Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avloysari fyri eftirlitsfólk á Arbeiðseftirlitinum Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir eftirlitsfólki til Arbeiðseftirlitið. Talan er um eitt starv, sum fakliga fevnir vítt og breitt, og sum hevur stórar avbjóðingar. Starvslýsing Í starvinum skalt tú hava málsviðgerðina og eftirlitsskylduna fyri ávís fakøkir. Tú skal fremja eftirlit m.a. sambært ásetingunum í Arbeiðs­ umhvørvislógini. Væntast skal, at umleið helvtin av starvinum er feltarbeiði. Førleikakrøv Prógv frá hægri lærustovni/universiteti innan eitt av hesum økjum: • maskinmeistari • náttúruvísindaligt prógv • verkfrøðingur • Cand. scient. • aðrar viðkomandi útbúgvingar frá hægri lærustovni/universiteti Ynskiligt er, at tú hevur arbeitt nøkur ár eftir lokna útbúgving og hevur starvsroyndir við eftirliti. Royndir frá fyrisiting er ein fyrimunir, men er ikki eitt krav. Onnur krøv og eginleikar Í starvinum skalt tú harafturat: • duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og eisini á norðurlendskum og enskum máli • arbeiða sjálvstøðugt og í toymi • duga at fasthalda yvirlitið, um hart leikar á • hava kunnleika til framkomnar KT skipanir • hava koyrikort til bil Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir vítt og breitt um arbeiðsumhvørvisøkið. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Tíð og setanarviðurskifti Talan er um fyribilsstarv fyri eftirlitsfólk í farloyvi, og er setanin tískil tíðaravmarkað til og við 31. januar 2015. Starvið er fulltíðarstarv, og vænta vit, at tú kanst byrja 1. august 2013 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmála­ ráðnum: www.lnd.fo. Umsóknin Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum skal sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Falkavegur 6, FO 100 Tórshavn, ella á hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin hin 13. juni 2013, kl. 12.00. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Leiv Persson, deildarleiðara, á telefon 55 64 40. Stutt um Arbeiðseftirlitið Arbeiðseftirlitið var 1. mars 2011 lagt til Heilsufrøðiligu starvsstovuna at umsita, og er skipað sum ein eind hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeiðseftirlitið umsitur: • løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi við tilhoyrandi kunngerðum • løgtingslóg um kavaravinnu • løgtingslóg um spreingievni • løgtingslóg um tiltøk at minka um royking og • reglurnar um mát, løggildar vektir og nøgdarmátarar Uppgávurnar á Arbeiðseftirlitinum eru burturav myndugleikauppgávur. Á Arbeiðseftirlitinum starvast 5 fulltíðarsett fólk aftrat deildarleiðaranum. Lýsingin er eisini at síggja á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo, umframt á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum á www.arb.fo.