Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 24. mai 2013 2 VIKUSKIFTI Boksing Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Teir eru báðir komnir upp í 30’ini, hava eina langa yrkisleið aftanfyri seg og hava mest sum sett yrkisleiðina upp á spæl, nú teir hittast í einum boksidysti í London leygarkvøldið. Bretin Carl Froch og danin Mikkel Kessler eru fremstu boksararnir í sínum landi í løtuni, og nú skulu teir fyri aðru ferð boksa meistaraskapsdyst ímóti hvørjum øðrum. Fyri trimum árum síðani vóru teir í boksiringinum í Herning, og ta ferðina vann Kessler, hóast nógvir serfrøðingar hildu, at dysturin tað sama kundi verið dømdur javnur ella sum ein sigur til Froch. Alt ella einki 35 ára gamli Carl Froch er ættaður úr Nottingham, og hann hevur havt eina flotta yrkisleið sum boksari. Hann hev­ur boksað 32 dystir, og 30 av teim­ um hevur hann vunnið. Í løtuni hevur Froch beltið í super-miðalvekt hjá IBF felags­skap­inum. 34 ára gamli Mikkel Kessler er úr Keyp­mannahavn, og hann hevur boksað 48 professionellar dystir. Av teimum hevur hann vunnið heilar 46 dystir. Í løtuni hevur Kessler beltið í super- miðal­vekt hjá WBA felagsskapinum. Í boksidystinum í 02 Arena í London leygarkvøldið standa bæði meistara­ heitini upp á spæl, og tí stendur annar boks­arin eftir sum tann stóri vinnarin – meðan hin stendur eftir við ongum og skal um­hugsa sína framtíð sum boksari. Byrsan ella sigarettin? Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Frá filminum Ironman 3 klumman Eyðun Klakstein Leygarkvøldið hittast meistaraboksararnir Carl Froch og Mikkel Kessler í London. Teir hava hvør sítt belti at verja, men bert annar kann standa eftir sum meistari Vit skulu hava nýggja vápnalóg, sum í størri mun tekur hædd fyri, at vápn eru vandamikil, og at eigarar av vápnum mugu duga at fyrihalda seg til tey og brúka tey rætt. Vápnakeyparar skulu fyrst á skeið fyri at fáa vitan um byrsur og brúk av byrsum, áðrenn teir kunnu fara til fútan eftir einum vápnaloyvi. Og so ber til at fara í handilin at keypa fuglabyrsuna. Tað ljóðar alt skilagott, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fyrireikar nýggja lóggávu, sum fer at gera vápnalógina strangari, tí vápn eru veruliga vandamikil. Men samanborið við eina sigarett er ein byrsa ikki serliga vandamikil í Føroyum. Sagt verður, at eini 80 føroyingar doyggja á hvørjum ári orsakað av royking, meðan tað eru ár ímillum, at eitt byrsuskot ger nakran álvarsaman skaða á fólk her á landi. Alt er relativt og kann samanberst og vigast upp ímóti hvørjum øðrum. Spurningurin er tí, um vit ikki heldur skuldu fingið eina strangari roykilóg. Sent fólk á skeið fyri at læra tey at handafara sigarettir, áðrenn tey kundu farið til landslæknan at biðið um tubbaksloyvi. Síðani kundu tey farið í ein góðkendan handil at keypt sær ein pakka av sigarettum. Hetta kundi kanska av álvara fingið bilbukt við hendan vandamikla dreparan – sigarettirnar. Og sum við vápnalógini kundu vit eisini givið tubbaksamnesty. Latið fólk, sum liggja inni við ólógligum sigarettum, borið hesar til løgregluna uttan at fáa revsing afturfyri. Í øllum førum fram til ársskiftið. Og meðan vit eru við forboð og strangar reglur, kundi næsta trekkið kanska verið at stramma dansibandslógina her á landi. Sent fólk á skeið í at handfara dansibandstónleik. Og latið tey, sum liggja inni við fløgum av Kandis og Vikingarna, bera tær til løgregluna uttan at fáa revsing afturfyri. Í øllum førum fram til ársskiftið. So segði hon... Teir stríðast fyri boksilívinum – Seinastu tíðina havi eg bara kunnað luktað til køkurnar, tá eg havi verið til arbeiðis, og tað er ikki so lætt, tá tú ert von við at fáa tær ein lítlan køkubita hvønn dag Bakarin Jórun L. Mørkøre, sum er føroyameistari í fitness Mikkel Kessler og Carl Froch hittast í stórdysti í London leygarkvøldið