hósdagur 30. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Føroysk byrsufólk skulu eis
ini hava góðkenning í ES.
Tað ætlar Kári P. Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Sum vit vístu á í Sosial
inum nakað síðani arbeiðir
hann fyri at herða føroysku
vápnalógina.
Í hesum sambandi er ætl
anin, at hereftir skal ongin
sleppa at keypa eina byrsu,
fyrrenn viðkomandi hevur
verið á skeið í vápnabrúki.
Síðani skal viðkomandi
hava eitt serstakt vápnaloyvi
frá fútanum og tástaðni
kunnu tey fara í ein handil
at keypa sær byrsu.
Somuleiðis
skulu
tey,
sum longu eiga byrsu, eisini
á skeið og tey skulu somu
leiðis hava vápnaloyvi frá
fútanum.
Tey fáa eina skiftistíð á
eitt ella tvey ár at fáa síni
viðurskifti í rættlag.
Ætlanin hjá landsstýris
manninum hevur vakt mikl
an ans.
– Hetta er eitt mál, sum
vísir seg at fylla øgiliga nógv
hjá fólki, tí eg havi ongantíð
í mínum politiska lívi fingið
so nógvar viðmerkingar til
eitt mál, eg havi arbeitt við,
sigur Kári P. Højgaard.
Men hann sigur, at við-
merkingarnar eru bæði frá
fólki, sum ikki vilja vita av
slíkum ”fjasi” og so eru tað
eisini mong, sum taka undir
við, at viðurskiftini á hesum
øki verða betur skipað.
Tað eru serliga nøkur ávís
viðurskifti, sum hava vakt
ans hjá fólki.
Eitt er, at fólk, sum longu
eiga byrsu og eru royndir
skjúttar, eisini skulu á skeið
og hava vápnaloyvi.
Ein annars spurningur,
er, at vápnaloyvi skal end
urnýggjast fimta hvørt ár og
ein triði spurningur er, at tað
føroyska vápnaloyvi eigur at
hava altjóða góðkenning.
Kári P Højgaard fegnast
um, at fólk hava áhugað í
málinum.
Hann hevur sent tað til
hoyringar víða hvar, men
kortini eru mong, sum harm
ast um, at ikki júst tey hava
fingið uppskotið til hoyr
ingar.
–
Ein
trupulleiki
er,
at harufeløg, og onnur
feløg, eru ikki skrásett og
tískil hava tey ikki fingið
ætlanina til hoyringar, sigur
hann.
Kortini leggur hann dent
á, at øll eru vælkomin at siga
sína hugsan, eisini tey, sum
ikki formliga hava fingið
ætlanina til hoyringar.
– Tað er bara at skriva til
innlendismálaráðið, har upp
skotið eisini liggur á heima
síðuni.
Kári P. Højgaard er fram
vegis samdur um, at vit eiga
at fáa skipað viðurskifti á
hesum øki, sum hann kallar
tað.
Hann er sannførdur um,
at tað eru fólk flest samd við
honum í.
– Tað er eisini galdandi í
londunum rundan um okk
um, at tað krevst ein ávísur
førleiki, áðrenn ein kann
ogna sær vápn.
Hann kallar tær broyt
ingar, hann ætlar at gera fyri
bara eina lítla dagføring av
vápnalógini.
Hinvegin skilji er ein part
av atfinningunum, viðgongur
hann.
Hann heldur framvegis, at
tað er rætt, at tað er rætt, at
tann, sum keypir byrsu, skal
hava eitt loyvi.
Men
spurningurin
er,
hvussu rætt tað er at krevja,
at fólk, sum hava brúkt
byrsu í áravís, skulu noyðast
á skeið.
Í hesum sambandi heldur
hann, at tað kanska var rætt
ari at siga, at seta eitt aldurs
mark á.
Tað hevur eisini ligið í
ætlanini, at vápnaloyvið skal
endurnýggjast fimta hvørt ár
og tað er ein áseting, lands
stýrismaðurin ivast í.
Men eitt, Kári P. Højgaard
sigur, at hann fer at miðja
eftir, at tað føroyska byrsu
skeiðið og vápnaloyvi, verður
góðkent í ES.
– Verður okkara føroyska
vápnaloyvið góðkent í ES,
kunnu føroyingar vera við í
skjótikappingin og veiðiferð
um í ES londum, uttan onnur
loyvi.
Kári P. Højgaard heldur, at
júst hetta kann eggja føroy
ingum at fara á byrsuskeið.
Hinvegin vísir hann eisini
á, at uttanlands verður nógv
skotið við riflu, men tað er
ikki ætlanin, at føroyska
vápnaloyvi skal umfata rifl
ur, men bara høglbyrsu.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendis
málum, sigur, at byrsu
skeiðið, sum ætlanin er at
seta í verk í Føroyum, er
bara ein viðfáningur aftur
ímóti tí, sum krevst í øðr
um londum.
Í Danmark krevst eisini
skeið og prógv fyri at
sleppa at veiða og so vítt,
vit hava fingið upplýst,
kostar eitt slíkt prógv yvir
4000 krónur Danmark.
Tað er eitt skeið, sum
varar í fleiri dagar og har
tann, sum skal hava prógv,
skal hava kunnleika til
veiðilógina, eins og við
komandi skal kenna fugl
og dýr, bæði hvussu tey
síggja út og og til tann lív
frøðiliga partin.
Viðkomandi skal eisini
læra um ymsar veiðihættir
og amboð, umframt at
skeiðið
eisini
umfatar
veiðietikk, hvussu leitað
verður eftir dýrum.
Ein
týðandi
partur
av skeiðnum er eisini at
skjóta, at handfara vápn,
bæði tá ið gingið verður og
tá ið skotið verður.
Í hesum sambandi er
eisini undirvísing í, hvussu
ein metir um frástøðuna til
tað, skotið verður eftir.
Skeiðið, sum ætlanin er
at seta í verk í Føroyum,
varar í átta tímar, har seks
tímar eru í ymsari ástøði
og tveir tímar í skjóting á
skjótibreyt.
Føroysk byrsufólk
góðkennast í ES
VÁPNALOYVI Nú ætlanin er at krevja, at øll, sum skjóta við
byrsu í Føroyum, skulu á skeið og hava serstakt vápnaloyvi,
er ætlanin at fáa ES at góðkenna tað føroyska loyvið
Bara ein lítil partur
Ovfarin
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður er ovfarin
av reaktiónunum, hann hevur fingið upp
á ætlanina at broyta vápnalógina
Hetta er eitt mál, sum
vísir seg at fylla øgiliga
nógv hjá fólki
Júst hetta kann eggja
føroyingum at fara á
byrsuskeið