Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Helgi Abrahamsen Tíðargrein síða 12 Tí mugu vit hava færri sjúkrahús Tøkni síða 22-23 Pimpa paddin Tað sigur eitt sindur um okkara sam­fel­ag, tá fólk sum hava fing­ur­in á puls­i­num staðfesta, at 500 børn í Føroyum liva í størsta fá­tækra­dømi. Men tað kann ikki koma óvart á før­oy­ing­ar. Tí tað er eitt slíkt sam­ felag, vit eru í ferð við at skapa: Vit skulu hava nøkur sera rík fólk, nøk­ ur hampuliga rík, nógv láglønt – og so tey, sum eru heilt fá­tøk og detta nið­ur­í­mill­um. »Veljarin valdi borgarligt«, segði løg­mað­ur í Útvarpshøllini val­kvøld­ ið – og velj­ar­in fekk borg­ar­lig­an politikk. Ein politikk, sum gong­ur út upp á at lætta um hjá teimum, sum hava mest, hó­ast tað gongur út yv­ir tey, sum hava minst. Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt ym­iskt, sum bendir á, at hann held­ ur tað vera í lagi – men hann finnur seg ikki í, at fólk leggja hann undir at gera sum Fólk­a­flokk­ur­in vil. »Sam­bands­flokk­ur­in er ein borg­ ar­lig­ur flokk­ur, sum førir borgarligan pol­i­tikk«, sig­ur løg­mað­ur. Og rætt hev­ur løg­mað­ur. Men Sam­bands­ flokk­ur­in hevði ein sosialan profil, sum eitt nú Ed­mund Joensen í heilum eftirlýsir – sum nú tykist kámast burtur. 500 børn! Tað er ikki hissini. Tað er meira enn eitt prosent av Føroya fólki. Men tað er so nógv, sum pol­it­ ik­ar­ar halda hava størri týdning, enn at áseta eitt fátækramark og tryggja tey á teimum niðastu rók­u­num. Tá ov­mik­ið av pengum var í sam­fel­ ag­num vóru tað eisini onn­ur við­ ur­skifti, sum høvdu størri týdning – eisini hjá Ann­liss Bjark­ham­ar, sum var ráðharri í lands­stýr­i­num, sum fyri 11 árum síð­ani heldur valdi at skerja árligu rík­is­veit­ing­ina úr Dan­ mark við 360 mill­i­ón­um (4-5 mia kr tilsamans í dagsvirði) – til lands­ stýrið í dag, sum heldur tað hava størri týdning at geva teimum ríku skatta­lætta – enn at hugsa um tey á nið­astu rókunum. Soleiðis er við politikki. Tað løn­ ar seg bet­ur at lyfra fyri teimum við peng­um og valdi. Vit skulu skapa eina stætt, sum skal tjena ordiliga nógv­ar pengar, og sum hevur ávirkan og vald á politikarum. Tey, sum koma undir fá­tækr­a­ mark­ið hava einki at siga. Fakfeløg hava einki at siga. At áseta eitt fá­ tækr­a­mark hevur ikki áhuga í pol­i­t­ isku skipanini. Tað skapar ikki somu eufori, sum tá onkur við peng­um og skattalætta klappar poli­tikara á ryggin. Tíð­in við brøðralag og fólk­a­pen­ sjón og samfelagsligum sam­an­haldi er far­in. Nú snýr tað seg um meg og mítt. Før­oyskur politikkur er farin frá sam­h­aldsfesti til einstaklingsrøkt. Vit velja ikki flokkar og hugsjónir, vit velja persónar. Vit eru farin frá floks­pol­i­tikki til sjálvsdyrkan – og tað sæst nú eisini í verki. Sektin á hvat annar fær... Í tíðargrein í blaðnum í dag sig­ur Helgi Abrahamsen, løg­ tings­mað­ur fyri Sam­bands­ flokk­in, at vit skulu hava færri sjúkr­a­hús í Før­oyum. Helgi Abrahamsen vísir á, at tað er væl skiljandi, at fólk fyrr, tá læknin var »multi­ kunstn­arin, sum dugdi alt«, og ferðsambandið var ván­ aligt, at fólk vildu hava fleiri sjúkr­a­hús. – Men tað sum eg ikki skilji, er at tað nærmast er sett bann fyri at viðgera spurn­ing­in, um vit eiga at leggja sjúkra­h­ús saman, nú ferð­a­sam­bandið er heilt nak­ að annað enn tað var, og tað lækn­a­liga fakið er ikki longur egnað til smáar eindir, sigur Helgi Abrahamsen. Harvið set­ir ein løgtingsmaður hol á kjakið um talið av sjúkr­a­hús­ um í Føroyum. Og rætt hevur hann. Pol­itiska skipanin er ikki búgvin til eitt tílíkt kjak. Tí verða nógvar mill­i­ón­ir brúktar í reinari for­feing­i­lig­ heit – heldur en­n skyn­samt at viðgera trup­ ul­leik­an, vit hava, tí vit vit brúka Sjúk­ra­hús­ verk­ið til øk­i­s­menn­ ing. Helgi Ab­ra­ham­sen stað­ festir, at tíðin nú er komin har­til, at vit sleppa øllum dup­ult­funk­sjón­um á sjúkr­a­ hús­øki­num. – Vit mugu seta okkum sum mál, at vit skulu ongar dup­ult­funksjónir hava í Før­ oy­um, og vit skulu menna sam­star­við við sjúkrahús í okk­ara grann­a­lond­um. Høv­ uðs­enda­málið má ikki vera grund­að á spurn­ing­in um ar­beiðs­pláss skulu tryggjast, men alt má snúgva seg um at gera sjúkl­ing­ar frískar, sigur Helgi Abr­a­ham­sen. Vit heilsa kjak­upp­legg­i­ num frá Helga Abra­ham­ sen væl­komn­um! Løgtingsmaður vil hava færri sjúkrahús Fríggjadagin klokkan 16 let­ur Amariel Norðoy upp fram­sýn­ing í Galleri Focus í Havn. – Tað er eyðsýnt, at tað mynd­list­a­liga avrikið hjá Am­ariel Norð­oy staðsetur hann sum ein av teimum mest við­kom­andi í før­oysk­ ari nú­tíð­ar­mynd­list, ektaður, eld­hug­að­ur og kærleikin til ta før­oysku náttúruna tryggj­ar út­strál­ings­megina í hans­ara myndum. Evnini til end­ur­nýggjan sæst týðuliga á hes­a­ri framsýningini, siga fyr­i­reikararnir. Vinmaðurin, tónleikarin og tón­a­smiðj­ur­in, Holgar Jac­ob­s­en, und­ir­held­ur við guit­ara og sangi undir fern­ is­er­ing­ini. Framsýningin er opin til 8. juni: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eis­ini er opið eftir avtalu. Amariel sýnir fram í Focus Í einum blað stendur at lesa um eina kvinnu, ið hevur havt “langt hár” alt sítt lív. Á eini heimasíðu stendur at lesa, at ein hár­fríðk­an­ar­ stova sigur, at eisini “langt hár”, ið er ójavnt klipt, fer at vera frammi. Ein uppskrift er upp á at binda ein “langan frakka”, og skrivað verður um “lang­ar kjólar” á eini heima­ síðu, ið burturav skrivar um pløgg. Her er rætta orðið “síður”, tí hár, pløgg, gras o.a. eru síð. Vit hava sítt hár, skjúrtið er sítt og grasið er sítt. Orðið “síð­ur” verður bæði nýtt um tað, ið røkkur langt niður og um tað, ið er høgt, t.d. gras, aldu og kava. Brøkur kunnu tó vera lang­ar ella stuttar. Eru tær ov síð­ar, mugu tær styttast ella leggj­ast upp. Á netinum lesa vit bæði um hund­ar og fólk, ið eru lang­hærd. Eisini hevur stað­ ið at lesa onk­u­staðni, at tað er gott at hava grasvøllin lang­hærdan um veturin. Her mugu vit hava í huga, at vit skulu nýta orðið síðhærdur, tá ið tað snýr seg um fólk; snýr tað seg um grasvøll, ber til at siga, at best er, um gras­ ið er sítt um veturin. Fólk eru síðhærd, og ross eru síð­føks­ ut. Seyður, hundar og onnur krí­a­túr kunnu vera síðullað. Tað øvuta av tí er at vera snøgg­u­ll­aður. Fólk kunnu eisini vera brún­a­síð. Tað verður sagt, um ein hev­ur síðar eygnabrýr, men kann eisini verða sagt, tá ið fólk fara at rísna, so tey rykkja brýrnar saman í mis­ nøgd um eitthvørt. Eitt tiltak er, at tað er líka vítt sum sítt – tað merkir “sama ger”. Her má leggjast dent­ur á, at tað ikki er líka vítt sum sítt, hvussu vit orða okk­um. Langur – síður ...bert eg kann nøra at mær