fríggjadagur 24. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað er rættiliga oftani, at
vakmyndatól hjálpa okkum
at uppklára stuldur, herverk
og onnur brotsverk.
Tað
staðfestir
Hildur
Hentze, varaleiðari á krimi
naldeildini hjá løgregluni í
Føroyum.
Tey hava ikki tøl fyri,
hvussu
oftani
løgreglan
brúkar vakmyndatól í sínum
uppkláringararbeiði.
Men tað er rættiliga oft
ani, sigur varaleiðarin á
kriminaldeildini.
Tá ið okkurt er á vási, eru
vakmyndatól altíð eitt tað
fyrsta løgreglan hugsar um.
–
Vakmyndatól
gevur
rættiliga góðar myndir og
tær siga nógv meiri enn lang
ar forkláringar.
Hildur Hentze sigur, at
eru myndir tøkar frá einum
vakmyndatóli,
beinir
tað
eisini allan iva burtur um
eina hending, tí so er ikki so
nógv at kjakast um.
Vakmyndatól verða ikki
bara brúkt at uppklára stuld
ur og herverk. Tey verða eis
ini brúkt í vanligum kann
ingararbeiði.
Eitt nú veit hon dømi
um, at vakmyndatól hava
bæði hjálpt til at fella neyð
tøkubrotsmann, og tey hava
hjálpt til at fríkenna mann,
sum hevur verið undir ill
gruna fyri neyðtøku.
Hon heldur ikki, at nak
ar vandi hevði verið í at sett
vakmyndatól upp á almenn
um støðum.
– Tað verður ført fram, at
tað er at ganga privatlívinum
ov nær, men tað haldi eg, er
burturvið.
– Vit hava ongan áhuga
í at sneyta, hvør gongur í
býnum og hvar. Vit hyggja
bara at myndum, tá ið brúk er
fyri tí at loysa eitt mál – og so
hava vit eisini tagnarskyldu,
sigur Hildur Hentze.
Hon er sannførd um, at tey
allarflestu høvdu einki havt
ímóti, at fleiri vakmyndatól
vórðu sett upp ymsastaðni,
tí tey hava einki klemmu av
nøkrum slagi.
Tvørturímóti ivast hon
ikki í, at tey høvdu havt tað
fatan, at tey høvdu verið
betur vard, høvdu fleiri vak
myndatólk verið.
Hon vísir á, at í Danmark
eru vakmyndatól á almenn
um plássum, í tokum og í
bussum, men eingin hugsar
um tað.
EFTIRANSING Vakmyndatól eru eitt fantastiska hent amboð hjá
Løgregluni, sigur varaleiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni
Vakmyndatól hjálpa
okkum at uppklára
nógv brotsverk
Vakmyndatól hava
bæði hjálpt til at fella
neyðtøkubrotsmann,
og tey hava hjálpt til at
fríkenna mann
– Vakmyndatólini hjálpa okk
um at avdúka bæði herverk
og stuldur.
Tað sigur Bogi Andreasen,
býlingsstjóri
í
landsins
størsta
handilssamtaki,
SMS.
Hann ásannar, at tjóvar
gera um seg í sølumiðstøðini,
uttan at hann tó vil siga, at
tey endiliga eru so ræðuliga
illa plágað.
Hann sigur eisini, at vak
myndatólini gera ein vissan
mun, serliga tá ið hugsað
verður um, hvussu snildir og
framligir tjóvar kunnu vera.
– Og tað er verri enn so
altíð av neyð, at stolið verður,
sigur hann.
Hann sigur, at ítøkiligt
dømi er um konufólk, sum
var í klædnahandil í SMS og
stjól eitt plagg.
– Tá ið hon var farin úr
handlinum, fór hon fyri seg
sjálva og passaði plaggið,
men tað var eitt nummar
ov stórt. So hon gjørdi ikki
mætari enn at fara inn aftur
í handilin við plagginum,
men aftyrfyri stjól hon so
eitt plagg, ið var eitt nummar
minni.
– Í veruleikanum er tað
rættiliga ”imponerandi”, so
ósmædnir tjóvarnir kunnu
vera, sigur býlingsstjórin í
SMS.
Hann sigur eisini, at tað
vóru vakmyndatólini, sum
eini jól avdúkaði umfatandi
herverk á jólapynt, sum var
rættiliga dýrt at keypa aftur,
men
ungdómarnir,
sum
framdi herverkið, vóru væl
og virðiliga filmaðir, so tað
fekk sølumiðstøðin endur
gjald fyri.
Avdúka stuldur og herverk
MEIRA UM SAMA EVNI Á SÍÐU 6