mánadagur 27. mai 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Agga Niclasen
Viðmerking síða 28
Null
mongolar,
eingin
deyv...
Tóra við keldu
viðmerking síða 27
Alt
er ikki
happing
Her í blaðnum fríggjadagin lýstu
vit enn eitt brot í stríðnum millum
stóra elfelagið SEV og lítla privata
vindorkufelagið í Vestmanna, Vind
røkt. Hesaferð er stríðið ein vind
mylla, sum liggur niðurpakkað í
einum grótboti uppi við Eiðisvatn.
Søgan er í stuttum tann, at SEV
hevði tríggjar vindmyllur í Neshaga
av danska slagnum Vestas. Hetta
eru sama slag myllur, sum Vindrøkt
hevur í Vestmanna, har eisini tríggj
ar eru. Í januar og í mars í fjør brot
naðu tvær av myllunum í Neshaga,
og í august var tann triðja tikin nið
ur. SEV hevur keypt nýggjar myll
ur av slagnum Enercon, sum ikki
hóska at brúka saman við Vestas
myllum. Tað var í hesum sambandi,
at Vindrøkt hevði ein fyrispurning
hjá SEV, um felagið kundi yvirtaka
hesa mylluna og seta hana upp í
Vestmanna. Men her var svarið eft
ir øllum at døma eitt tvørt nei.
Sambært nevndarformanninum
í SEV, so eru Vindrøkt og SEV í kapp
ing – og hann heldur eisini, at um
SEV vinnur privata vindmyllufelag
num neisir, so er tað ein vinningur
fyri Føroya fólk, hvussu tað so skal
skiljast.
Hjá Vindrøkt hevði hetta merkt,
at felagið kundi framleitt grøna
orku við hesi myllu, sum kundi spart
2,2 milliónir krónur í oljuútreiðslum
hjá SEV.
Tað kann so ongantíð vera ein
fyrimunur fyri Føroya fólk, at hend
an myllan liggur niðurpakkað uppi í
haganum norðuri á Eiði, heldur enn
at hon framleiddi grønan streym í
Vestmanna.
Og fyri brúkaran er tað líka mik
ið, um eitt privat felag kann tjena
pengar upp á at selja streym inn
á neitð hjá SEV, heldur enn at SEV
brennir olju uppi á Sundi og fram
leiðir dýrari streym og dálkar nátt
úruna.
Hvør er trupulleikin við, at priv
atir veitarar lata streym inn á net
ið hjá SEV? Er tað ikki bara gamla
monopolskrímslið, sum kommun
alpolitikarar so gjarna vilja varð
veita? Hevði tað ikki verið ein loysn
at latið eitt sindur upp her? At latið
onnur sloppið at framleitt streym
inn á netið?
Søguliga sæð, so hevur SEV
stríðst ímóti vindmyllum í Føroy
um. Tað bar ikki til, segði SEV. Men
tað ber til, og tað ber eisini til hjá
øðrum, enn hjá SEV.
Tað, sum hevur týdning fyri
brúkaran er, at hann fær bíliga
orku – og tá grøna orkan er bíligari,
so fær náttúrin eisini vinningin – so
áttu øll at verið glað.
margháttligt stríð um vind
Høvdu tey í Tjóðveldinum
havt makt sum tey høvdu
akt, so høvdu Føroyar verið
lýst fullveldi frá í dag at
rokna.
Tí dagurin 26. mai í 2001
var ikki bara 33 ára føðing
ardagurin hjá Fríðriki krún
prinsi – men tað var dagurin,
tá Føroya fólk á fólkaatkvøðu
skuldu fáa høvi at taka støðu
til, um Føroyar skuldu lýsast
sum ein suverenur fullveld
isstatur.
Sambært ætlanum hjá
fullveldislandsstýrinum hjá
Høgna Hoydal og Anfinn
Kallsberg, so skuldi skiftis
tíðin verða 12 ár, og hetta tíð
arskeið skuldi føroyska sam
felagið tillagast, so tað frá í
dag at rokna skuldi klára seg
uttan ríkisveiting úr Dan
mark.
Men alt broyttist, at tá An
finn Kallsberg avlýsti fólkaat
kvøðuna. Samstarvið millum
Tjóðveldi og Fólkaflokk helt
tó fram – eisini eftir valið í
2002, men slitnaði í desember
í 2003.
Størsta málið hjá hesum
landsstýrinum – har Fólka
flokkurin hevur stórt vald,
var at hækka blokkstuðulin
200 milliónir. Tann ætlanin
miseydnaðist
eisini.
Vit
kunnu so bara út frá politiska
veruleikanum staðfesta, at
hvørki fullveldi ella fólkaat
kvøða eru í politiskari eyg
sjón.
Kundu havt fullveldi í dag
Kaj Leo Holm Johannesen
Tiltakið happing móti børn
um er eitt sera gott tiltak,
sum vit øll eiga at stuðla,
børn sum happa onnur børn,
hava fingið tað onkustaðni
frá, helst heimani frá fyri
tað mesta.
Vaksin fólk happa eisini
hvønn annan.
So tá vit uppliva dag og
dagliga fjølmiðlafólk og polit
ikarar happa hvønn annan í tí
almenna rúminum við spjað
andi ákærum og manglandi
virðing, so ávirkar tað hjá
øðrum í samfelagnum.
Vit kunnu øll gerast betur
at fáa happing burtur, so
hvar skulu vit so byrja?
Haldi tað er hóskandi at
eg byrji við mær sjálvum, tað
er jú ikki bara hini.
Áhugafelagið
Antares, sum er
felagsskapur fyri
føroyingar, sum
starvast uttan
lands, hevur latið
Livar Nysted ein
gávukekk
upp
á 50.000 kr, og
verður
felagið
harvið
ein
av
høv usstuðlu
num hjá Livar
Nysted, nú hann
skal rógva tvørt
ur um Indiska havið.
– At stuðla túrinum hjá
Livar Nysted við so stórari
upphædd hevur bara kunna
latið seg gjørt við góðari
hjálp frá okkara limum og
fólk annars sum hava verið
við til at savna henda pen
ing inn, sigur felagið í frá
boðan.
Felagið, sum varð sett
á stovn í 2004, hevur í dag
meira enn 500 limir, sum
starvast innan fyri nógv
ymisk arbeiðsøki uttan
lands, har størsti parturin
av limunum starvast innan
sjóvinnuøki.
Felagið
ger
nógv burturúr á tí sosiala
økinum, har tey skipa fyri
tiltøkum av ymsum slag.
Eisini royna tey eftur føri
mumi at veita ráðgeving um
pensiónir, skatt og annað,
sum hevur felags áhuga.
Túrurin hjá Livari Ny
sted byrjar á leið 1. juni á
vestursíðuni av Australia
nærhendis Perth, og er mál
ið Mauritius, sum teir ætla
at náa náa mánaðir seinni.
Hettar ein teinur upp á
6.500 km á opnum havi, og
eru teir tríggir at rógva bát
in RIO, sum er 29 føtur til
longdar.
– Vit fara at ynskja Livari
alt tað besta á túrinum vest
ur yvir hav, og fara vit at
fylgja honum á túrinum við
at skriva greinar og leggja
myndir út á alnótina, sigur
felagið Antares.
Antares høvuðs
stuðul hjá Livari
Ein niðurpakka vindmylla
framleiðir so ongan streym
Lisið á