hósdagur 30. mai 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur kappróður
Kappróðurin kappast við útlandið
Nógvir av handverkarunum, sum plagdu at vera grundsúlan undir kappróðrinum
millum teir vaksnu, arbeiða nú uttanlands og í frálandavinnuni, ásannar Jan Herman
Hansen, formaður í RSF, sum tó ikki heldur, at kappróðurin er hóttur
Jóannes Hansen
Í morgin verður fyrsta start
skotið í ársins fyrsta FM
kappróðri. Sum tað hevur
verið í meiri enn 75ár, so
verður tað á Pollinum í
Klaksvík, at fyrstu tøkini
verða tikin.
Serliga í størru báta
støddunum er tað eyðsýnt,
at luttøkan ikki er stór. Trý
10-mannafør, trý 8-mannafør
og fýra 6-manafør við kvinn
um. Meiri hugaligt er tað í
kappingini millum 6-manna
førini við monnum, har átta
bátar hava boðað frá luttøku
í kappingini á Norðoya
stevnu.
Sammett við undanfarin
ár er luttøkan umleið tann
sama. Hesa ferð eru fýra
bátar fleiri við í kappingini,
enn tað vóru í fjør.
Viðhvørt hevur tað verið
illfýsið, kalt og vindur og
regn og ikki heilt sjáldan
frekir kavaælingar, tá ið árs
ins fyrsti kappróður hevur
verið. Soleiðis verður tað ikki
í ár. Tað hevur verið góðveður
alla vikuna, og sambært
veðurforsøgnini
verða
róðrarlíkindini av teimum
bestu í Klaksvík í morgin.
Tað er deyðaslætt, og hann
sigur frá útsynningi, sum er
besta ætt norðanfyri.
Kappingin
Í fleiri ár hevur Jan Herman
Hansen
í
Rituvík
verið
formaður
í
Róðrarsam
bandinum. Hann og hinir
nevndarlimirnir hava saman
við hjálparfólkum fyrireikað
seg til nýggja kappingarárið,
og teir vita, at ærukæru
klaksvíkingarnir hava fyri
reikað seg til at taka ímóti
róðrarfólkunum í morgin.
Seinnu árini hevur tað ofta
verið tosað um kappróðurin,
og at hann er hóttur, tí hann
er í kapping við so mong
onnur. At luttøkan ikki er
størri í kappingini millum
8-mannaførini og 10-manna
førini heldur Jan Herman
Hansen kemst av, at so nógvir
av teimum, sum plagdu at
vera grundstuðlarnir í kapp
róðrinum, eru so nógv burtur
úr Føroyum.
– Tað plagdu at vera
handverkararnir,
sum
í
stóran mun vóru við til at
manna bátarnar. Eitt nú teir
á skipasmiðjunum á Skála, í
Havn, í Klaksvík, í Vági og í
Vestmanna. Nú er veruleikin
tann, at tað ikki longur eru
so nógvir handverkarar í
Føroyum, sum tað plagdu at
vera. Tað vísir seg, at nógvir
fara av landinum at arbeiða,
tá ið teir eru útlærdir. Tað
ræður um at tjena nógvar
pengar, tá ið hús og heim
og familja eru á skránni, og
seinastu árini hevur gongdin
verið tann, at alt fleiri fara
eitt nú til Noregs ella at ar
beiða
í
frálandavinnuni,
staðfestir formaðurin í RSF,
sum sjálvur arbeiðir á skipa
smiðjuni í Havn.
Har
plagdu
nógvir
kapprógvarar at arbeiða, og
kappróðrartosið var nógv. Tað
eru framvegis kapprógvarar
á
skipasmiðjuni,
og
tað
verður
framvegis
tosað
um kappróður, men eisini
har sæst tað, at samfelagið
er broytt, og at føroyski
arbeiðsmarknaðurin er meiri
globaliseraður.
– Vit kunnu eitt nú taka
Klaksvíking
sum
dømi.
10-mannafarið í Klaksvík
hevur vunnð FM tvey tey
seinastu árini, og áhugin
fyri kappróðri tykist vera
stórur millum norðoyingar.
Teir vilja fegnir luttaka, og
tíbetur fer Klaksvíkingur
aftur í summar at kappast
við Suðuroyingin og Havnar
bátin. Men tað hevur verið
eitt orduligt putlispæl hjá
teimum at fáa tað at ganga
upp. Eg havi skilt á teimum
har norðuri, at teir eru einir
fimtan menn, sum fara at
manna bátin í summar. Tað
kemst av, at onkur siglur, og
at aðrir arbeiða og lesa uttan
lands. Tað ber til at venja alla
staðni, so kapprógvararnir
kunnu vera væl fyri, hóast
teir ikki venja so nógv saman
í bátinum.
Hønan og gulleggið
Summarstevnurnar
hava
ivaleyst verið í hægri kursi,
enn tær eru tað nú. Kapp
ingin
frá
festivalum
og
mentanartiltøkum er stór,
og hetta sæst aftur í talinum
á teimum, sum møta upp fyri
at vera eygnavitni til kapp
róðurin.
– Feløgini leggja stóra orku
í at fyriskipa sjálvan róðurin.
Tí hava tey ikki yvirskot og
orku til at fyrireika annað
enn sjálvan róðurin. Tað er
ein dreymur, at tað gongur
meiri fyri seg millum áskoð
ararnar, sum eru til kapp
róður, men enn eru vit ikki
komin so langt. Upp á ein
máta verður kappróðurin
marknaðarførdur
sum
týdningarmikil partur av
summarstevnunum,
men
veruleikin er, at róðurin ikki
er so týdningarmikil partur
av sjálvari stevnuni. Eitt nú
er landskappingardystur í
1. deild í fótbólti í Klaksvík
í morgin klokkan 16, og
tað verður dystur í EFFO
deildini millum KÍ og B36
klokkan 18. Vit vóna, at kapp
róðurin verður liðugur tá,
men møguleikin kann ikki
útihýsast, at Klaksvíkingur
fer at vera í harðari kapp
ing um sigurin úti á vánni,
meðan besta liðið hjá KÍ
spælir ímóti B36 á heimavølli,
vísir formaðurin í Róðrar
sambandinum á.
Jan Herman Hansen sigur
seg ikki stúra fyri framtíðini
hjá kappróðrinum. Seinnu
árini hevur verið nógv tos
að um broytingar. Talan er
um prosess, og einki er at
ivast í, at kappróðurin og
umstøðurnar kring kapp
róðurin so við og við fara at
verða broyttar.
– Samfelagið broytist, og
alt annað verður tillagað.
Tí er einki undarligt í tí, um
tað fer at vísa seg, at kapp
róðurin ikki verður skipaður
soleiðis, sum hann hevur
verið seinastu hálvu øldina
ella so. Tað ber eitt nú til at
ímynda sær, at allar kapp
ingarnar ikki vera sama dag
og á sama stað, men tað fáa
vit at síggja.
Fyribils fegnast vit um, at
tað eru útlit fyri góðum um
støðum og fyritreytum, tá
ið róðrarárið verður skotið í
gongd í morgin.
joannes@sosialurin.fo