Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Edmund Joensen tíðargrein síða 19 Føroyar sum Paria- statur Theodor e. d. olsen Eygamálið síða 18 At lurta er at vaksa Tað er eitt kent politiskt fyribrigdi í Før­oy­um at troka burtur alt, ið danskt er. Vit hoyrdu mangan sjón­ar­mið sum, at »ein vánalig føroysk bók er frægari enn ein góð donsk«. Slík sjónarmið boða frá und­ir­luta­kensl­um – sum als ikki eru okk­um ó­kend­ar í Føroyum. Ikki bara mill­um manna, men eis­ini mill­um fólk á hægstu rókum – og ikki minst í pol­i­tikki. Kanska ein sig­ur hjá hesi anti­ donsku rørslu, at tey hava fingið danska málið trok­að út úr mið­náms­ skúl­u­num sum kravda lær­u­grein. Útvarpið visti í gjár at siga, at hó­ ast læru­greinin ikki er kravd, so hava 2/3 av næm­ing­unum á stu­d­ent­a­skúl­ u­num og HF-skeiðunum valt sær danskt sum læru­grein. Verkætlanarleiðarin fegnaðist um stóru undirtøkuna, sum var júst so, sum hann hevði væntað og vón­að. Ein stu­denta­skúlalærari, sum er Phd í donsk­um, var meira ivandi og á­​var­aði skila­gott um vandan við hesi gongd. Bara tað at siga, at vit skulu javn­ seta lær­u­greinina danskt við spanskt og russ­iskt og enskt og onn​ur fremm­ and­a­mál vísir eina arr­o­gansu – sum kanska hevur po​l­it­isk­ar und­ir­tón­ ar. Vit kunnu skjótt semj­ast um, at trongd­skygd­ir sam­bands­menn hava skyld​una av, at tað gekst so illa at vinna før​oysk​um tann sjálvsagda rætt, sum før​oyskt eigur í føroyskum skúla. Tað er skeivt at siga, at danir nokt​aðu – størsti trupulleikin var, at Sam​bands​flokk​urin hevði bukt​ina og báð​ar end​ar​nar á Før​oya Løg​tingi ta mestu tíðina frá 1906 til 1938, tá danska stjórn­in skar ígjøgnum. Men fyri tað nýtist okkum í dag ikki at hevna okkum inn á lær​u​grein​ ina »danskt«. Hesa lærugrein, sum bæði í fólka­skúlanum og í mið​náms​ skúl​u​num hev​ur giv​ið okk​um ment­ an­​ar​ligt, bók​ligt og sam​fel​ags​ligt víð­ skygni. Og so ikki minst tað, at vit við donsk​um hava málsligt samband við øll okk​ara grann​a​lond – uttan Ís​land, sum í sama trongskygni hevur strikað lær­u­greinina – og kenn​ir svið­an. Nú er tað av tilvild danskt, sum er tað mál­ið, vit hava lært. Danskt er máls​liga brúgvin hjá okkum til hini norð­ur­londini – og sum skila​góði stud­ ent​­a­​skúl​a​læra​rin segði – so er danskt okk­ara mótvág í​móti enskum, sum vinnur á øllum mál​um. Tað er eingin ivi um, at tað er ein skeiv kós, sum Mentamálaráðið hev​ur stung­ið út í kortið fyri før​oysk​an ung­ dóm. Vit verða fátækari, tá færri duga danskt – og tað er politisk ignoransa at tengja hetta saman við, hvat fólk halda um stjór​nar​við​ur​skift​ini millum Før­oy­a­r og Dan​mark. Vit skulu styrka og menna und​ir­ vís​­ing​ina í móðurmálinum. Men ikki hevna okkum á danskt-læru​grein​ina. tey klóku ræðast danskt Vilmund Jacobsen Kaffihúsið, sum húsast á Bryggju­bakka 14, veksur nú um sítt virksemi við kond­ ittaríi og í morgin, tá latið ver­ð­ur upp fyrstu ferð, fer Jens Marni Hansen at und­ ir­halda Lis Eklund í Niðristovu, sum eigur og rekur Kaffi­hús­ ið, hevur leigað seg inn í ein størri part av niðaru hæddini í bygn­inginum, sum Føroya Fisk­i­mann­a­felag eigur. – Tá vit lata henda nýggja part­in upp í morgin við kond­ ittaríi, verður gang­andi mill­ um kafe’ina og kond­itt­aríið. Hon sigur, at í nýggju høl­ u­num eru 30 nýggj sitipláss, og her hava vit okkara egna kond­i­ttarí. – Vit hava fingið nógvar á­heit­anir um at selja heim­a­ bak­aðar køkur, og nú fara vit eis­ini at selja køkur út úr hús­ i­num, eitt nú veitslukøkur til brúd­leyp, konfirmatiónir, barn­a­dópar og annað. Lis sigur, at talan er ikki um, at Kaffihúsið hevur bak­ arí í orðsins rætta týdningi, sum fer at baka rugbreyð, wien­ar­breyð og slíkt. – Men, vit hava ovn og alt, sum hoyrir til eitt kon­dit­t­arí. Vit fara soleiðis eisini at gera køk­una, sum gamla Kond­itt­ aríið var so kent fyri, og her hava vit fingið uppskriftina frá Heina Restorff. Men, hetta verður bert ein av mong­um, legg­ur hon aftrat. Tá nýggja kondittaríið hjá Kaff­ihús­i­num ­letur upp í morg­in klokkan 13, fer Jens Marni Hansen at undirhalda í tím­anum millum klokkan 14 og 15. – Opið verður í morgin til klokk­an 18, og øll eru hjart­a­ liga vælkomin at síggja kond­ itt­ar­í­ið og nýggju og snot­u­ ligu hølini, sum nú eru partur av okkara virksemi, sigur Lis Ek­lund í Niðristovu. Kaffihúsið letur upp kondittarí Sjargongurin í kjakinum mill­um teir báðar føroysku fólk­a­tings­menninar er ikki altíð á so høgum støði. Tað gav at bíta í vikuni, tá Sjúrð­ur Skaale legði fram eina kann­ing, sum hann hev­u­r lat­ið gjørt um, hvussu nógv danir vita um Føroyar. Skjótur var Edmund við av­trekkj­ar­anum og segði, at or­søkin til at danir vita so líta og so skeivt um Før­oyar er miðvísa herferðin hjá Sjúrði Skaale og øðrum full­ veld­is­pol­i­tik­ar­um. Teir hava al­t­íð tos­að um hesa neyð­ars vask­i­kon­una á Vesturbrúgv, sum má betala gildið í Før­ oy­um. Kanska heimføðisligt og held­ur barns­ligt – kann sig­ ast, og tí fær Edmund aftur av grov­fíl­unin frá Sjúrði: – Edmund skrivar ikki eitt ein­asta orð sjálvur, men rindar spindoktarum at skriva fyri seg. Soleiðis held­ ur Ed­mund høvdið oman fyri pol­itisku vatnskorpuna, sig­ur fólk­atings­mað­ur­in ­hjá Javn­að­ar­flokk­i­num. – Eg havi so ofta biðið Ed­ mund ansa eftir, hvat tað er, sum hann let­ur fólk skriva í sínum navni, tí hann kemur í heil­um illa fyri av tí. Men tað hálp­ir ikki. Spindoktararnir skulu jú hava søna løn, so okk­urt mugu teir gera, skriv­ar Sjúrður Skaale sum kall­ar PR-mannin hjá Ed­ mundi Joensen fyri stuð­ uls­ped­a­gog. Hinvegin sigur Edmund Joensen, at honum nýtist ongan stuðulspedagog fyri at forma sín politikk, og hann hevur onga trongd at spilla tey fittu starvsfólkini hjá Sjúrði á Christiansborg út. Hann heldur, at Sjúrður hevur latið gekkaskortin falla og er blivin óreinur. – Jú, føroyskur politikkur í Dan­mark kann sanniliga vera á høg­um støði! Edmund dugir ikki at skriva... Má danskt nú dvína fyri tjóðskaparligum trongskygni?