mikudagur 29. mai 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kom og legg av!á
Nú fríggjadagin 31. mai er altjóða roykfríur dagur, so
kom og legg av!
Sms'a "gevst" til 1919.
sansir.fo
Landsgrannskoðanin
søkir eftir grannskoðara
Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum fer úr starvi
vegna aldur, verður eitt starv hjá Landsgrannskoðanini leyst
at seta frá 1. august 2013 ella eftir avtalu. Arbeiðið á stovni-
num er at grannskoða almennar stovnar og skipanir, og er
áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt.
Vit vænta at tú hevur
• hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap
ella aðra viðkomandi útbúgving
• royndir innan almenna/privata umsiting ella grannskoðan
• góð samstarvsevni, og dugir væl at samskifta við stovna
og starvsfelagar
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at skriva og hevur málsligan kunnleika,
serliga í føroyskum
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmælum o.ø.
skal sendast til:
Landsgrannskoðanin
Traðagøta 43
Postrúm 2053
165 Argir
ella sum teldupostur: postur@lg.fo
Umsóknir skulu vera Landsgrannskoðanini í hendi seinasta
lagi 3. juni 2013. Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Beintu Dam á telefon 355100 ella 226301.
Meira fæst at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu
okkara: www.lg.fo