fríggjadagur 24. mai 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøgdsemi
í 20 ár
Onki kemur av ongum. Heldur ikki okkara
viðskiftafólk. Hvønn dag seta vit persónligu
tænastuna fremst og geva altíð okkurt lítið
eyka. Vit halda altíð meira enn vit lova.
Og júst hetta er orsøkin til at okkara
viðskiftafólk koma aftur og aftur – og aftur.
Vinningurin hesaferð er
gávukort, virði 4000,-
frá Cosméto
Starvsfólk til Krásadeildina
Vit sóknast eftir m/k til matgerð og arbeiði í Hjallinum;
ein spennandi deild har tú ert í tøttum sambandi við
viðskiftafólkini.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Ring 315262 og
spyr eftir Eydnu, ella send teldupost til jorgen@sms.fo
Løn eftir avtalu.
Innan fyri
gekkaskortin
Enn eina ferð er sinnið farið við skemtaranum
og politikaranum úr Javnaðarflokkinum
Tann, sum dittar sær at vera
politiskt ósamdur við Sjúrð
Skaale, er ikki kongsins vinur,
sum tey plaga at taka til.
Loyvdi mær í vikuni at
knýta eina politiska viðmerk
ing til hesa nógv umrøddu
kanningina, har ið Sjúrður
hevur sett 1.000 danskarum
spurningar av øllum handa
slag.
Hetta hevur eftir øllum
at døma fest í stutta fjúsið á
Sjúrði, tí nú síggi eg, at hann
í einum lesarabrævi hevur
latið gekkaskortin falla, og
hógvarnir stinga undan.
Tann annars so stuttligi og
skemtiligi politikarin blívur
enn eina ferð persónliga
stingandi og hevur hug at
gerast óreinur.
Útbrotini plaga at ganga
út yvir fakfólk, ið eru knýtt
at mínum virksemi sum
fólkatingsmaður, og soleiðis
er eisini hesuferð.
Og so málar skemtarin
og politikarin enn eina ferð
myndina av, at mín politiska
skriving og politisku innlegg
ikki skulu lýsa mínar egnu
persónligu politisku mein
ingar og áskoðanir.
Hvat skal man halda um
slíkt?
Í øllum førum kann eg
vissa um, at mær nýtist onga
hjálp til at finna út av, hvar
eg standi politiskt. T.d. havi
eg ikki skift millum full
veldisflokk og ein sonevndan
samríkisflokk, ella umvent.
Og eg havi heldur ikki
tørv á at spilla út øll tey fittu
og dugnaligu starvsfólkini
hjá
Javnaðarflokkinum
í
Fólkatinginum, sum trúliga
hjálpa
sínum
fólkatings
manni í dagliga politiska ar
beiðinum.
Einaferð mátti hann blivið
vaksin.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
viðmerkingar