frá oljustjórunum.
– Vit hava ikki biðið um
frágreiðingina. Men jú, eg
lurti eftir, hvat er sagt. Men
vit hava so einki broytt í so
máta, ljóðar stutta svarið frá
Peturi Joensen.
Jarðfeingi hevur annars,
í tveimum umførum, biðið
advokatin
Annfinn
V.
Hansen um at gera eina løg
frøðiliga meting av broyttu
elveitingarlógini og eftir
fylgjandi tilboðnum hjá SEV.
Í stuttum siga notatini
frá Annfinni V. Hansen, at
upprunaliga umsóknin altíð
má vera grundarlagið fyri at
bjóða eina vindmylluætlan
út til onnur at søkja. Er um
sóknin ov vánalig, má Jarð
feingi havna umsóknini og
antin biðja viðkomandi um at
søkja av nýggjum, ella kann
Jarðfeingi sjálvt bjóða pro
jektið út. Hinvegin er einki til
hindurs fyri, at SEV fær høvi
til at lata inn tilfar at viðgera
saman við síni upprunaligu
umsókn, og at tað verður
latið inn samstundis sum
aðrir umsøkjarir lata inn sína
umsókn, metir advokaturin.
Vindrøkt, sum kærdi mál
ið, heldur at Jarðfeingi er
farið ov lætt um ásetingarnar
fyri, nær eitt tilboð nú eisini
er eitt tilboð, ið setir eina
open-door prosess ígongd.
– Var upprunaliga um
sóknin so ófullfíggjað, at hon
ikki kundi verða viðgjørt utt
an at vaksa úr fýra upp í 38
síður og við einum øðrum
prísi, so átti Jarðfeingi at havt
havnað umsóknini og ikki
lýst eftir øðrum umsøkjar
um, sigur Jóhan í Niðristovu
og heldur fram:
– Var umsóknin hinvegin
egnað at verða viðgjørd
og harvið seta prosessina
ígongd, so má viðgerðin hjá
myndugleikanum taka støði
í upprunaligu umsóknini og
grundleggjandi upplýsing
unum har.
Vinnukærunevndin hev
ur fund mánadagin. Tá verða
partarnir innkallaðir, og síð
ani sker nevndin ígjøgnum.
jonbrian@sosialurin.fo
FAKTA:
Grein-5, stk. 3 í Elveitingarlógini,
eftir lógarbroyting frá 7. juni 2012:
Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku,
uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin
metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur
at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert
kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn
um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama
loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.
Húsahagi
Johan í Niðristovu
Hákun Djurhuus