mánadagur 27. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Arbeiðið at áseta eitt føroyskt
fátækramark, gongur seint.
Tað ásannar Sonja Jógv
ansdóttir, sum er limur í ar
beiðsbólkinum, Annika Ol
sen setti í heyst at áseta eitt
føroyskt fátækramark.
Endamálið var, at arbeiðs
bólkurin skuldi vera liðugur
1. apríl í ár.
Men nú er mai mánaði
skjótt liðugur og enn røkist
einki fyri, at eitt arbeiðið at
áseta eitt føroyskt fátækra
mark, verður liðugt.
Og Sonja Jógvansdóttir
ásannar, at tað verður heldur
ikki í bræði, at vit fáa nakað
fátækramark.
– Tær mest bjartskygdu
vónirnar siga mær, at vit
vera liðug einaferð í heyst.
Men kanska verður tað ikki
fyrrenn næsta ár, sigur hon.
Hvat hoyrir til?
Tað eru ymsir mátar at áseta
eitt fátækramark eftir, men
í arbeiðsbólkinum er niður
støðan, at vit skulu leggja
eitt fátækramark eftir livi
kostnaðinum og kostnaðar
støðinum í samfelagnum.
Tað merkir, at vit skulu
leggja eina kostnaðarætlan
fyri, hvat krevst av pengum
hjá hjá einum húski fyri at
kunna hava eitt virðiligt lív,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Og fyri ein stóran part
er tað júst hetta, kjakið í ar
beiðsbólkinum nú snýr seg
um.
– Hoyrir tað við til eitt
virðiligt lív, at eitt húski hev
ur ráð til Televarpið, parabol
og internet?
– Hoyrir tað við til eitt
virðiligt lív, at eitt húski hev
ur ráð at fara uttanlands
einaferð um árið í summ
arfrí?
– Eigur eitt húski at hava
ráð at fara til tannlækna, lata
børnini hava frítíðarítriv og
keypa teimum Playstation?.
– Við øðrum orðum skulu
vit royna at áseta, hvat er eitt
rættvís útreiðsla hjá einum
húski og tað er ein torfør
uppgáva.
Fleiri fátækramørk
Hon sigur, at ein møguleiki er
eisini at áseta fleiri fátækra
mørk.
– Eitt mark kann verða
eitt avgjørt minstamark fyri,
hvat krevst fyri at kunna
liva. Síðani kann eitt mark
vera fyri, hvat krevst fyri at
hava eitt toluligt lív og eitt
mark fyri, hvat skal til fyri
at liva eitt innihaldsríkt og
virðiligt lív.
– Tað eru ómetaliga nógvir
spurningar at taka støðu til,
tí arbeiðið er so umfatandi,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
– Tá ið vit hava ásett eitt
fátækramark, skal tað vera
eitt haldgott mark, sum vit
eisini fakliga kunnu verja.
Men hon leggur afturat,
at í arbeiðsbólkinum hava
tey nógv, gott, fakligt kjak
um hesi evnini, so arbeiðið
at áseta eitt fátækramark
gongur fram á, um enn tað
gongur ógvuliga spakuliga.
Fátækramark
gevur rættindi
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at tað hevur alstóran týdning
at vit fáa eitt fátækramark.
– Vit hava nógvar bólkar
í samfelagnum, sum eru
illa fyri. Men hava vit eitt
mark fyri, hvat fólk skulu
hava at liva fyri, bindur tað
politiska myndugleikan til at
tryggja, at ongin fer niðurum
fátækramarkið.
– Eitt fátækramark gevur
sostatt landsins borgarum
nøkur rættindi og ikki minst
gevur eitt fátækramark børn
unum nøkur ávís rættindi.
Hon sigur, at tølini, sum
eru til taks, vísa, at tað eru
nakrir ávísir bólkar í Føroy
um, sum er í vanda fyri at
enda í fátækradømi.
Talan er helst um konufólk
og støk, men serliga eru
ungar mammur við børnum,
illa fyri og somuleiðis eru
pensjónistar illa fyri.
– Tað vísir seg eisini, at
longri burtur, vit koma frá
miðstaðarøkinum, minni inn
tøku hava fólk. Men fyri tað
er ikki sagt, at tey eru fátøk, tí
ofta er kostnaðarstøðið eisini
munandi lægri, ikki minst
húsaprísirnir,
samstundis
sum at fólk á bygd ofta hava
atgongd til jørð og annað
náttúrutilfeingi.
Hinvegin ber eisini til at
hava rættiliga góða inntøku,
men kortini liva í fátækt, tí
útreiðslurnar til bústað eru
so høgar.
Áki Bertholdsen
65 krónur at liva fyri um
dagin!
Tað er veruleikin hjá yvir
200 familjum í Føroyum í dag
– í minsta lagi.
Tað
staðfestir
Anliss
Bjarkhamar, sum tók stig til
og rekur hjálparfelagsskapin,
Í menniskjum góður tokki.
– Vit eiga at halda uppat
við kjakinum um tað eru
fátøk í Føroyum. Kjakið eigur
at snúgva seg um, hvat vit
gera við tað.
Men
spurningurin
er
kanska, hvussu stóran áhuga,
hetta hevur, tí hóskvøldið
skipaði Ungdómsfelagið hjá
Javnaðarflokkinum fyri al
mennum fundi um fátækra
dømi, har Anliss Bjarkhamar
og Sonja Jógvansdóttir, sam
skipari í Samtaki, løgdu fram,
men har vóru ikki meiri enn
15 fólk og lurtaðu.
Hava hjálpt
2.549 børnum
Annlis Bjarkhamar sigur, at
hesi trý árini Í menniskjum
góður tokki hevur virkað,
hava tey latið 2,8 milliónir
krónur í jólahjálp til 1256
familjur.
Í hesum familjum hava
verið tilsamans 2549 børn.
– Hetta eigur at steðga
øllum kjaki um, antin tað er
fátækradømi í Føroyum!
Anliss Bjarkhamar sigur,
at í fjør lótu tey 436 familjum
jólahjálp.
– Yvir 200 av teimum
høvdu minni enn 2000 krónur
at liva fyri um mánaðin, ella
65 krónur um dagin.
– Tað er óneyðugt at siga,
hvussu stutt hetta røkkur
í dagsins samfelagi. Tað
merkir so aftur, at hjá øllum
hesum 200 familjunum, snýr
tilveran seg rætt og slætt um
at fáa mat í munnin.
– Hetta eru bara tey, sum
vit hava havt samband við,
men talan er um nógv onnur
eisini.
Velja ímillum
mat og stivlar
Anliss Bjarkhamar sigur, at
hesi fólkini eru hvønn ein
asta dag í eini støðu, har tey
skulu velja ímillum at rinda
eina rokning ella um tey
skulu keypa mat.
– Og at hava eina heita
máltíð hvønn dag, kunnu tey
gloyma alt um.
– Vit vita eisini, at hjá
nógvum er ikki hugsingur
um at hava frítíðarítriv, at
halda føðingardag, ella at
keypa ein vetrarjakka til eitt
av børnunum.
– Ein vetrarjakki, kann fara
avstað við øllum tøka pen
inginum í ein heilan mánað
og hjá nógvum at hesum
familjum, er bjargingin at
finna í klædnahandlinum
hjá Bláa- og Reyða Krossi.
Hon sigur, at hjá yvir 500
børnum er veruleikin tann,
at tey hava ikki ráð til heitan
mat hvønn dag, ikki ráð til
klæðir, frítíðarítriv ella føð
ingardagar.
– Ein vanlig reaktión er, at
hesi børnini avbyrgja seg frá
øðrum. Ofta sær tað út til, at
tey eru eru bara soleiðis, men
tað er næstan altíð av neyð, tí
tey skammast.
Ongin botnur í
Anliss Bjarkhamar sigur, at
ein stórur trupulleiki er, at í
nógvum almennum veiting
um, er onki botnstøði, hvørki
í ALS ella í Barsilsskipanini.
– Tað merkir, at onki
minstamark er fyri, hvussu
lágt útgjaldið kannn vera.
– Tær almennu skipanir
nar skuldu vera trygdarnetið
undir fóllk og tí er tað mein
ingsleyst, at tað nettupp
skulu hesar somu almennar
skipanirnar, sum beinleiðis
tveita fólk út í fátækradømi.
– Tað sama ger seg gald
andi, tá ið fólk verða sjúk, tí
teimum lofta tær almennu
skipanirnar heldur ikki.
Anlis Bjarkhamar vísir á,
at útreiðslurnar til mat er
mangan einasta útreiðsla,
ein familja sjálv hevur ræðið
á, tí húsaleiga, heilsutrygd,
olja, SEV, og nógvar aðrar út
reiðslur, eru fastar.
– Tað merkir, at hvørja
ferð ein tannlæknarokning,
ella okkurt annað óvæntað
stingur seg upp, verður náp
að av matkontuni.
Mangan hava tey heldur
ikki ráð at keypa heilivág
og sostatt fáa viðgerð fyri
sjúku.
Hon
sigur,
at
nýggj
gransking í Noregi hevur eis
ini staðfest, at tað tað kann
beinleiðis mátast á kropp
inum á børnum, um tey liva
í fátækradømi ella ikki, tí tey
eru so illa fyri.
Flýggja av landinum
Annlis Bjarkhamar sigur, at
tað er vanligt, at fólk, sum
liva í fátækradømi, flyta
rættiliga ofta, eitt nú úr
størri íbúð í minni og bíligari
íbúð, ella heim til foreldur,
tí tey hava ikki ráð til íbúð
yvirhøvur.
– Men tað mest syrgiliga
er, at nógv av hesum fólkum
flýggja av landinum, tí í
Danmark eru møguleikarnir
betri og skipanirnar betri.
– Tað er slett ikki óvanligt,
at familjur, sum hava fingið
jólahjálp frá okkum, flyta
summari eftir.
- Tí tann tað vera, at tølini
fara at vísa, at fátækradømið
minkar í Føroyum. Men tað
er ikki tí , at umstøðurnar
batna, men tí at tey eru flýdd
av landinum.
– Sostatt halda vit fram
at útflyta okkara sosialu
trupulleikar og tað er rætti
liga syrgiligt, heldur Anliss
Bjarkhamar.
Yvir 500 børn í Føroyum
liva í størsta fátækradømi
FÁTØK Í FØROYUM Fleiri hundrað familjur í Føroyum hava minni enn 65 krónur um dagin at liva fyri og tey
koma javnan í eina støðu, har tey skulu velja ímillum at keypa mat ella einar vetrarstivlar til eitt av børnunum
Gongur seint at fáa eitt
føroyskt fátækramark
FÁTØK Í FØROYUM Arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark, gongur seint
og tað verður kanska ikki liðugt fyrrenn næsta ár, sigur limur í arbeiðsbólkinum
– Hjá yvir 500 børnum er
tann beiski veruleiki tann, at
tey fáa ikki heitan døgvera
hvønn dag, tey hava ikki
ráð at halda føðingardag
ella at hava eitt frítíðarítriv,
sigur Anliss Bjarkhamar