Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jóannes eidesgaard tíðargrein síða 15 Gev okkum eitt alterna­tiv Dorit hansen eygamálið síða 14 Før­ oyskt er hótt ikki danskt Tingmaðurin hjá Sam­bands­flokk­i­ num, Helgi Abrahamsen, mælti í blað­ num mikudagin til, at eiga at hava færri sjúkrahús í Føroyum. Hann vísti á, at hann í nor­ð­ur­ lendsk­um sam­starvi ofta hoyrir orð­ið »grens­e­hindr­ing«, og at tað ræð­ur um at fá­a all­ar forð­ing­ar burt­ur, tá tað snýr seg um at flyta seg frítt millum Norðurlond: – Tú skalt kunna búgva í einum landi og ar­beiða ella ganga í skúla í einum øðr­um landi. Tú skalt kunna flyta á gam­als­aldri, uttan at missa rættin til pen­s­jón ella aðrar veitingar, sig­ur hann. Hann vísti eisini á, at innan sjúkr­a­ hús­økið verður eisini tosað um »grens­ e­hindr­ing«: – Vit skulu sam­starva um at veita eina so dygd­ar­góða tæn­astu sum til ber. Eg hoyri ein dansk­an pol­ i­t­ik­ara siga á ein­um fundi, sum eg var á: – Hví skulu vit í Dan­mark upp­byggja ein før­leika at basa ein­um á­vís­um slag av krabb­a­meini, tá heims­ins besta við­ gerð fyri somu sjúku fæst í Lund? Løgtingsmaðurin vísir á, at spurn­ ing­ur­in hjá teimum er ikki, um við­ gerð­in er donsk, svensk ella norsk. Ein­asta mál­ið er at fáa sjúkl­ing­in frísk­an, sigur hann. – Í onkrum landi eru tey komin so langt á einum øki, og í onkr­um øðr­um landi eru tey kom­in longri við við­gerð­ ini av aðr­ari sjúku. Hvat er tá meira ná­túr­ligt enn at sam­starva, spyr Helgi Abrahamsen, sum á­sann­ar, at slík­ um ar­beiða tey við í Norðanlondum ásannandi, at 25 milliónir fólk er ein ov lítil eind til dup­ult­funk­sjón­ir. Men her í Før­oy­um stríð­ast vit enn við spurn­ing­in, um vit skulu hava eitt, tvey ella trý sjúkrahús til 49.000 borgarar. Tingmaðurin heldur so skilagott fyri, at tíðin má vera komin, hvar ið vit sleppa øllum dupultfunksjónum á sjúkr­a­húsøkinum. Vit mugu seta okk­ um sám mál, at vit skulu ongar dup­ult­ funksjónir hava í FØroyu, og vit skulu menna samstarvið við sjúkr­a­hús í okkara grannalondum. Hø­v­uðs­end­a­ mál­ið má ikki vera grundað á spurn­ ingin um arbeiðspláss skulu tryggjast her ella har, en alt má snúgva seg um at gera sjúklingar frískar, heldur Helgi Abr­a­hamsen. Tað er einki at ivast í, at nógv er at spara við ikki at hava dup­ult­funk­sjó­n­ ir. Men tað verður ikki lætt at hjá Helga Abrahamsen at fáa ljóð fyri sínum sjón­ar­mið­um. So seint sum í síðsta má­n­aði segði samgongufelagin hjá hon­um, Elsebeth Mercedis Gunnleygs­ dótt­ir, í samband við sjúkrahúskjak, at »ikki ein prikkur skal flytast úr Klaks­ vík«. Hon heldur, at Klaksvík eigur søg­u­lig rættindi til sjúkrahús, júst sum í fiskivinnuni. Tá kjakið er á hesum støði, so er ikki nógv at gera. Men tað verður ikki minni tiltrongt og neyðugt fyri tað. mælir til Færri sjúkrahús Í einum uppskoti til kunn­ gerð um endurgjald til mann­ing á skipum skýtur Vinnu­mál­a­ráðið upp, at mun­ur verður gjørdur á fólki. Ein skipari, sum til døm­is missir sína farteldu, tá farm­a­skip søkkur, skal hava dup­ult so stórt endurgjald fyri telduna, sum dekkarin. Skip­ar­in er hægri løntur enn dekk­ar, tí er hann meira verd­ur og skal hava hægri end­urgjald er aðaltátturin í upp­skotinum, sum herfyri varð sent til hoyringar. Um tað so er fyri at fylgja yv­ir­skip­aða politiska enda­ mál­i­num hjá samgonguni skal ­ikki verða sagt – og tað hevði eisini verið óreint at pá­staðið tað. Tvørturímóti skyldast hetta, at høgt lønt fólk sita í Vinnu­málaráðnum og fo­r­ worda danska kunngerðir til Før­oyar uttan so mikið sum at hugsa. Í øllum førum hugsa tey ikki fyri lønina. Tey áttu kanska at verið send til hús – og lág­lønt fólk, sum heldur ikki duga at hugs, sett ístaðin at trýsta á »forward-knøttin« í Vinnu­mál­a­ráð­num. Og lítið mansligt er tað av vinnu­mál­a­ráð­harranum at skjóta eftir Jan Højgaard, og at hann og hansara fakfelag ikki hava uppdagað, at hetta hev­ur verið galdandi praksis síð­ani hálvfjerðsini. Í hálvferðsjunum høvdu vit held­ur onga javnstøðulóg, líka løn var ikki fyri kvinnur og menn og alt møguligt ann­ að var øðrvísi tá. Trupulleikin við slíkum end­ur­gjaldi er tíbetur ikki hvønn­dags­kost­ur og tí held­ur ikki at trupulleiki í tí dagliga hjá Fiski­mannafelagnum. Men at fólkini í Vinnu­mál­ a­ráð­num ikki duga at hugsa, tað er eitt stórt problem. Eitt sera stórt problem. Tað er stór van­æru­lig skomm, at eitt slíkt upp­skot kem­ur úr Vinnu­mál­a­ráð­num, sum bein­leiðis mæl­ir til mann­ a­mun – at tey á nið­astu rók­u­num skulu hava lægri end­ur­gjald enn tey á ov­astu rók­u­num. Hetta er so út av lagi táp­ u­ligt, at lands­stýr­is­mað­ur­in átti at kropið til kossin og bið­ið um almenna umbering fyri vánaligt lógarhandverk í Vinn­u­málaráðnum. – So vit gera sum Jan Høj­ gaard og geva Vinn­u­mál­a­ ráð­num botn­karakter! Hatta var flóvisligt og pín­ l­igt og tíverri eisini av­dúk­ andi, Johan Dahl... Bæði flóvisligt og pínligt Tað vóru ikki góð tíðindi fyri før­oyska samfelagið og bú­skapin, sum frætt­ust av Christ­i­an­s­borg mik­u­ kvøld­ið, tá Helle Thorn­ing- Schmidt, for­sæt­is­ráð­harri, í sam­bandi við mál­ið um møg­u­lig til­tøk frá ES mót­ veg­is Før­oy­um, staðfesti, at støð­an er »ó­hepp­in og be­klag­ilig« fyri rík­i­s­fel­ags­ skap­in og at rík­is­fel­ags­ skap­ur­in vigar tungt Tað vistu øll framm­an­ und­an, hóast onkur kanska hevði vónað, at hon fór at rætta føroyingum eina hjálp­andi hond. Men danska upp­sjóv­ar­ vinn­an er stór, og hon sær eina hóttan frá før­oy­ing­ um. Tá so fleiri av nevnd­ ar­lim­u­num í Danmarks Pelagiske Pro­du­cent­org­ a­ni­sa­tion eru føroyingar – har­av onkur við stórum fíggj­ar­lig­um áhugamálum í Fø­r­oy­um, so ger tað ikki støð­una frægari. Tí vit vita, at uppsjóvarvinnan í Dan­ mark leggur stórt trýst á stjónina um at kúga før­oy­ ing­ar. Fólkatingsmenninir mugu vera í døpurhuga. Mun­urin teirra millum er, at Sjúrð­ur Skaale hevur á­virk­ an á stjórnina, tað hevur Ed­mund Joensen ikki. Sjúrður Skaale hevur sagt, at hann kann brúka sítt mandat at leggja trýst á stjórn­ina – og enn­tá vera við til at taka stuð­ul frá stjórn­ini, so hon miss­ir meir­i­lutan, um hon a­r­beiðir í­móti føroyskum á­hug­a­mál­ um. Eru vit ikki við at vera har, Sjúrður? Onga hjálp frá Helle Tá 25 mió eru ov fá dupult­ funk­tiónir, hvat so við okkum? Trupulleikin í málinum um endurgjald til skipbrotnar sjó­ menn er ikki, at Fiski­manna­felag­ið ikki hevur uppdagað, at manna­munur hevur verið gjørdur. Trupulleikin er, at fókini í Vinnumálaráðnum ikki duga at hugsa!