Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Vit fáa ein javnan streym av umsóknum frá handlum, virkjum, fyritøkum og stovn­ um, sum vilja seta vak­mynda­ tól upp. Tað sigur Janus Hentze í Stórustovu, fulltrúi á Dátu­ eftirlitinum. Hann sigur, at síðani tað av álvara fór at vinda upp á seg at seta vakmyndatól upp, munnu væl yvir 1000 vak­myndatól vera sett upp í handlum, virkjum, fyritøkum og stovnum. Tað er ikki lætt at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir akku­rát, hvussu nógv vak­ myndatól eru, tí hvørt loyvi hann umfata fleiri tól. Men tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur hevur sett vakmyndatól upp, uttan at hava boðað Dátu­eftir­litin­ um frá. Annars skal Dátueftirlitið góðkenna øll vakmyndatól og tí skulu tey, sum ætla at fáa sær elektroniska eftiransing, boða Dátueftirlitinum frá. Hóast yvir 1000 vak­ mynda­tól eru sett upp ymsa­ staðni í Føroyum, heldur fulltrúin í Dátueftirlitinum ikki at føroyingar eru undir líka stórum, elektroniskum eftirlitið sum fólk í øðrum londum. – Í Danmark og aðrastaðni standa vakmyndatól úti á alfaravegi og halda eyga við fólki, men tað hava vit ikki í Føroyum enn. – Í Danmark er heldur ikki neyðugt at boða frá, tá ið vak­myndatól verða sett upp, men tað er ein treyt í Før­oyum. Kortini heldur hann, at hetta er nakað, sum hevur vundið rættiliga nógv upp á seg og hann heldur, at tað eru fáir handlar, kioskir, ben­ sinstøðir, stovnar og virki, sum ikki hava vakmyndatól. Ymsar orsøkir Orsøkin til, at vakmyndatól verða sett upp, er fyri nógv tann mesta partin, fyri at forða fyri stuldri og her­ verki. – Vanligasta orsøkin til at handlar av ymsum slagi, seta vakmyndatól upp, er tí tey siga, at tað verður so illa stolið og tí verða vakmyndatól sett upp at forða fyri tí. Summastaðni er herverk eisini ein trupulleiki og tí er neyðugt við elektroniskari eftiransing at forða fyri tí. – Men annars eru tað stovn­ar, sum hava við fólk at gera, har tað onkuntíð hend­ ir, at viðskiftafólk ger­ast rættiliga ágangandi og hótt­ andi ímóti starvsfólki og tí vilja tey hava vakmyndatól at kunnu skjalprógva tað fyri løgregluni, gerst tað neyð­ugt. Men so eru tað eisini fyri­tøkur av ymsum slagi, sum hava vakmyndatól fyri at tryggja raksturin, tvs. at hendir eitt brek, er skjótt at fáa yvirlit fyri, hvar brekið er. Góðar orsøkir Sostatt eru ymsar orsøkir til, at vakmyndatól verða sett upp. Men Janus Hentze í Stóru­ stovu vísir á, at tað krevur eisini eina góða grundgeving fyri at fáa loyvi at seta vak­ myndatól upp. Orsøkin skal vera saklig, sum tað eitur. Og ein saklig orsøk kann vera at forða fyri stuldri og herverki, ella ágangi á starvsfólk. – Vakmyndatól kunnu ikki brúkast til at halda eyg­ uni við viðskiftafólki ella starvs­fólki. Vit hava havt dømi um, at handilsmaður brúkti vakmyndatólini í handl­unum at sita heima og eyg­leiða starvsfólki og at ansa eftir, at vørur vóru á hill­unum. Klædnahandlar kunnu heldur ikki hava vakmynatól í kliv­unum, har fólk passa klæðir. – Tað gongur ikki, stað­ festir fulltrúin í Dátu­eftir­ litinum. Strangar mannagongdir Hann vísir eisini á, at mynd­ irnar vakmyndatólið tekur, skulu goymast á tryggum stað á teldu við loyniorði. Samstundir skulu fastar mannagongdir gerast fyri, hvør kann sleppa at síggja myndirnar, tí tað er ólógligt at lata ein og hvønn síggja myndirnar. Men tað er heldur ikki loyvi at hyggja at myndunum bara til stuttleika ella av berum forvitni. – Tað er bara loyvt at hyggja at myndunum, tá ið ítøkiligur illgruni er um stuldur ella herverk, og tá ið 14 dagar eru farnir, skulu myndirnar slettast. Tó eru serligar reglur fyri peningastovnar í sambandi við yvirgang og svik, tí teir kunnu goyma myndirnar í ein mánað. Har vakmyndatól eru, skal tað fráboðast týðiliga og væl við skeltum. Skeltini skulu vera sjónlig, tí tað skal ikki vera nakar ivi hjá viðskiftafólkum um, at tey verða tikin upp á film. Janus Hentze í Stórustovu sigur, at tað kann eisini henda, at privat fólk fáa sær vakmyndatól, men tey vak­ myndatólini mugu setast so­ leiðis, at tey ikki kunnu taka myndir uttanfyri matrikkul­ nummarið. – Tað er sostatt ólógligt at seta myndatól upp, sum kunnu taka myndir av alfara­ vegi, av húsunum hjá grann­ an­um o.s.fr. Fulltrúin í Dátueftir­lit­in­ um sigur, at tað er er eisini ólógligt at almannakunngera myndir, vakmyndatólið hev­ ur tikið upp. – Einasti myndugleiki, sum kann almannakunngera myndir, er løgreglan í sam­ bandi við arbeiðið at upp­ klára stuldur ella herverk og tað er eisini komið fyri onkuntíð. EFTIRANSING Í Føroyum eru yvir 1000 vakmyndatól og Dátueftirlitið fær javnan umsóknir frá handlum, virkjum og fyritøkum, sum vilja seta vakmyndatól upp Yvir 1000 vakmyndatól halda eyguni við okkum Roykstovan Sp/f Thorfinn Nielsen PE Skála PE Sørvágur Venjingarmistøð Ven Hvannagjógv Hondbóltsfelagið Tjaldur Norðoyar Sparikassi Akstovan Várperla EIK Magnstøðin Saltangará Suðuroyar Sparikassi Klaksvíkar Svimjihøll Sp/F INN á Norðskála Fuglafjarðar Havn Bakkafrost Processing, Glyvrar Bakkafrost Harvest, Glyvrar Faroe Pelagic, Kollafjørður Keypssamtøkan í Klaksvík Magn í Trongisvági Sp/F Bellacentrum, Strendur Klaksvíkar Havn Vágatunnilin Norðoyatunnilin Mica Café í Nólsoy Runavíkar Havn Sp/f Finn Johannesen, Kollafjørður BankNordik Landsverk P/F NEMA (Klaksvík) Richard B. Thomsen (Tvøroyri) Miðvágs/Sandavágs Havn FK í Sandavági Suðuroyar Sjúkrahús Suðuroyar Ellis- og Røktarheim Vága Floghavn Sandavágs Timburhandil Sp/F Vága Vaktarhald Magn við Streymin AWI Føroyar í Runavík Rúsan í Saltangará Rúsan í Trongisvági Rúsan í Klaksvík Rúsan í Miðvági Sp/F Hans Egil Joensen á Eiði Sp/F Vársól í Saltangará Sp/F 2. august (handilin hjá Pidda í Fuglafirði) Sp/F Kjartan Simonsen í Klaksvík Sp/F Handilshøllin í Skopun Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík Runavíkar Kommunuskúli Gávubúðin Prýði á flogvøllinum P/F Litaval Elektron Sp/F PE á Heykavegnum P/F Jógvan Weihe Kiosk Activ (J.C. Svabosgøta) Kiosk Activ (Jónas Broncks) Landssjúkrahúsið P/F NEMA (Brekkutún) TAKS – tollvaldið Teldutænastan Ansni Fútastova, Gongin Føroya Banki, Niels Finsensgøta Brennistøðin á Hjalla P/F NEMA (Smyrilsvegur) Mjólkarvirkið Búnaðarmanna Solar Sp/F Einar Mikkelsen Telebúðin, Niels Finsensgøta P/F Valbjørn Dalsgarð Magnstøðin á Frælsinum Magnstøðin við Ringvegin Rúsan í Havn Sp/F Johannes Andreassen P/F Maria Poulsen Argja Skúli SMS Føroya Tele PE í miðbýnum Sp/F Marco Polo Sp/F Diva Tjaldur Apotek Hotel Føroyar Hotel Tórshavn FK í Hoyvík Hotel Hafnia Café Natúr Tórshavnar Havn 2 x 3 Timburhandil Bindibúðin The Body Shop Kt-fyrisitingin Sp/F Glitnir Effostøðin í Gundadali Suðuroyar Sparikassi í Havn Her eru vak­ mynda­tólini Hetta er ein listi yvir tey støð í Føroyum, har eftiransing er við vakmyndatóli. Afturat hesum eru nøkur mál til viðgerðar í Dátueftirlitinum, sum ikki eru avgreidd enn. Dátueftirlitið skal góðkenna øll vakmyndatól, men har siga tey, at listin er kanska ikki heilt fullfíggjaður. Ein orsøk er, at onkur kann hava sett vakmyndatól upp, uttan at hava boðað Dátueftirlitinum frá, sum tey eiga. Tað kann eisini henda, at onkrar av hesum fyritøkum, sum hava fingið loyvi til vakmyndatól, eru hildnar uppat, ella hava tikið vakmyndatólið niður aftur. Men tey vakmyndatól Dátueftirlitið hevur góðkent, eru á hesum støðum: MEIRA UM SAMA EVNI Á SÍÐU 8