Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Vit duga ikki at síggja nakra meining í at lærarar skulu standa úti í fríkorterum og roykja upp í andlitið á børnunum Strangari reglur um royking á skúlunum Áki Bertholdsen Fólkaheilsuráðið vil hava strang­ari reglur fyri royk­ ing á skúlum og á stovn­ um yvirhyøvur, har sum børn eru. Tað er eitt tilmæli, Ráðið hevur givið Karsten Hansen, landsstýrismanni í Heilsu­málum og sum hann nú fer at taka upp til við­gerðar. Sum lógin er nú, er ikki loyvt at roykja innandura á almennum støðum, held­ur ikki í skúlum og í barna­gørðum. Men nú mælir Fólka­ heilsuráðið beinleiðis til, at royking skal bannast á øllum økinum, har skúlin, barnagarður, og á stovn­ um yvirhøvur, har børn og ung eru. Tað merkir, at royking skal ikki vera loyvd á øllum matrikulnummarinum hjá skúlanum, barnagarð­ inum, ella hvørjum stovn­ um til børn og ung, talan annars kann verða um. Hetta sama skal vera gald­andi í húsum, har børn eru í dagrøkt. – Vit duga ikki at síggja nakra meining í at lær­ arar skulu standa úti í frí­ kor­terum og roykja upp í and­litið á børnunum, sam­stundis sum børnini verða eggjað til at halda seg burtur frá tubbakki, segði Pál Weihe, formaður í Fólka­heilsu­ráðnum í Sosial­inum herfyri. Her kann leggjast aftur­at, at onkrir skúl­ ar hava longu sett bann fyri at roykja á matrikul­ numm­ar­inum. Tað hava eisini onkrar kommunur gjørt, í hvussu so er Tórshavnar Komm­ una, sum hevur tann royki­politikk, at allastaðni, har børn og ung verða ansað, á á skúlunum, skal vera roykfrítt, á øllum matrikul­nummarinum. – Vaksin skulu vera ein fyrimynd fyri børnini og ikki roykja framman fyri børnini, sigur Tórshavnar Kommuna. Annars fer Fólkaheilsu­ ráðið aftur í heyst at velja ársins roykfría skúla og skúlin, sum vinnur, kann vænta sær okkurt for­ vitnis­ligt í virðisløn. Í fjør tað Skúlin við Løg­mannabreyt, sum varð ársins, roykfríi skúli og tá var virðislønin, at 6. klassi fekk ein túr í bow­ling­ høll­ina við mati og slapp í bio­graf og á konsert við Sveini. aki@sosialurin.fo ROYKING ER ROTIÐ Tað er eingin meining í, at lærarar ganga úti í fríkorterum og roykja upp í andlitið á skúlabørnum, heldur Fólkaheilsuráðið Bára Ellefsen, 11 ár, av Signabø, fekk eisini virðisløn í tí elsta bólkinum Her er tað 12 ár gamli Valdemar Bláhamar úr Miðvági, sum fekk virðisløn í tí elsta bólkinum Á nýggjárinum fór Fólka­ heilsu­ráðið undir eitt átak, har fólk kunu melda seg til eina sms skipan í eini roynd at leggja av at roykja. Endamálið var, at roykjarar, sum vóru í skip­ anini, skulu dagliga fáa eggjandi sms boð, sum skuldi halda teimum til og forða fyri, at teir fóru aftur at roykja. Ólavur Jøkladal í Fólka­ heilsuráðnum, sigur at yvir 1200 roykjarar meldaðu seg til. Kortini datt nakað burtur av aftur, men 600 roykjarar fullførdu átakið. Søgan sigur tó einki um, hvussu nógv vórðu royk­ frí av hesum, men í Fólka­ heilsu­ráð­num halda tey, at átakið eydnaðist væl, tí tey siga, at fyrispurningar í stórum handl­um vísa, at sølan av tubbakki er mink­ aði nógv fyrst í árinum. Og á roykfría degnum fríggja­dagin, fara tey at seta nýtt lív í átakið og tá kunnu roykjarar aftur melda seg til eina sms skipan í eini royd at leggja tubbakkið á hillina. aki@sosialurin.fo 600 fullførdu Í bólkinum 7-10 ár, fekk 10 ára gamla Shana Debes, úr Sørvági, virðisløn Í tí yngsta bólkinum var tað 6 ára gamla Sóley Maria Petersen úr Fuglafirði, sum fekk virðislønina