týsdagur 28. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Tí mugu vit hava færri sjúkrahús
F
yrr søgdu vit, at ein lækni var
ein sum opereraði fólk, har orðið
”fólk” fevndi um alt frá iljunum upp
í nakkan. Soleiðis er ikki longur. Nú
eru læknarnir serlæknar, hvør á
sínum øki. Tíðin tá tú fylti sjúkra
húsini við læknum, sum allir dugdu
tað sama, er farin, og hetta skapar
trupulleikar í einum so lítlum sam
felag sum okkara. Vit mugu hava
læknar til øll sløg av sjúkum og
vit mugu eisini hava nóg mikið av
sjúklingum við øllum hesum sjúk
unum, fyri at læknarnir kunnu
halda sín fakliga førleika við líka.
Úrslitið er tað løgna, at vit kunnu
standa og mangla bæði læknar til
sjúklingarnar og eisini sjúklingar
til læknarnar. Vit eru snøgt sagt ein
ov lítil eind til hesa nýggju tíðina
innan sjúkrahúsøkið, men kortini
hava vit megnað at býtt hesa lítlu
eindina sundur millum trý sjúkra
hús.
Eg skilji væl, at fólk í teirri tíðini,
tá læknar vóru ”multikunstnarar”
og ferðasambandið var vánaligt,
høvdu ynski um at hava fleiri
sjúkrahús í Føroyum. Tað sum eg
harafturímóti ikki skilji, er at tað
framvegis nærmast er sett bann
fyri at viðgera spurningin, um vit
eiga at leggja sjúkrahús saman,
nú ferðasambandið er heilt nakað
annað enn tað var, og tað læknaliga
fakið er ikki longur egnað til smáar
eindir.
Norðurlond vilja samstarva
Sum limur í Norðurlandaráðnum
hoyri eg ofta orðið ”grensehindring”.
Tað ræður um at fáa allar forðingar
burtur, sum gera tað trupult hjá
norðurlendingum at flyta seg frítt
ímillum Norðurlond. Tú skalt kunna
búgva í einum landi og arbeiða
ella ganga í skúla í einum øðrum
landi. Tú skalt eisini kunna flyta á
gamalsaldri, uttan at missa rættin
til pensjón ella aðrar veitingar.
Eisini innan sjúkrahúsøkið verður
tosað um ”grensehindring”. Vit
skulu samstarva um at veita eina
so dygdargóða tænastu sum til ber.
Eg hoyrdi ein danskan politikara
siga á einum fundi, sum eg var á:
”Hví skulu vit í Danmark uppbyggja
ein førleika at basa einum ávísum
slagi av krabbabeini, tá heimsins
besta viðgerð fyri somu sjúku fæst
í Lund”?
Spurningurin hjá teimum er ikki,
um viðgerðin er donsk, svensk ella
norsk. Einasta málið er at fáa sjúk
lingin frískan. Í onkrum landi eru
tey komin langt á einum øki og í
onkrum øðrum landi eru tey komin
longri við viðgerðini av aðrari sjúku.
Hvat er tá meira natúrligt enn at
samstarva?
Hetta er nakað av tí, sum arbeitt
verður við í tí norðurlendska sam
starvinum. Norðurlond ásanna, at
25 mió. fólk er ein ov lítil eind til
dupultfunsjónir. Men her í Føroyum
stríðast við enn við spurningin, um
vit skulu hava eitt, tvey ella trý
sjúkrahús til 49.000 borgarar (altso
umleið 1/500 av samlaða fólka
talinum í Norðurlondum).
Sjúklingurin í fokus
Tíðin má vera komin, hvar ið vit
sleppa øllum dupultfunksjónum á
sjúkrahúsøkinum. Vit mugu seta
okkum sum mál, at vit skulu ongar
dupultfunksjónir hava í Føroyum
og vit skulu menna samstarvið við
sjúkrahús í okkara grannalondum.
Høvuðsendamálið má ikki at vera
grundað á spurningin um arbeiðs
pláss skulu tryggjast her ella har,
men alt má snúgva seg um at gera
sjúklingar frískar.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Strendur
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!