Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur tatoveringar. Higartil hevur hann brúkt fleiri enn 10.000 krónur upp á tattoveringar og samlaði kostnaðurin fyri allan armin kemur upp í móti 30.000 krónum. Smædni pinkulingurin Tað var ein smæðin René Shaki Joensen, sum fór til fót­bólt við mammu síni á ung­um árum. Tað tók einar tíggju ferðir áðrenn René yvir­høvur tordi at fara á vøllin. – Vit vandu innandura og eg tordi ikki á vøllin. Men tann eina dagin kom bólturin yvir til mín og eg sparkaði hann aftur til ein av hinum. So fór eg bara á vøllin, og har havi eg verið síðani, greiður René frá. Hann spældi við B36 fram til hann bleiv 14 ár, tá fleiri av hansara vinmonnum lokk­ aðu hann yvir til HB. René spældi eisini nógv hondbólt við Kyndli og gjørdist mill­ um annað ársins spælari í dreingja deildini og fekk heið­ ur í kapping í Barcelona. René valdi í 2009 at fara á eftirskúla í Brøndby, og tað er her at møguleikin at umboða Brøndby á fyrsta sinni kom upp at venda. Fyrsta árið í Brøndby gekk ikki so væl, men næsta ár­ið gjørdist heilt gott. – Eg fór frá at verða numm­ar 15 ella 16 í røðini til at byrja inni. Eg menti meg nógv og fekk sáttmála. tað var deiligt at fáa løn fyri stríð­ið, greiðir René frá. Ein skaði í vetur gjørdi at René ikki hevur spælt so nógv síðani ársskiftið, men hann er nú komin yvir bein­brotið. Ringa gongdin hetta kappingarárið hevur eisini verið við til, at René ikki hevur fingið fleiri minuttir í Super­liguni uttan teir, hann fekk móti AGF í farna kapp­ingarári. René er eisini greiður yvir, at tað krevur nógv at vera fót­bóltsspælari, og tú skalt tola nógv av, tí fjøl­miðl­arnir og viðhaldsfólkini eru ikki mjúk at strúka, tá tað gongur illa. – Vit hava ein spæl­ara í Anders Randrup, sum altíð fær ring ummæli. Hann er ein stak fitt­ur maður og tað er hart at síggja hann fáa so ringa viðferð, sigur René um høgra bakkin, sum nú gevst í felagnum. – Eg má fyrireika meg uppá, at tað eisini kann henda fyri meg. Eg veit ikki um eg fari at lesa bløðini og kjak eftir ein ringan dyst. Í fleiri førum veitst tú ikki hvør tað er, sum skriv­ar á internetinum. Tað kann eins væl vera onkur, sum ikki hevur skil fyri fótbólti. Tú mást ikki taka tað til tín, men heldur lurta eftir venj­ ar­anum, greiðir René frá. René hevur ongar trupul­ leikar at viðurkenna, at hann kann taka ting nær og tí skal ansa væl eftir, hvat hann lesur. – Eg eri kenslusamur og kann taka ting nær. Tí má eg fyrireika meg upp á at tað onkuntíð fer at ganga mær ímóti, sigur René, sum vónar at fáa spælitíð komandi kapp­ing­ingarár, hóast tað er ógreitt, um Auri Skarbalius, nú­ver­andi venjari, heldur fram í felagnum. – Tú veit ongantíð við Brøndby. Tað er eitt stórt felag, men eg fari at stríðast fyri mínum møguleika, sigur René at enda. René er úttikin til U21 landsliðið, sum í juni skal spæla móti Rumenia og Monte­negro.