fríggjadagur 24. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tey høvdu verið par í okkurt
um hálvtannað ár, men fóru
so hvør til sín í november
2012.
Longu tá hevði verið ein
hending, har ákærdi skal
hava verið harðligur móti
unnustuni, har millum annað
ein stólur hevði rakt hana í
høvdið.
Hetta fór fram 3. apríl 2012,
men hóast kvinnan segði, at
ákærdi javnan sló hana, fór
hon ikki frá honum fyrr enn
í november sama árið.
Ákærdi maðurin segði,
at tey vóru komin upp at
skeldast, og at hon sló hann
á nøsina, og tá hevði hann
sligið hana við flatari hond
einaferð, fyri at fáa hana
burtur frá sær.
Hann greiddi eisini frá, at
hann hevði tað fyri, at bróta
ting, tá hann gjørdist illur,
og at hann hevði tikið ein
lenistól og ætlaði at tveita
hann í sjónvarpið, men at
órættaða kvinnan, sum sat á
sofuni, í somu løtu bukkaði
seg fram, so at stólurin í
staðin rakti hana.
Kvinnan, hvørs frágreiðing
var nakað trilvandi, kendi
seg vísa í, at ákærdi ætlaði at
raka hana við stólinum. Hon
segði, at tað so javnan hendi,
at øði kom í ákærda mannin
sum snarljós av klárum himli,
og so sló hann hana.
Hesaferð segði hon, at
hann bæði sló og sparkaði,
og myndir, sum vórðu tiknar
av kvinnuni eftir hendingina
vísa, at hon var bæði reyð og
blá í andlitinum. Hon hevði
eisini pínu í síðuni.
Frágreiðingin hjá mann
inum var, at hann bert hevði
sligið kvinnuna veikan, og at
hetta við stólinum í pannuna
var eitt óhapp.
Nýggjan mann
Eftir at tey bæði vóru farin
frá hvørjum øðrum í novemb
er, hevur kvinnan funnið sær
ein nýggjan mann. Og hesin
hevur verið óheppin við her
verki móti bilinum síðani tá.
Í januar vóru tey bæði í
suðri, og sótu eitt kvøldið
barnagentur
fyri
onkran
kenning. Hetta sama kvøld
kemur ákærdi til Suðuroyar,
og millum klokkan 21 og 22
– um hálvan tíma eftir, at
Smyril er komin á Kramba
tanga – varnast nýggi maðu
rin hjá kvinnuni, at bilurin
er punkteraður á øllum fýra
hjólunum, og at hann var
skøvaður á aðrari síðuni, á
motorhjálminum og á bak
lúkuni.
Seinni fær kvinnan eitt
sms frá ákærda manninum,
sum
ákæruvaldið
tulkar
sum eitt játtilsi fyri, at tað
var hann, ið hevði framt her
verkið.
Sambært teimum báðum
órættaðu hevði ákærdi seinni
viðgingið og umborið mót
vegis hinum manninum, at
tað var hann, ið hevði framt
herverkið.
Hetta hendi 22. januar
2013, og aftur 12. februar varð
enn einaferð herverk framt
móti sama bili. Hesaferð i
høvuðsstaðnum, og bæði
hjólini á aðrari síðuni vóru
stungin á hol.
Hesaferð sendi ákærdi
maðuri aftur eitt sms við
fyrrverandi unnustuna, og
bað hana fara at hyggja at
bilinum.
Ákærdi maðurin segði,
at hann fór aftur á staðið, tí
hann ætlaði at ræða hana.
Hon hevði farið illa við sær,
meðan tey bæði vóru par,
greddi ákærdi maðurin frá.
Men bæði fyrrverandi
unnustan og nýggi maður
hennara høvdu eina heilt
aðra uppfatan av, hví ákærdi
maðurin kom á vitjan.
Tók kvørkratak
Ákærdi maðuri segði, at
hann bíðaði, til politiið var
farið aftur av staðnum í sam
bandi við herverkið, og at
hann hareftir bankaði upp
á hurðina, og síðani trýsti
mannin burtur, fyri at sleppa
sær inn.
Hann fór beinleiðis innar
í kamarið, har fyrrverandi
unnustan goymdi seg, og
meðan hann royndi at halda
hurðina aftur, tók hann
kvørkratak á kvinnuna. Tað
siga
frágreiðingarnar
hjá
fyrrverandi unnustuni og hjá
stungna manninum. Sjálvur
segði ákærdi, at hann bert
helt í blusuna ella troyggjuna
og snaraði runt, so kvinnan
kanska hevði ilt við at anda.
Kvinnan sjálv var ivaleys
í, at ákærdi hevði hendurnar
um hálsin á henni, og tað
sama segði nýggi maðurin
hjá kvinnuni.
Hansara frágreiðing, sum
virkaði sannførandi, greiddi
frá, at hann og ákærdi tók
ust í durunum, tá seinni
nevndi kom inn, og hann
datt á gólvið, so ákærdi
slapp avstað. Hann fekk tó
ikki bæði hildið hurðini og
hildið kvørkratakinum, so
órættaði maðurin slapp inn,
og sambært honum sá hann
týðiliga, at ákærdi hevði báð
ar hendur um hálsin á kvinn
uni.
Hvussu var og ikki, fekk
maðurin skrykt ákærda frá
kvinnuni, men tá hevði hon
mist vitið.
Teir fóru so aftur at tak
ast,
og
áðrenn
órættaði
varnaðist nakað, sá hann
ákærda høgga ein felliknív í
vinstra arm. Hetta endurtok
seg einaferð aftrat, og tá var
stungan meira álvarsom, so
blóðið stóð upp í leysa luft.
Tað var líkasum at ákærdi
raknaði við tá, tí hann gavst
við áganginum og fór út,
greiddi stungni maðurin frá.
Deyðshóttanir
Ákærdi maðurin náddi to
ikki langt, tí áðrenn hann
kemur at úthurðini, kemur
ein politistur inn. Kvinnan
hevði beinanvegin, tá hon sá
ákærda, ringt til politiið og
boða frá, at hann trongdi seg
innar til teirra, og sambært
politinum vóru teir bert einar
500 metrar frá staðnum.
Meðan politiið var har
fyrru ferð í sambandi við
herverkið, yvirhoyrdu teir
eina samrøðu, har ákærdi
ringdi til kvinnuna og hótti
hana.
– Tú hevur ikki langa tíð
at liva eftir í, segði ákærdi
sambært politinum.
Eisini hevði ákærdi í fleiri
sms boðum borið fram somu
hóttan, eins og hann rópti á
veg út í politibilin, at »næstu
ferð drepi eg teg«.
Hvørki órættaði maðurin
ella kvinnan vóru í iva um, at
ákærdi kom á bústað teirra
við tí í hyggju, at gera av við
kvinnuna.
Í rættinum segði kvinnan,
at »eg trúði eg fór at doyggja«,
og órættaði maðurin var
onga løtu í iva um, at hevði
hann ikki sloppið innar í
kamarið, hevði ákærdi gjørt
enda á kvinnuni.
Í proseduruni segði ákær
in, Steffen Møller Jørgensen,
at hann metti málið verða
prógvað, tó at hann gjørdi
nakrar justeringar í ákæru
ritinum.
Verjin, Bjørn á Heygum,
sáddi iva um at próvbyrðan
var lyft, og mælti í fleiri
førum til frídøming.
Rættarfundurin
í
gjár
skuldi bert avgera skuldar
spurningin, og ikki longdina
á einari møguligari revsing,
men hendan varð søgd eftir
evstamark hjá blaðnum.
Frágreiðingarnar
vóru ikki
samsvarandi, tá
ein maður um
40 ára aldur í
gjár ákærdur
fyri serliga
ógvusligan
harðskap, millum
annað at stinga
ein mann í armin
tvær ferðir og
taka kvørkratak
á fyrrverandi
unnustu sína
harðskapur
Stakk við knívi og
tók kvørkratak