Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur René shaki joensen ítróttur Tróndur Arge René er bersøgin. Hann er ikki bangin fyri at seta orð á sínar tankar. Handan fót­ bólts­spælaran búgva nógvir tankar og nógvar kenslur. René er í dag 20 ára gamal og hevur sáttmála við stóra danska felagið Brøndy IF. Kreppu­rakta felagið bjargaði sær lív­inum í bestu deildini á seinasta leikdegi hetta kapp­ ingar­árið. Eisini hava fíggjar­ ligir trupulleikar hótt við at niðurleggja siðurs­vanda fel­ agið. Men René er meiri enn bara ein fótbóltsspælari við einum tali á rygginum. Upp eftir øllum høgra armi eru tattoveringar, sum allar hava sín týdning fyri mannin, sum fyri fyrstu ferð í tólv ár tosaði við pápa sín á Skype í fjør. Familjan er alt Gjøgnum alla samrøðuna legg­ur René stóran dent á at familjan hevur stóran týdn­ ing. Uttan familjuna hevði hann ikki staðið móti mót­ burð­inum, tá skaðin gjørdi um seg og tá tað gekk illa fyrsta árið í Brøndby. – Eg hevði ikki verið har eg eri í dag uttan mína familju. Hon hevur alt at siga, sigur René avgjørdur. Mamma René, Mena Joensen, flutti niður við hon­um, tá hann byrjaði í Brøndby. Hesum stuðlinum er hann glaður fyri sjálvt um hann av og á kemur upp at tátt­ast við mamma. – Eg toli ikki at tapa. Fyrr fór eg at gráta, tá eg tapti. Í dag kann eg blíva óður tá eg havi tapt ella tað hevur ging­ ið illa. Tá skal ongin tosa við meg og tað gongur onkuntíð út yvir mammu, tá eg komið heim. So fara vit at skeldast, men um kvøldið er alt gott aftur, sigur René og hevur bestan hug at flenna eftir sínum atburði. Nógv hava bitið merk­ið í heldur sjálvsama millum­ navnið hjá René, sum er »Shaki«. Hetta er eftir pápa­ num, Josef Shaki, sum kemur úr Ísrael. René hevur ikki sæð pápa sín í tólv ár, men í fjør tosaði René við hann um­vegis Skype. – Eg havi havt lítið sam­ band við hann, men tosaði við hann í fjør. Hann hevur eis­ini fingið sær Facebook og við­merkir onkuntíð onkur ting hjá mær, greiður René frá. Í dag hevur René ein mann í lívinum, sum hann kallar fyri pápa sín. Tað er navn­frami tónleikarin Kim Hansen, sum saman við abba­ num, Poul Åge, hava verið mannligu fyrimyndirnar hjá René. Eisini hevur omman, Herborg Joensen, verið ein horna­steinur í lívinum hjá unga fótbóltsspælaranum. Hann hevur tó framvegis spurn­ingar, hann fegin vil hava svar upp á viðvíkjandi pápa sínum, og hann hevur eis­ini eitt ynski um at vitja Josef Shaki og familjuna hjá honum. – Eg ætli mær eina ferð at vitja tey og síggja systkini hjá mær, men eg havi eisini nakrar spurningar, sum eg vil hava svar uppá. So sum hví hann ikki hevur hildið sam­band meg, greiður René frá. Á undirarminum hevur René tatoverað tvær hendur, ið biðja, við árskriftini; »Familjan er alt«, skrivað á hebraiskum. René er heilt greitt ein maður, sum hevur nógv­ar tankar og hugsar nógv um lívið og familju. – Eg fari heilt víst at vitja tey, men eg veit heldur ikki hvat fyri samband eg vil hava við pápa mín, tá hann býr so langt vekk og hevur so lítlar møguleikar at ferðast hendan­vegin, sigur René hugsunarsamur á málinum, meðan hann tekur um armin við tatoveringini. Hóast hann hevur nógvar upp og niðurtúrar viðvíkjandi pápa sínum, so hevur hann eitt ynski um at tað stendur »Shaki« á rygginum komandi kappingarár. – Joensen er eitt vanligt eftir­navn, meðan Shaki er eitt serligt eftirnavn á hesum leiðum. Tí fari eg at spyrja Brøndby um eg kann fáa Shaki á ryggin til komandi kapp­ingár, sigur René. Tatoveringarnar René hevur sett sær nøkur greið mál í lívinum, og tey verð­ur hann mintur á, hvørja ferð hann hyggur niður eftir arm­inum. – Vit eru øll líka. Munurin er bara, hvussu hart tú vilt arbeiða fyri tí tú vilt røkka, sigur René og tekur sær aftur til armin. Á innarusíðu á yvir­arm­ inum stendur; »If you believe it, the mind can achieve it«. – Eg skrivaði fleiri ting nið­ur og sorteraði so frá. Hasin setningurin bleiv við at standa eftir. Tí valdi eg at fáa hann tatoveraðan á arm­ in, sigur René. Allar tatoverningarnar hava ein serligan týdning fyri U21 lands­liðsspælaran. Tí fystu fekk hann sum bara 16 ára gamal, tá hann tatoveraði »René« á undirarmin. – Tað var faktist eitt sind­ ur spontant. Eg tosaði við mammu um tað, og so gjørdi eg tað bara. Mamma helt motiv­ið var gott, sigur René og flennir. Ætlanin er at allur arm­ urin skal verða ein saman­ hang­andi tatovering í sjey pørt­um. Umframt umtalaðu tato­veringarnar, so hevur hann eisini tvær rósur og tvær dúgvur á arminum. – Dúgvurnar lýsa frælsi, sigur René, sum fær stuðul frá mammmuni, tá tað kemur til tatoveringarnar, men omm­an og abbin, Herborg og Poul Åge Joensen, eru ikki so fegin. – Ja, omma og abbi halda ikki so nógv um tað og spyrja, hví eg skal tekna meg til, sig­ ur René og flennir. – Tað týdningarmiklasta fyri meg er, at tatoveringarnar hava týdning fyri meg, sigur René og leggur afturat, at tá arm­urin er komin á mál, so hevur hann longu hugsað tank­an um at fáa sær fleiri Shaki á ryggin Hann er partur av stórum og siðvandum donskum felag, ið kempar fyri lívinum. Pápin kemur úr Ísrael og har frá kemur heldur sjálsama millumnavnið “Shaki” Hann fekk sína fyrstu tatovering sum 16 ára gamal og nú hevur hann tilsamans níggju, men vil hava fleiri. Hann hevur verið skaddur í næstan eitt hálvt ár, men stríðist hvønn dag fyri sínum møguleika. Hann tolir ikki at tapa og elskar familjuna, sum merkir alt fyri hann. Hann er René Shaki Joensen Føddur: 8. feburar 1993 Foreldur: Mena Joensen og Josef Shaki, Kim Hansen(Stjúkpápi) Unnusta: Astrið Foldarskarð Starv: Yrkisfótbóltsspælari Yrkisleið: 2009-10 Brøndby Idrætsefterskole 2010-12 Ungdómsspælari í Brøndby IF 2012- Brøndby IF René Shaki Joensen