Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TilTøk „Í bølamyrkri“ TilTøk „Í bølamyrkri“ Starvsinnihald Ein av tínum størstu uppgávum verður, í samstarvi við leiðsluna, áhaldandi at skipa fyri førleikamen- ning á øllum økjum eins og tú skalt tryggja, at øll virkisøki verða stuðlaði av HR-tiltøkum. Tú verður bindilið millum leiðsluna og starvsfólkini. Tú fert at hava ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum, herundir starvssetanum, umframt at luttaka í sátt- málasamráðingum umboðandi SEV. Tú verður spar- ringspartnari hjá leiðsluni og vísir til deildarstjóran fyri fyrisiting. Vit vænta at tú: • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur • hevur góða fatan av ymiskleikanum í eini fyritøku • hevur eina strategiska og fíggjarliga virkisfatan • hevur royndir at sparra við leiðslu • hevur royndir at arbeiða við virkismentan • hevur royndir við broytingum og virkismenning • hevur viðkomandi útbúgving innan HRM frá hægri lærustovni, ella royndir sum, saman við útbúgving, kunnu sammetast við omanfyri nevnda. Við tínum góðu evnum at samskifta og góðu so- sialu førleikum verður lætt hjá tær at koma runt í fyritøkuni og tryggja, at ásett mál verða rokkin og verksett í arbeiðsgongdum og virkismentan. Tú ert málrættað/ur og dugir at raðfesta og seta týðilig mál. Hjá SEV arbeiða vit eftir virðunum samstarv, eldhugi og virðing. Tú verður partur av einari fyritøku í stórari menning, sum telur gott 200 starvsfólk, ið svarar til 157 full- tíðarstørv. Umsóknir Starvið verður sett skjótast til ber og verður lønt sambært avvarandi fakfelag. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Boga Bendtsen, deildarstjóra fyri fyrisiting á bb@sev.fo ella á telefon 28 61 82. Send umsóknina til input@input.fo og skriva „HR-leiðari til SEV“ í yvirskriftina. Umsóknarfreistin er mánadagin 10. juni 2013 klokkan 12.00. HR-leiðari til SEV Vit leita eftir einum royndum HR-leiðara til framhaldandi at uppbyggja og uppraðfesta HR-økið hjá SEV. Eitt starv, sum tendrar okkum øll