Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Tað sigur Barbara Høj, ið var ein av teimum trimum pedagogunum, ið gingu túr við teimum 17 børnunum hendan týsdagin, 18. oktober 2011, ein dagur, ið lættliga kundi enda munandi verri Visti ikki um hann var livandi ella deyður Endurskaptu hendingina Leo Poulsen Tað var ein óhugnalig løta, teir tríggir pedagogarnir upp­livdu beint eftir døgurða 18. oktober 2011. – Vit vóru júst komin úr bussleið 2 á Vegnum Langa og skuldu ganga einar hundr­að metrar niðan eftir Flatnarvegnum til eitt bus­ skýli, at sleppa upp í leið 3, tá eg knappliga hoyrdi larm av einum bili. Tá eg hugdi upp, kemur ein bilur skreið­ andi síðulens móti okkum, greiðir Barbara Høj frá. Hon gjørdist sjálvandi sera kløkk, men sansaði at leypa upp á lága garð­in, ið var innanvert gongu­breyt­ ina, við tveimum børnum. – Eg trúði, tað var lygn. Tað næsta eg sansi er, at børn liggja sløgd á gongu­ breytini, og har er ein øgilig skríggjan og rópan, sigur Barbara Høj. Tað gekk ógvuliga stutt tíð, áðrenn fólk, ið komu fram­við, komu til hjálpar. – Vit ringdu beinanvegin til alarmsentralin, og tað gekk heilt stutt tíð, áðrenn tann fyrsti politibilurin var á stað­num. Eg haldi, at hann var staddur onkunstaðni á Vegnum Langa, tá hann fekk boðini, sigur Barbara Høj. Hon sá beinanvegin, at tveir dreingir vóru seliga illa skaddir. – Eg sá, at tann eini drong­ urin hevði brotið skinna­ beinið. Eg sá, hvussu skeivt beinið lá, og ivaðist tí ikki í, hvat var hent hjá honum og hann græt eisini ógvuliga illa. Ein annar drongur var upp aftur verri fyri, og tað læt ikki úr honum, sigur Barbara Høj. Hon fór tí beinanvegin yvir til hendan dreingin og tók sær av honum. – Eg tók hann í favnin og visti ikki, um hann var liv­ andi ella deyður, men so læt eitt sindur í honum, og tað lætnaði, sigur Barbara Høj. Skjót og góð hjálp Hon sat so undir hesum lítla, til sjúkrabilur kom á staðið. – Tað gekk eisini ógvuliga skjótt, til sjúkrabilar vóru á stað­num, og eg og annar av hinum pedagogunum fóru so út á sjúkrahúsið við sjúkra­bilinum sama við teim­um báðum ringast skaddu, sigur Barbara Høj. Hon greiðir eisini frá, at ein kona kom út í tún, og bjóðaði teimum óskaddu børn­unum innar til sín at vera. – Eg hugsaði alla tíðina, at hetta kann ikki passa, hetta má vera ein dreymur. Tað heila kendist so heilt óveru­ligt, sigur Barbara Høj. Hon minnist tó, at hon rea­geraði beinanvegin og fór als ikki í svart. – Vit vistu, at vit høvdu gjørt alt rætt. Men eg skilji ikki, hvussu vit sluppu so lut­falsliga snikkaleys. Eg gekk í miðuni, og onkus­ vegna hevur hon, ið gekk fremst, fingið øll síni børn und­an bilinum. Eg veit ikki hvussu tað bar til, at eingi børn vórðu kroyst mill­um bilin og garðin, sum bil­ ur­in smekkaði inn í, sigur Barbara Høj. Eins og leiðarin, Jóna Guttesen, undirmetir Barbara Høj ikki skjótu og góðu hjálpina, ið tey fingu eftir hendingina. Eg ivist ikki í, at skjóta og góða hjálpin, vit fingu beinanvegin eftir hend­ing­ ina, hevur gjørt, at vit eru komin so væl frá tí. Talan var um rættiliga professionella hjálp, sigur Barbara Høj, ið fram­vegis arbeiðir sum av­ loys­ari í Barnagarðinum Millum Gilja. Barbara Høj, pedagogur, var túr við børnunum tá vanlukkan hendi Mynd: Álvur Haraldsen Fyrrapartin týsdagin endurskapti politiið hendingina, tá ein ungur maður sambært politii og ákæruvaldi koyrdi skilaleysa koyring oman eftir Flatnarvegnum, við skaða á seks barnagarðsbørnum til fylgju Leo Poulsen Mánadagin og týsdagin stóð ein 20 ára gamal mað­ ur ákærdur í Føroya Rætti fyri at hava koyrt skila­leyst og harvið komið seks barna­ garðs­børnum í lívs­vanda. Maðurin játtaði seg sekan, men tó ikki fyri við vilja at hava komið børnunum í vanda. 20 ára gamli maðurin segði í rættinum, at hann ikki mintist, hvussu skjótt, hann hevði koyrt, tá hann misti tamar­hald á bilinum, men helt at tað mundi vera um 50 km/t. Fyrihildin, at hann í av­ hoyr­ing um hendingina dagin eftir, at óhappið var farið fram, hevði sagt, at hann koyrdi millum 60 og 70 km/t segði hann, at hann helst hevur sagt so. Fyrrpartin týsdagin endur­ skapti politiið so hendingina uppi á Flatnarvegi. Vegurin varð avsperraður meðan politiið í einum trim­ um-fýra umførum koyrdi tein­in, ið ungi maðurin hevði koyrt. Einir seks politistar vóru við í endurskapanini, um­ framt ákærin, Linda Hessel­ berg, verjin, Poul Hansen og dómarin Jonas Tei. Við var eisini ákærdi maðurin, ið leið­beindi politinum um, hvussu hann hevði koyrt. Tað er sjálvandi ilt at gita um, hvussu skjótt ein bilur koyrir, men í seinnu test­ koyr­ingunum koyrdi bilurin í minsta lagi teir 70 km/t, ið ákærdi maðurin hevði sagt frá. Endurskapanin vardi í umleið ein tíma, men tá sluppu bilar at koyra ígjøgn­ um við jøvnum millum­bil­ um. Sambært vitnum kom mað­urin koyrandi oman eftir Flatna­vegnum, tá hann knapp­liga misti tamar­haldið á bilinum, ið snar­aði runt og endaði yviri í hinar koyri­ breyt­ini við bakend­anum vend­andi oman eftir. Hann rendi inn í flokk av barnagarðsbørnum, og seks teirra fingu størri og minni skaða. Seks politistar vóru við í endurskapanini, um­framt ákærin, Linda Hessel­berg, verjin, Poul Hansen og dómarin Jonas Tei. Við var eisini ákærdi maðurin, ið leið­beindi politinum um, hvussu hann hevði koyrt Myndir: Álvur Haraldsen