hósdagur 30. mai 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo
Vísindastarv í orkuverkfrøði
Eitt vísindastarv í orkuverkfrøði er leyst at søkja á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi.
Talan er um professarastarv ella lektarastarv treytað av førleika umsøkjarans.
Starvið
Starvið fevnir um gransking og undirvísing við atliti atburð
ar dyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum í føroyska sam
felagnum.
Tann, ið settur verður, skal ganga á odda í arbeiðinum við
at menna eitt sterkt granskingarumhvørvi, hvørs gransking
skal vísa á burðardyggar møguleikar fyri at minka um nýtsl
una av fossilum brennievnum. Somuleiðis skal viðkomandi
hava ein leiðandi leiklut í at menna og samskipa hægri út
búgvingartilboð innan orku og umhvørvisverkfrøði við atliti
at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava ph.d. útbúgving og starvsroyndir, ið
eru viðkomandi fyri starvið.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing
av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini
skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og
hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast
við umsóknini.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð
skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt
mála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.
Freist
Umsóknarfreist er 27. juni 2013. Miðað verður at seta starv
ið skjótast tilber.
Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast við telduposti
til umsokn@setur.fo.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj@
setur.fo, dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsu
vísindi. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna
á www.setur.fo
www.setur.fo
Masterútbúgving í vegleiðing
Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Menta mála
ráðið og Háskóla Íslands út parttíðarlestur í lestrar og yrkis vegleiðing
á masterstigi. Útbúgvingin verður skipað við intensivum seminarum,
lestrarbólkum, sjálvlestri og samskifti umvegis fjarlestur.
Endamál
At geva virkandi og nýggjum vegleiðar
um ástøðiligan kunnleika og møguleika
at menna førleikar til tess at veita dygd
argóða lestrar og yrkisvegleiðing til fólk
í øllum aldri. Endamálið er harafturat at
menna, skipa og professionalisera veg
leiðarayrkið, eins og siðvenja er í lond
unum rundanum okkum.
Upptøkutreytir
• Útbúgving á bachelorstigi ella hægri
• Læraraútbúgving (gamla skipanin) og
minst tvey ára starvssroyndir sum
vegleiðari í fólkaskúlanum ella á øðr
um skúla/stovni
• Motiverað umsókn (sí Upptøka 2013)
Útbúgvingarstaður
Námsvísindadeildin
Frælsið 20
FO100 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja um upptøku til MA í
Vegleiðing er mánadagin 3. juni 2013.
Nærri kunning
Les meira um útbúgvingina, lærugreina
yvirlit, og tak niður umsóknarblað og
leiðbeining á: http://setur.fo/upptoe
ka2013/mautbugvingivegleiding/
Til ber eisini at venda sær til lestrar
vegleiðingina í miðfyrisitingini á:
studvegl@setur.fo
Masterútbúgving í løgfrøði
Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út útbúgving í løgfrøði á
masterstigi. Skeið verða boðin út grundað á gransking í føroyskari
lóg, umframt í samstarvi við universitet í grannalondunum.
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva
tí lesandi førleikar á høgum støði í løg
frøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna
greina lóg og løgfrøði við atliti at røð
av løgfrøðiligum evnum, umframt lóg
kønari útgávu og lóg hjá smáum løg
dømi í samveldisstøðu.
Upptøkutreytir
• Antin: úbúgving á bachelorstigi í lóg.
• Ella: onnur útbúgving minst á bachel
orstigi ella samsvarandi við nóg mikið
av lógkunnleika
• Umframt: grundgivin umsókn
Útbúgvingarstaður
Søgu og samfelagsdeildin
Jónas Broncks gøta 25
FO100 Tórshavn
Umsóknarfreist
Freistin at søkja um upptøku til MA í Løg
frøði er mánadagin 1. juli 2013.
Nærri kunning
Les meira um útbúgvingina, læru greina
yvirlit, og tak niður umsóknarblað og leið
beining á: http://setur.fo/upptoeka2013
/masterutbugvingiloegfroedi/
Til ber eisini at venda sær til Kára á
Rógvi, lektara á Fróðskaparsetri Føroya
á telefon 292589 ella við at senda ein
teldu post til kariar@setur.fo.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo