fríggjadagur 24. mai 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ung í arbeiði
Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum arbeiði
Ung í arbeiði er ein verkætlan, har Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum at
gera fyrifallandi arbeiði so sum smáumvælingar, lúka og sópa gøtur, mála og rudda.
Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 1. juli-12. juli ella 15. juli-26. juli. Lønin er tann sátt-
málaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn.
Kravið er, at tú ert 14 ár 1. juni, men ikki 17 ár 26. juli. Harumframt er treytin, at
tú ert búsitandi í Tórshavnar kommunu. Ert tú t.d. í skúla aðrastaðni, men flytur aftur
til kommununa í summarfrítíðini, kanst tú eisini søkja.
Tilmelding
Ert tú til dystin fús, skalt tú melda teg til umvegis www.torshavn.fo í tíðarskeiðnum
21. mai kl. 10 til 7. juni kl. 14. Teldur eru tøkar á Býarbókasavninum og í Snarskivuni.
Vit sóknast eftir bólkaleiðarum
Dugir tú at arbeiða við ungdómi, ert ágrýtin, torir at taka avgerðir og ert mitt í tjúgu-
num ella eldri – so ert tú júst tann, vit sóknast eftir sum bólkaleiðara til Ung í arbeiði.
Kommunan setur eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki
til vanligt anleggsarbeiði er ein fyrimunur.
Bólkaleiðarin hevur, saman við samskiparanum, leiðsluna av ungdómunum, ið skulu
gera fyrifallandi arbeiði í kommununi.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og
Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólkaleiðari.
Arbeiðið fevnir um tíðarskeiðið 28. juni til og við 26. juli.
Meira fæst at vita um verkætlanina frá samskiparanum Petur Háberg við at senda
teldupost til ungiarbeidi@torshavn.fo
Umsókn skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juni
2013, og verður hettar gjørt gjøgnum heimasíðuna hjá Ung í arbeiði, sum tú finnur
á www.torshavn.fo.
Tórshavnar kommuna