hósdagur 30. mai 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 31. mai 2013
2
VIKUSKIFTI
List
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Amariel Norðoy ferðast javnan til
útlandið, har hann málar summi av
sínum verkum. Hann er av og á í
Keypmannahavn og París og arbeiðir
við sínari list, men tað eru motivini úr
heimliga umhvørvinum í Klaksvík, sum
hann heldur fast um, tá ið hann málar
í útlandinum. Pollurin, Kunoyarnes,
Norðan og alt hitt, vit kenna frá
málningunum hjá Amariel, sæst eisini
aftur á málningunum, hann málar í út
landinum.
– Ótilvitað fái eg sjálvandi íblástur
frá teimum støðunum, har eg máli og
vitji. Til dømis kunnu litirnar verða
eitt sindur øðrvísi, tá ið eg máli í París.
Men tað er ikki tann stóri munurin á
málningunum, um eg máli teir her
heima í Føroyum, í Keypmannahavn ella
aðrastaðni, sigur Amariel Norðoy.
Endurnýggjan
Í sambandi við, at tað í ár eru 10 ár
liðin, síðani Galerie Focus lat upp í
Havn, hevur Amariel framsýning í
Lambagerði, og har fer hann fram til
8. juni at sýna fram verk, sum hann
hevur skapt við oljumáling, vatnlitum
og steinprenti.
– Tað er eyðsýnt, at tað mynd
listaliga avrikið hjá Amariel Norðoy
staðsetur hann, sum ein av teimum
mest viðkomandi í føroyskari nútíða
rmyndlist, ektaður – eldhugaður og
kærleikin til ta føroysku náttúruna
tryggjar útstrálingsmegina í hansara
myndum. Evnini til endurnýggjan sæst
týðuliga á hesari framsýningini, verður
sagt um framsýningina.
Fernisering verður í Galerie Focus
fríggjadagin kl. 16.00, og tá fer tón
leikarin Holgar Jacobsen at undirhalda
við gittara og sangi.
Silikon
boppir og
falskar tenn
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Frida Poulsen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Inna
Törnroos
Líkamikið um hann málar í París ella Rom, eru tað
heimligu motivini úr Klaksvík, Amariel Norðoy
málar. Nýggj framsýning vísur listamann,
sum hevur evnini til endurnýggjan
Arbeiðsplássið hevur sett eina verkætlan
í gongd – vit skulu gerast sunnari. Fyrsti
fyrilestrahaldari er ein kvinna, sum hevur
silikonboppir. Hon hevði nógv gott at siga,
men tá vit koma aftur til okkara pláss, sigur
starvsfelagin beinavegin: »Eg kann ikki
taka ímóti heilsuráðum frá einari kvinnu,
sum hevur valt at gera boppirnar størri við
silikon.«
Men hon hevði nógv gott at siga, royna
vit, men hann heldur upp á sítt. Um man skal
verða eitt heilsufyridømi, eru silkikonboppir
ikki nakað man fæst við, tvíheldur hann um.
Eg eri ikki samd við honum, men fyri
nøkrum vikum fangaði eg meg sjálva við
somu tankum. Eg sat yvir av einum væl
kendum medium (ein, sum sigur seg kunna
tosa við tey deyðu – hevur kontakt við
andaheimin), og hann hevði krita-krita-
hvítar kunstigar tenn. Git, um eg ikki misti
eitt sindur av mínari trúgv uppá hann? Jú,
hann sá kunstigur út, og eg dømdi hann sum
minni trúverdigan.
Eitt tað kendasta orðatak, vit eiga, er, at
vit ikki skulu skoða hundin á hárinum, men
tað var also júst tað, eg so dyggiliga gjørdi.
Ella er tað so, at summi størv – heilsu
ráðgevi við silikonboppum og medium við
kunstigum tonnum – ikki hóska saman?
Eg trúgvi ikki, at eg og hann á arbeiðs
plássinum eru serliga ólík øðrum fólki. Tað
liggur í okkum at skoða eftir hárinum, hóast
vit vita, at tað ikki er rætt.
Ein yngri starvsfelagi gjørdist einaferð í
øðini inn á meg, tá eg segði við hana, at eg
ikki helt, at hon kundi fara til eina samrøðu
við skræddum nylonsokkum og stuttum
kjóla.
»HVÍ?« rópti hon í høvdið á mær, og eg
var noydd at søkka so lágt sum at siga: »Tí
at eg vænti also ikki, at tey taka teg í álvara,
um tú sært soleiðis út.«
Eg hataði meg eftir ta løtuna, tí eg veit,
at hon skal kunna ganga ílatin JÚST, sum
hon vil – men tað passar bara so illa til tann
veruleika, vit liva í.
Tað er ein orsøk til, at øll mannfólk síggja
út sum klónir í sínum klædningum – teir
vita, at klædningurin inngevur respekt. Tað
sama er við slipsum.
Tíanverri verða vit nokk dømd eftir
okkara skræðu, óansæð hvussu ofta vit siga,
at tað er tað innara, sum tað ræður um.
So segði
hann...
Tekur Pollin
við sær til París
– Eg haldi, at yngra ættarliðið er meira tilvitað
um teir faktorarnar, ið kunnu elva til eina
krabbameinssjúku. Og tað er ein positiv
gongd, sum vit sjálvandi fegnast um
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, nú norðurlendskar út
rokningar vísa, at fleiri føroyingar fara at fáa krabbamein komandi árini.
Amariel Norðoy hevur komandi vikuna framsýning við nýggjum verkum í Galerie Focus í Havn
mynd: álvur haraldsen