mánadagur 27. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
T
að standa fýra spennandi uppgávur fyri
framman hjá føroyska A-landsliðnum
og U21-landsliðnum. 7. juni spælir
A-landsliðið í Írlandi og fýra dagar seinni
í Svøríki. U21-landsliðið fær fyrst vitjan av Rumenia
7.juni og fer síðani á vitjan í Montenegro 11.juni.
Í gjár var tíðindafundur í FSF-húsinum, har Lars
Olsen og Bill M. Jacobsen tóku út teir menninar,
sum skulu umboða Føroyar.
Lars Olsen legði út við at greiða frá hvussu
vónbrotin hann var avrikinum í Eysturríki og legði
ikki fingararnar í millum. Nú vil hann hava eina
reaktión frá føroysku spælarunum og til tess hevur
hann gjørt fleiri broytingar.
Heini Vatnsdal(HB), Ári Mohr Jónsson(Silkeborg
IF) og Páll Klettskarð(KÍ) eru nýggir á landsliðnum.
Heini og Páll hava verið millum bestu spælararnar í
hesum kappingarárinum, meðan Ári Mohr Jónsson
hevur spælt tveir dystir frá byrjan í Superliguni. Tí
er valið av teimum líka til.
Atli Danielsen(KÍ), Súni Olsen(B36), Christian
R. Mouritsen(HB), Jónhard Frederiksberg(NSÍ)
og Jóhan Troest Davidsen(HB) eru aftur á
landsliðnum er styttri og longri tíðarskeið uttanfyri
landsliðhitan.
Atli hevur funnið seg til rættis á miðvøllinum hjá
KÍ, sum er í framgongd. Súni Olsen skuldi helst havt
verið við í Eysturríki, men hann hevur ongan iva
latið verið um, at hann hoyrur heima á landsliðnum.
Christian R. Mouritsen hevur verið støðugur á
høgra vongi hjá HB og hevur líknandi spælistíl sum
Daniel Udsen, sum ikki er við vegna skaða.
Jóhnard Frederiksberg við sum “back up” fyri Jónas
T. Næs, sum kapprennur við tíðina fyri at blíva
klárur eftir skaða. Eisini Jóhan T. Davidsen er aftur í
hitanum. Hann hevur verið tryggur í verjupartinum
hjá HB og kann spæla miðverjuni, høgra bakki og
vinstra bakki.
Nýggjur maður skal í miðverjuna saman við Rógva
Baldvinsson, tí Odmar Færø er ikki úttikin, tí hann
hevur verið skaddur í eina tíð, greiddi Lars Olsen
frá.
Bill M. Jacobsen tók eisini út U21-landsliðið. Hetta
er fyrstu ferð til hesa EM undankappingina, at teir
landslið er úttikið. Vert er at leggja merki til, at fleiri
eru yngri og kunnu spæla við U21 í einari kapping
afturat. Størstu nøvnini munnu verða Kristian
Joensen(NSÍ), Rene Shaki Joensen(Brøndby IF) og
Gilli Sørensen(B36).
Nýggj nøvn á
landsliðnum
www.hb.fo:
Sum dagsins úrslit lagaðu seg, eru vit nú 9 stig frammanfyri nr. 2, og tað
má sigast at vera ein trivalig leiðsla.
www.ab.fo:
“Tað er fantastiskt, at vera úttikin til U21-landsliðið”, sigur Beinir Ellefsen.
www.b36.fo:
Tað er mest sum ófatiligt, so væl sum B36 dugir at spæla javnt. Í
Sarpugerði høvdu vit stigini innanborða, men í yvirtíðini eydnaðist
heimaliðnum at javna.
www.eb-steymur.fo:
Hóast ÍF hevði bóltin meira, og kanska var næskari í nøkrum atsóknum, so
hildu vit okkum eiga sigurin í dag.
www.tb.fo:
Okur kunnu bara takka 07 Vestur fyri, at teir ikki megnaðu at gagnýta
væntandi spæligleðina hjá TB. Tí teir runnu seg í heilum í óneyðugar
rangstøður, og mistu bóltin alt ov lættliga.
www.svimjing.fo:
Pál Joensen er í hesum døgum á venjingarlegu hjá einum av teimum
absolutt bestu langteinavenjarunum í heiminum, Denis Cotterell har suðuri
í Gold Coast, Queensland.
www.nordlysid.fo:
Um vit hava talt rætt, so var hetta fyrsta tapið hjá KÍ í lands- og
steypakappingum í 86 dystum.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Fyri tað, um formaðurin er
javnaðarmaður nýtist KÍ ikki
at blíva við at spæla javnleik
(KÍ - NSÍ)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Tróndur Arge
Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hevur sett
navn á teir 22 leikararnar, ið eru úttiknir
til HM-undankappingardystirnar móti
Írlandi og Svøríki
Á
tíðindafundi
í
FSF-húsinum
sunnukvøldið
almannakunngjørdir
Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini
á teimum 22 leikarunum, ið landsliðs
venjarin hevur úttikið til komandi
HM-undankappingardystir, sum verða
á útivølli móti Írlandi og Svøríki í juni
mánað.
Fríggjakvøldið 7. juni spæla Írland
og Føroyar á Aviva Stadion í Dublin,
og fýra dagar seinni, týskvøldið 11. juni,
taka sviar ímóti á Friends Arena í Stock
holm.
Fróði Benjaminsen og Hallur Hans
son hava leikbann til dystin í Írlandi.
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Silkeborg IF (DK)
Hans Jørgensen, HB Tórshavn
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Verjuleikarar:
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ
Runavík
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Jónhard Frederiksberg, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Atli Danielsen, KÍ Klaksvík
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
IF (DK)
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Framherjar:
Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, Viking
Stavanger (NOR)
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Heini, Ári og Páll
fingið landsliðsboð
Felagsliðið steðgaði sigursrøðini hjá KÍ TTað er framvegis spenningur í
FM kappingini varð staðfest við Margáir seinnapartin. Felagsliðið hjá EB/Streymi
og Skála hevði vitjan av KÍ, og hesa ferð eydnaðist tað at koppa KÍ kvinnunum.
Tað eru fleiri ár síðani, at tað eydnaðist nøkrum liði at gera tað seinast.
Tað var málleyst, inntil tað restaðu fýra minuttir. Sum 2. hálvleikur leið, trýsti
heimaliðið fyri at fáa hol á, og tað eydnaðist, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Málskjútti
var Ansy Sevdal. Ein minutt undan leikloki staðfesti Íðunn Magnussen sigurin.
Heini Vatnsdal, Ári Mohr Jónsson og Páll Klettskarð hava
allir fingið landsliðsboð á fyrsta sinni, meðan Súni Olsen, Atli
Danielsen og Christian R. Mouritsen eru aftur á landsliðnum
Tróndur Arge
Bill McLeod Jacobsen og Heðin Ask
ham hava úttikið hópin til EM-undan
dystirnar móti Rumenia og Montenegro.
Hetta eru fyrstu dystirnir hesi EM
undankappingini.
Fríggjadagin 7. juni spælir føroyska
U21-landsliðið fyrsta dystin í komandi
EM-undankapping, tá Føroyar og Ru
menia bresta saman á Svangaskarði á
Toftum, og fýra dagar seinni, týsdagin
11. juni skal føroyska liðið royna seg á
útivølli ímóti Montenegro.
Í hesum sambandi hava U21-lands
liðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen
og Heðin Askham úttikið hesar 19
leikararnar:
Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Verjuleikarar:
Beinur Ellefsen, AB Argir
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Rógvi E. Nielsen, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
(DK)
Odmar Marstein, KÍ Klaksvík
Gunnar Christiansen, KÍ Klaksvík
Bárður Hansen, Víkingur
Miðvallarar:
Eli F. Nielsen, 07 Vestur
Rene S Joensen, Brøndby IF (DK)
Bogi Reinert Petersen, ÍF Fuglafjørður
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Heðin Hansen, Víkingur
Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Gunnar Zachariasen, EB/Streymur
Ári Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Pól Ingasson, TB Tvøroyri
Í fyrstu atløgu er bara ein málverji
úttikin, men um ikki alt ov langa tíð
vita venjararnir, hvør næsti málverjin
skal verða.
Tilsamans skal føroyska U21-landsliðið
spæla átta dystir í komandi EM-undan
kapping. Seks dystir verða spældir í ár,
og tveir í 2014.
EM 2015: U21-landsliðið úttikið