mánadagur 27. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andrias pápabeiggi er farin,
sunnudagin 12. mai svav
hann friðarliga inn í heimi
sínum 79 ára gamal, eg kann
siga, at hann doyði líka so
friðarliga, sum hann livdi.
Andrias var nummar seks
av 10 systkjum, foreldrini
vóru Thomas Jacob og Nico
lina Johannesen við Eiriks
toftir í Miðvági.
Pápin
Thomas
Jacob
gjørdist avlamin av Tuberkl
um sum ungur maður, og
pápi mín John á Løgmansbø,
sum var elstur av brøðrunum,
mátti sum heilt ungur taka
ábyrgd
av
húsinum
og
systkjunum, tað hevur ikki
verið nemt hjá honum, men
næstan øll komu tey væl til
sítt vaksna lív.
Pápi fór sum ungur at
rógva út í Grønlandi, og
beiggjarnir komu eisini við,
sum teir vuksu til, teir høvdu
eitt heilt serligt vinarband,
serliga Pápi, Arnold, Andrias,
Kristian og Karl sum var
yngstur.
Pápi, Arnold og Andrias
bygdu í 50’unum síð um síðu
inni í “Hús,” og frá tá av vóru
teir nærsagt óatskiljiligir, teir
róðu út saman, fiskaðu síl
saman og skutu harur sam
an, teir gingu á møtir sam
an, í kirkju, hugdu eftur fót
bólti og telvaðu, ja so góðum
beiggjum skuldi tú leita
leingi eftur.
Onkuntíð so var tað ov
nógv fyri frúurnar, eg kann
minnast, at einaferð teir
fara á hvør sínari súkklu, við
teimum langu sílatráðunum
bundnum fram á róðri, tá
hanga tær allar hvør úr sín
um vindeyga og skrála “Tit
skula bara ikki koma aftur,
sovið bara har norði,” teir
bara vinkaðu glaðir til svar.
Tá pápi sjóláts við ís
lendska bátinum Sjø-stjørn
an broyttist alt, tað tók
beiggjunum heilt óalmindi
liga fast og ikki trúgvi eg, at
teir nakrantíð komu yvur
tað.
Andrias pápabeiggi var
ein ótrúliga sterkur maður,
bæði kroppsliga og ikki
minst sálarliga, hann hevði
eina sterka gudstrúgv, sum
altíð var har til staðar, og
sum hann ongantíð sveik.
Andrias hevur ongantíð
roykt ella drukkið, so fáir
kundu taka hann í at orka.
Teir
beiggjarnir
vóru
framúrskarandi veiðumenn,
líka frá tí eg dugdi at stetla,
so kann eg minnast harurnar,
sum lógu ígjøgnum allan
køkin hjá Ommu líka út í tún,
har var lív og gleði.
Ikki áttu tey nakra jørð og
seyð, men fiski og eplum og
grind og spiki var altíð nokk
av hjá teimum og okkum.
Einaferð, tá eg hevði keypt
Kvíandal sum haruhaga, so
vóru vit komnir til síðsta
dag og vit høvdu fingið
einar 4 harur og tímdu ikki
at skjóta meir og komu so
oman umleið kl. 13, tá koma
teir báðir Andrias og Arnold,
“kunna vit fara ein túr, vit far
bara at ganga undirhagan,
fara slettis ikki uppá,” tað var
í fínasta lagið, sigi eg, men eg
haldi ikki, at tit fáa nakra,
vit sóu í hvussu ikki nakrar
aðrar enn hesar, vit fingu.
Tað gekk ikki meira enn
hálvur annar tími, so kom
bilurin hjá Andrias skreiðandi
í túnið hjá mær, tveir so eviga
glaðir pápabeiggar smekkaðu
bagagurúmið
upp.
“Hvat
heldur tú, ha”
Har lógu 10 so nossligar
harur í bagagurúminum, og
eg var snópin, men eisini
stoltur av mínum so heilt
óluksáliga fittu pápabeiggj
um.
Andrias kom til persónliga
trúgv á heilt ungum árum,
hann gekk altíð á møtir og
í 70’unum sungu vit saman
Andrias, Arnold, Thomas
Jacob, Jógvan Elias og eg
og so Edvin Thomasen sum
spældi orgul. Vit sungu til
møtir runt um alt Føroya
land, har høvdu vit manga
stuttliga løtuna.
Kom til hugs allar haru
túrarnar Andrias og eg hava
havt saman, bæði á Kvíandali,
Tjørndalsegg, Dalinum og á
Nýpuni, Heimaraleitinum og
í Eggini, nógvar hugnaligar
og ógloymandi løtur.
Einaferð vóru Arnold og
eg og skutu á Heimaraleiti,
vit høvdu fingið 8 harur og
vóru ávegis oman, tað var
byrjað at skýma - Andrias var
tá innlagdur við magasári,
sum plágaði hann í nógv ár
- beint sum vit koma om
an á varðagøtuna og síggja
oman yvur Miðvág, steðg
ar ein bilur niðanfyri tann
gamla vatnbrunnin og ein
maður loypur úr og fer við
ferð niðaneftur, hann renn
ur nakað rundt harniðri,
Arnold gjørdist so fúkandi
óður, “Ætlar hann at skjóta
innanfyri, tað skal ikki ganga,
den freki hundur.” Í tí sama
so hoyra vit, at maðurin
skjýtur og so tekur hann eina
haru upp og fer so omanaftur.
Arnold tók byrsuna og skjeyt
2 skot upp í luftina, maðurin
fór omanaftur og í bilin
og koyrdi avstað. Arnold
skeldaði allanvegin oman
um henda freka kúllin, sum
hevði skotið innanfyri mark
beint fyri nøsini á okkum. Tá
vit komu til hús, stóð Andrias
uttan fyri hjá Arnold, “Sóu
tit meg, eg fekk hana beint
oman fyri gamla brunn”,
hann vísti okkum eina stóra
góða haru og vit kundu ikki
annað enn flenna, hann var
útskrivaður sama dag og
hevði fingið strangar ordrar
frá læknanum um ikki at
gera nakað likamligt tað
fyrstu tíðina, men hatta var
bara Andrias.
Eina aðra ferð vóru eg
og Jógvan Elias bróður og
Andrias og skutu á Kvíandali,
tað var stórkavi og vit gingu
niðan dalin, Andrias gekk
niðast, á sløttum, eg gekk
nakað ovaligari og Jógvan
Elias ovastur, tað var ringt
at ganga, tí kavin var so
stórur. Við eitt, so síggji eg
ikki Andrias, eg haldi so, at
hann er í farin afturundur
onkunstaðni og bíði so til at
hann skal koma undan aftur,
eingin maður, tá grunaði eg,
at okkurt var galið og gekk
so oman til har eg síðst
hevði sæð hann, tá eg kom
hartil, hoyrdi eg rópini frá
honum, hann var farin niður
ígjøgnum kavan í eina á, av
tí at kavin var so høgur, var
eingin kjansur hjá honum,
sjálvur at koma uppaftur.
Tað var kanska einir 4 metrar
frá ovast á kavanum til nið
ast í ánni, eg fór so at sparka
kavan niður í ánna, til eg
fekk fatur í bakkan, tá var
Jógvan Elias eisini komin
har, so fingu vit saman fatur
í hendurnar á Andriasi og
hálaðu hann upp, tað kundu
vit flenna eftur aftaná, men
eg hugsaði mangan, hvussu
tað hevði verið vorði,um
hann var einsamallur, men
vit fingu so kortini 12 harur
tann dagin.
Ikki má eg gloyma æla
bogasílið, hann fekk á vatn
inum beint niðanfyri grót
brotið, tað var ein øgiligur
kampur, so at Lea, sum sat í
bilinum, mátti útum fyri at
síggja ordiliga, hetta var við
sleingitráðu og leingi vardi
kampurin, men at enda
vann Andrias og hálaði hetta
kempu ælabogasílið uppá
land og frøin var stór hjá
Andriasi, ikki mátti tað etast,
myndir vóru tiknar og sílið
varð síðan fryst, eg veit ikki
um tað liggur har í boksini
enn, men tað er størsta og
tjúkkasta
ælaboðasíl,
eg
nakrantíð havi sæð, tað var
60 centimetrar langt.
Altíð hevur vinskapur
verið har ímillum húsanna
og tað sama ímillum okkum
systkinnabørnini, altíð eitt
heitt hjartalag og tað er ikki
minst Andrias og Leu fyri
at takka. Sjáldan sást eitt
betur hjúnalag, enn ímillum
tey, tey hava altíð verið fyri
myndarlig.
Altíð
lýsti
forelskilsi
langan veg av teimum og
konumaður
var
Andrias
sum nakar, hann visti ikki
hvørjum beini hann skuldi
standa á, fyri at Lea skuldi
fáa tað sum best møguligt.
Ikki hevur tað verið so stutt
ligt tey síðstu nógvu árini,
har sjúka og likamligir ska
vankir hava forðað tí dagliga
gerandislívinum hjá teimum,
aldri hoyrdi tú tey grenja og
gremja seg.
Tað verður tungt hjá Leu
framyvur, tí tey hava eis
ini verið saman, síðan tey
vóru blaðung, men tann,
sum tey bæði settu sítt álit
á frá ungum døgum av, fer
ivaleyst at hjálpa og ugga
tað bløðandi hjarta, sum so
mangan.
Eg kundi sagt nógvar
søgurnar um Andrias pápa
beiggja, men fari bara at for
telja eina avtrat, hon er úr
Føroyingahavnini, har ein
maður datt av kaikantinum
á bláman, hann dugdi ikki at
svimja og byrjaði at søkka.
Andrias, sum tilvildarliga
kom framvið, sá at ikki var
tíð at fara eftur báti ella
nøkrum øðrum og fór sum
eitt fok niður ígjøgnum ein
stiga (í Føroyingahavnini er
munurin á flóð og fjøru einar
6 metrar, tí høvdu teir gjørt
sovornar stigar við kanska
10 meturs millumrúmum,
so menn altíð kundu koma
niður í útróðrarbátarnar. Tá
hetta hendi, var full fjøra, so
langt var niður á sjógv). Tá
Andrias er komin heilt niður
til sjógvin, fær hann við at
halda sær við aðrari hond
ini í stiganum og strekkja
seg so langt hann kann,
fatur í manninum, hetta er
ein maður sum vigar um
tey 200 pundini og gjóg
numdruknaður av sjógvi og
uttan vit. Andrias fortaldi
einaferð fyri mær, at tað var
eins og ein rødd segði við
hann: “Tak hann bara upp,
eg skal geva tær styrki.”
Í einum taki og við aðrari
hondini syfti Andrias mann
in upp úr sjónum og uppum
seg sjálvan og helt honum
har, til fólk kom til, beint
aftaná. Hetta var eitt satt
mandómsbragd men lítillátin
sum Andrias var, segði hann
“Tað var Harrans kraft.”
Andrias
pápabeiggi
er
farin og missurin er stórur,
serliga hjá tær Lea og hjá
tykkum, Nicolinu, Lias og
Tórur við makum og abba
børnunum og tað er við
stórari samkenslu, at eg sigi
takk fyri, at vit hava havt tað
gleði at kent Andrias pápa
beiggja, hann verður ongan
tíð gloymdur.
Valdemar
Andrias Johannesen – Pápabeiggja til minnis
nøvn
Undangóðkenning til gerð
av tunli til Viðareiðis
Freist at søkja um undangóðkenning
er mánadagin 10. juni kl. 14.00.
Les
meira
á lv.fo