týsdagur 28. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Tað sigur Barbara Høj, ið var ein av teimum trimum pedagogunum, ið gingu túr við teimum 17
børnunum hendan týsdagin, 18. oktober 2011, ein dagur, ið lættliga kundi enda munandi verri
Visti ikki um hann var livandi ella deyður
Endurskaptu hendingina
Leo Poulsen
Tað var ein óhugnalig løta,
teir tríggir pedagogarnir
upplivdu beint eftir døgurða
18. oktober 2011.
– Vit vóru júst komin úr
bussleið 2 á Vegnum Langa
og
skuldu
ganga
einar
hundrað metrar niðan eftir
Flatnarvegnum til eitt bus
skýli, at sleppa upp í leið 3,
tá eg knappliga hoyrdi larm
av einum bili. Tá eg hugdi
upp, kemur ein bilur skreið
andi síðulens móti okkum,
greiðir Barbara Høj frá.
Hon gjørdist sjálvandi
sera kløkk, men sansaði at
leypa upp á lága garðin, ið
var innanvert gongubreyt
ina, við tveimum børnum.
– Eg trúði, tað var lygn.
Tað næsta eg sansi er, at
børn liggja sløgd á gongu
breytini, og har er ein øgilig
skríggjan og rópan, sigur
Barbara Høj.
Tað gekk ógvuliga stutt
tíð, áðrenn fólk, ið komu
framvið, komu til hjálpar.
– Vit ringdu beinanvegin
til alarmsentralin, og tað
gekk heilt stutt tíð, áðrenn
tann fyrsti politibilurin var
á staðnum. Eg haldi, at hann
var staddur onkunstaðni
á Vegnum Langa, tá hann
fekk boðini, sigur Barbara
Høj.
Hon sá beinanvegin, at
tveir dreingir vóru seliga
illa skaddir.
– Eg sá, at tann eini drong
urin hevði brotið skinna
beinið. Eg sá, hvussu skeivt
beinið lá, og ivaðist tí ikki í,
hvat var hent hjá honum og
hann græt eisini ógvuliga
illa. Ein annar drongur var
upp aftur verri fyri, og tað
læt ikki úr honum, sigur
Barbara Høj.
Hon fór tí beinanvegin
yvir til hendan dreingin og
tók sær av honum.
– Eg tók hann í favnin og
visti ikki, um hann var liv
andi ella deyður, men so læt
eitt sindur í honum, og tað
lætnaði, sigur Barbara Høj.
Skjót og góð hjálp
Hon sat so undir hesum
lítla, til sjúkrabilur kom á
staðið.
– Tað gekk eisini ógvuliga
skjótt, til sjúkrabilar vóru á
staðnum, og eg og annar
av hinum pedagogunum
fóru so út á sjúkrahúsið
við
sjúkrabilinum
sama
við teimum báðum ringast
skaddu, sigur Barbara Høj.
Hon greiðir eisini frá, at
ein kona kom út í tún, og
bjóðaði teimum óskaddu
børnunum innar til sín at
vera.
– Eg hugsaði alla tíðina,
at hetta kann ikki passa,
hetta má vera ein dreymur.
Tað heila kendist so heilt
óveruligt,
sigur
Barbara
Høj.
Hon minnist tó, at hon
reageraði beinanvegin og
fór als ikki í svart.
– Vit vistu, at vit høvdu
gjørt alt rætt. Men eg skilji
ikki, hvussu vit sluppu so
lutfalsliga snikkaleys. Eg
gekk í miðuni, og onkus
vegna hevur hon, ið gekk
fremst, fingið øll síni børn
undan bilinum. Eg veit ikki
hvussu tað bar til, at eingi
børn vórðu kroyst millum
bilin og garðin, sum bil
urin smekkaði inn í, sigur
Barbara Høj.
Eins og leiðarin, Jóna
Guttesen,
undirmetir
Barbara Høj ikki skjótu og
góðu hjálpina, ið tey fingu
eftir hendingina.
Eg ivist ikki í, at skjóta
og góða hjálpin, vit fingu
beinanvegin eftir hending
ina, hevur gjørt, at vit eru
komin so væl frá tí. Talan var
um rættiliga professionella
hjálp, sigur Barbara Høj, ið
framvegis arbeiðir sum av
loysari í Barnagarðinum
Millum Gilja.
Barbara Høj, pedagogur,
var túr við børnunum
tá vanlukkan hendi
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrrapartin týsdagin endurskapti politiið hendingina, tá ein ungur maður sambært politii og ákæruvaldi
koyrdi skilaleysa koyring oman eftir Flatnarvegnum, við skaða á seks barnagarðsbørnum til fylgju
Leo Poulsen
Mánadagin
og
týsdagin
stóð ein 20 ára gamal mað
ur ákærdur í Føroya Rætti
fyri at hava koyrt skilaleyst
og harvið komið seks barna
garðsbørnum í lívsvanda.
Maðurin játtaði seg sekan,
men tó ikki fyri við vilja at
hava komið børnunum í
vanda.
20 ára gamli maðurin
segði í rættinum, at hann
ikki mintist, hvussu skjótt,
hann hevði koyrt, tá hann
misti tamarhald á bilinum,
men helt at tað mundi vera
um 50 km/t.
Fyrihildin, at hann í av
hoyring
um
hendingina
dagin eftir, at óhappið var
farið fram, hevði sagt, at
hann koyrdi millum 60 og
70 km/t segði hann, at hann
helst hevur sagt so.
Fyrrpartin týsdagin endur
skapti politiið so hendingina
uppi á Flatnarvegi.
Vegurin varð avsperraður
meðan politiið í einum trim
um-fýra umførum koyrdi
teinin, ið ungi maðurin hevði
koyrt.
Einir seks politistar vóru
við í endurskapanini, um
framt ákærin, Linda Hessel
berg, verjin, Poul Hansen
og dómarin Jonas Tei. Við
var eisini ákærdi maðurin,
ið leiðbeindi politinum um,
hvussu hann hevði koyrt.
Tað er sjálvandi ilt at gita
um, hvussu skjótt ein bilur
koyrir, men í seinnu test
koyringunum koyrdi bilurin
í minsta lagi teir 70 km/t, ið
ákærdi maðurin hevði sagt
frá.
Endurskapanin
vardi
í umleið ein tíma, men tá
sluppu bilar at koyra ígjøgn
um við jøvnum millumbil
um.
Sambært vitnum kom
maðurin
koyrandi
oman
eftir Flatnavegnum, tá hann
knappliga misti tamarhaldið
á bilinum, ið snaraði runt og
endaði yviri í hinar koyri
breytini við bakendanum
vendandi oman eftir.
Hann rendi inn í flokk av
barnagarðsbørnum, og seks
teirra fingu størri og minni
skaða.
Seks politistar vóru við í endurskapanini, umframt ákærin, Linda
Hesselberg, verjin, Poul Hansen og dómarin Jonas Tei. Við var eisini
ákærdi maðurin, ið leiðbeindi politinum um, hvussu hann hevði koyrt
Myndir: Álvur Haraldsen