Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Hvat ger tú sum leiðari av ein­um barnagarði, tá eitt starvs­fólk ringir og sigur, at seks av tínum børnum hava fingið skaða av einari ferðslu­vanlukku? Tað støðuna kom Jóna Guttesen í 18. oktober 2011. – Eg varð uppringd av ein­um av starvsfólkunum við boðum um, at seks børn høvdu fingið skaða niðri á Flatnar­vegum á krossinum til Vegin Laga, sigur Jóna Guttesen. Seks minuttir seinni var leiðarin á staðnum, og longu tá var tamarhald á støðuni. – Politiið var longu komið á staðin, og hendan ljóshærda, kvinnuligi politisturin hevði fult tamarhald á støðuni og stýrdi arbeiðinum til fulnar, sigur Jóna Guttesen. Hon fekk kortini einki at vita um støðuna hjá børn­ unum. – Teir tríggir pedagogarnir, sum vóru við teimum 17 børn­unum og gingu túr, býttu beinanvegin og av sær sjálvum uppgávurnar mill­um sín. Fólk streymaðu til fyri at hjálpa, og ein kona bjóð­ aði teimum óskalaðu børn­ unum innar til sín, so ein av pedagogunum fór innar til hana við teimum 11 børn­ unum, sigur Jóna Guttesen. Hon sigur, at tey hava havt fleiri fyrstuhjálparskeið, men eingin kann vera fyrirekaður til eina slíka hending. – Men tað hendi nær við barnagarðin, og tað var ein hjálp. Tað hevði beinanvegin verið verri, um óhappið hendi úti á Argjum ella onkra aðra­ staðni langt frá, sigur Jóna Guttesen. Tung uppgáva Tað, ið fyrst og fremst ræður um, er at steðga vanlukkuni, tá hon er hend, men tað gekk so skjótt hjá politii og sjúkra­bilum at koma fram, at tamar­hald beinanvegin var á støð­uni. – Tað vóru tvey av børn­ unum, ið høvdu fingið ser­ liga stóran skaða, og tveir av peda­gogunum fóru við sjúkra­bilinum við teimum báð­um. Tað var alla tíðina soleiðis, at arbeiðið gekst av tí besta, og hendan politi­ kvinnan leiddi arbeiðið fyri­myndar­liga, sigur Jóna Guttesen. Hon og politikvinnan gjørdu av, at hon skuldi fara nið­an aftur í barnagarðin og ringja til foreldrini og boða frá. – Men longu tá eg kom nið­an aftur, lógu myndir og tekstur úti á onkrum portali, og tí vistu summi foreldur um ferðslu­óhappið, men ikki um teirra barn var eitt av teim­um, ið høvdu fingið skaða, sigur Jóna Guttesen. Barnagarðurin Millum Gilja er nomineraður til 53 børn, og tey eru 14 starvs­ fólk. – Hendan stovan, sum hesi børnini gingu í, hevði fast­ar túrar hvønn týsdag, og tey vóru á veg úr bussleið 2 í leið 3, sum liggur nakað nið­an eftir Flatnarvegnum, tá óhappið hendi. Og eg má siga, at tað var mín ringasta og trupl­asta uppgáva sum leið­ari at ringja til foreldrini og siga frá, at teirra barn var ikki O.K., sigur Jóna Guttesen. Hon sigur, at tað hevur verið ógvuliga leingi at bíða eftir rættarmálinum, tí nú er hálvt­annað ár gingið síðani hend­ingina. – Tú hugsar, nær tað verð­ ur, og til endans hugsar tú, um tað yvirhøvur verður, sig­ur Jóna Guttesen. Einki broytt Men tað er kortini eitt, ið ugg­ar og stimbrar, bæði hjá leið­ar­anum og hjá íblandaðu peda­gog­unum. – Vit gjørdu einki skeivt hendan dagin. Vit gingu, sum vit skulu ganga, og tað er ein troyst. Hinvegin kann tað ávirka, tá søgur ganga um, at tað onkusvegna var okkara feilur, at børnini komu so illa fyri, men so er ikki, sigur Jóna Guttesen. Hon heldur ikki, at tað hevur ávirkað børnini serliga nógv, at hava verið úti fyri slík­ari hending. – Tey tosa um tað viðhvørt, serliga um tey síggja ein politi­bil ella ein sjúkrabil, men ann­ars haldi eg ikki, at tað hev­ur ávirkað tey, sigur Jóna Guttesen. Tað hevur heldur ikki ávirk­að, hvørki børn ella for­eldur, í mun til at ganga túrar. – Hvørki forledur ella børn hava noktað fyri at ganga túrar eftir hesa hendingina, og vit hava tosað saman um hetta. Vit hava staðfest, at vit gjørdu alt rætt, og tí hevur heldur ikki verið upp á tal, at broyta mannagongdir, sigur Jóna Guttesen. Tey sótu júst á leiðslu­ fundi, tá boðini komu um, at ein ferðsluvanlukka var hend, og at seks børn vóru kom­in til skaða, og vara­leið­ ari á stovninum er Hildur Samuelsen, ið átti eitt tví­ bura­par, sum var við á túr­ inum. – Tað vísti seg, at annar tví­burin var ein av teimum báðum, ið vóru komin ring­ast til skaða, og Hildur fór tí við sjúkra­bilinum út á sjúkra­ húsið, sigur Jóna Guttesen. Skjót og góð hjálp Leiðarin hevur bara rós og góð orð til ta hjálp, ið øll fingu eftir hendingina. – Kommunan sendi beinan­ vegin tveir sálarfrøðingar til hjálpar. Eisini má eg undrast á, hvussu skjót fólk vóru til at hjálpa, beint eftir, at hend­ ingin fór fram. Har var eing­ in, ið steðgaði av forvitni, øll hjálptu til, sigur Jóna Guttesen. Hon tekur aftur íaftur kvinnuliga politistin, hvørs navn, hon hevur gloymt, hvussu væl hon skipaði alt ar­beiðið á staðnum. – Óhappið hendi klokkan 12.20, og klokkan var ikki farin meira enn av 13.00, tá øll foreldrini at børnunum í stov­uni vóru komin á stovn­ in. Seinni um dagin hitt­ust øll aftur við tveimum peda­ gog­um, ið kommunan hevði út­vega, sigur Jóna Guttesen. Hon heldur, at tað var ein stór hjálp fyri allar partar. Eisini fyri teir pedagogar, ið vóru partur av málinum haldi eg, at tað hjálpti væl, at fáa sálarfrøðiliga hjálp so tíð­ liga, sigur Jóna Guttesen. Ein mánað seinni høvdu tey ein eftirmetingarfund, har eis­ini sálarfrøðingar vóru við. Eg haldi, at vit eru øll komin víðari, og hava fingið hend­ingina upp á avstand, sigur Jóna Guttesen. Men størsta hjálpin er helst, at tey vita, at tey einki skeivt gjørdu í sambandi við hetta óhappið, sum lættliga kundi enda verri. Les meir á síðu 6 Mín truplasta uppgáva sum leiðari Tað var svárt at noyðast at ringja til foreldrini og siga, at teirra barn var skatt. Tað er ringasta uppgávan, ið eg havi havt sum leiðari, sigur Jóna Guttesen, leiðari á barnagarðinum Millum Gilja eg má siga, at tað var mín ringasta og truplasta uppgáva sum leiðari at ringja til foreldrini og siga frá, at teirra barn var ikki OK Jóna Guttesen, leiðari á barnagarðinum Millum Gilja og Barbara Høj, pedadogur Myndir: Álvur Haraldsen Flatnarvegurin varð avbyrgdur, meðan endurskapanin av vanlukkuni fór fram