Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Fakfeløg Kjak á síðu 26 Skila­ leysar sparingar HERI MOHR KJAK Á SÍÐU 26 ”Se­a­ pav­i­li­on in the North Atlantic" – Gevið okkum eitt alternativ. Soleiðs sigur fyrrverandi for­mað­ ur Javnaðafloksins, Jó­ann­es Eid­es­ gaard í tíðargrein her í blað­num um vik­u­skiftið. Hann sipar til andstøðuna í løg­ ting­i­num – og til nógv umrøddu tíð­ ar­greinina, hann eisini skrivaði her í blað­num um blokkpolitikk herfyri, har hann heitti beinleiðis á Aksel V. Jo­hann­esen ­og Høgna Hoydal um at skipa ein blokk millum Javn­að­ar­ flokk­in og Tjóð­veldi, sum kann vera eitt al­ter­n­a­tiv til samgonguna, sum sit­ur. Tað uppskotið hjá Eidesgaard fall ikki í góða jørð hjá øllum. Framm­an­ un­d­an hevði Aksel V. Johannesen meld­að út, at so leingi hann er for­ mað­ur í Javn­að­ar­flokk­i­num fer flokkurin ikki í samgongu við Fólka­ flokkin. Hóast Tjóðveldi javnt og samt hev­ur hvassar atfinningar mót­veg­is Fólk­a­flokkinum, serliga mót­i fiski­ vinn­u­pol­i­tikk­i­num, so vil Tjóðveldi ikki avskriva Fólk­a­flokk­in sum sam­ starvs­flokk í lands­stýr­i­num. Her er tað aftur tvíbýtta tvíbýtið, um vit so kunnu siga: Vit hava flokk­ ar, sum hugsjónarliga eru á sið­bunda vinstra-høgra­ása­num. Men vit hava eisini hin ásin, sum bý­tir flokk­ar­ nar upp í samband-full­veldi. Hó­ast Javnaðarflokkurin og Tjóð­veldi at kalla eru samdir á vinstra-høgra­ása­ num, so standa teir í hvør sínum borði á sam­band-full­veld­is­ása­num. Tað er hesin veruleiki, sum ger før­ oysk­an politikk so fløktan. Við­hvørt velja flokkar annan ásan og við­hvørt hin. Sam­gongan, sum sá dags­ins ljós eft­ir krepp­u­árini í ní­ti­ár­u­num mill­ um Tjóðveldi, Fólka­flokk­in og teir smáu í 1998 var eitt úrs­lit av, at sjálv­ stýr­is­kreft­ir­nar – ella full­veld­is­kreft­ ir­nar, leit­aðu saman í samgongu. Fyri ta tíð var tað bara hent í 1962-66, tá Fólk­a­flokk­ur­in eisini hevði leiðsl­una í Ting­a­nesi. Men hvat er so alternativið til sit­ andi samgongu kunnu vit spyrja? Sjálvandi er andstøðan al­tíð eitt boð upp á eitt alternativ. Men skal sitandi andstøða manna stjórn­ar­skriv­stov­ur­ nar í landinum, so skulu fleiri man­dat flytast – í minsta lagi trý. Hinvegin er tað sjálvandi eisini ein møg­u­leiki, at annar av stóru stjórn­ ar­flokkunum gongur saman við and­støðuni. Tað kundi verið Fólka­ flokkurin og Tjóðveldi, ella Javn­ að­ar­flokk­urin og Sambandi. Fyrri møguleikin er valla hugsandi beint nú, so ósamdir flokkarnir eru um eitt nú fisk­i­vinnupolitikkin. Taka vit seinna møgu­leikan – sam­ an við Tjóð­veld­inum, so eru vit aft­ur við mak­rel­sam­gong­una frá 2011, sum helst er besta boðið upp á eina al­ter­ n­a­tiva sam­gongu í Før­oy­um. Saknar alternativið Átakið »Í menniskjum góður tokki« hevur latið biskupi og Fólka­kirkj­uni eina heið­urs­løn. Nevndin fyri »Í menniskjum góð­ur tokki« gjørdi av fyri tíð síðani at heiðra onkran av teimum, sum høvdu lagt lunn­ar undir á­tak­ið, og sum høvdu gjørt okk­urt ser­stakt. Mikk­alina Glas fram­leiddi átakinum tríggj­ar stórar einglar, sum skuldi gevast sum heið­urs­løn. Ein heiðurløn var latin Posta, ein Lions Klub Suð­ur­oy og tann triðja er nú latin Jógv­ an Fríð­riksson, biskupi og fólk­ a­kirkjuni. Bisk­upur hevur frá byrj­an ver­ið ein góður sam­starvs­felagi og hevur eisini á sín ja­lig hátt slóð­að fyri á­tak­i­num, sig­ur Ann­ lis Bjarkhamar – Tá fyrireikingarnar til á­tak­ið fóru í gongd í 2010 fór eg á fund við Jógvan Fríð­risks­ son, biskup og Una Næs, dóm­ próst. Báðir tóku væl í­móti hug­skotinum um eitt á­tak, sum rætti fíggjarliga sperd­um fam­ilj­ um eina hjálp­andi hond á jól­um og søgdu, at teir vildu gera sítt til, at Fólk­a­kirkjan kom at taka virkn­an lut í átakinum, sig­ur Ann­lis Bjarkhamar. Biskupur lat sjálvur á hes­ um fund­i­num ein kekk á 1500 kr, sum var fyrsti stuðulin til á­takið, og sum var brúkt til stovns­fæ, tá ið grunnurin fyri »Í menn­iskjum góður tokki« varð settur á stovn. – Fíggjarlig trongstøða er darv­andi. Tvørrandi sosial væl­ vera er likamliga og sinnis­liga órógvandi. Vit liva í 21. øld eft­ir Kristi føðing, og mark­ið, ið ásetir krøvini til lívs­ins upp­ihald, flytur seg við tíðini, sigur Jógv­ an Fríð­riks­son, biskupur. Biskupur leggur dent á, at tey, ið ikki hava rímilig sosial kor, kenna seg veruliga fátøk og utt­ an­fyri. Børn, ið t. d. ikki kunnu íðka ítrótt vegna tess, at pen­ ingur vantar til keyp av klæð­um og skóm og rind­an av limagjaldi. Hetta er eitt­ans dømi í rúgvuni av nú­tíð­ar fá­tækt. Fátækt er ikki einans at doyggja í hungri. Fátæktin er eyð­sýnd, tá ið vit ikki hava ráð at liva í tí sam­fel­ag, har vit eru fødd og búgva. – Í djúpari eyð­mýkt og tøkk takki eg, nú eing­il­in frá »í menn­ iskj­um góður tokki« kom á gátt á skriv­stovuni hjá Før­oya Stifts­stjórn. Ein stór­ur heið­ur, ið fløv­ar. Gævi at eing­il Harr­ans væl­sign­ar øll tey mongu, sum eftir før­i­muni lætta og linna, har neyð­in tyng­ir og ó­rógvar. Heið­ur­in til Fólka­kirkj­una er heið­ur alra teirra, sum í kirk­ jum og samkomum hava eing­il Harrans sum fyri­mynd. Eing­il­ in, sum sang um frið og góðan tokka millum menn­iskju, tá ið Jes­us varð føddur, sig­ur Jógvan Fríð­riksson. Seinastu trý árini hevur Í menn­iskjum góður tokki lat­ ið 2,8 mio kr í jólahjálp til 1256 fam­iljur kring alt land­ið. At grunn­urin hevur kunn­að hjálpt so nógv­um fam­ilj­um er úrslit av ó­meta­liga­ri stórari vælvild frá nógv­um og góðum stuðli frá ein­stakl­ingum, kirkjum, fak­feløgum, felagskapum, dag­ stovn­um, bindiklubbum, skúl­ um o.ø. Fólkakirkjan er umboðað við Theodor Eli Dam Olsen í nevnd­ini fyri átakinum, og hava kirkjur kring landið sein­ astu trý árini savnað oman fyri 400.000 kr til Í menniskjum góð­ ur tokki. Í menniskjum góður tokki heiðrar Fólkakirkjuna Fríggjakvøldið er ment­an­ar­ nátt í Havn, og tá er mangt og hvat á skránni. Sum nakað nýtt letur Før­oya Rættur dyrnar upp hetta kvøldið, og har verður høvi hjá almenninginum at síggja rættarhølini og ann­ ars nýliga umvældu fund­ar­ hølini í Føroya Rætti. Hølini vera opin frá klokkan 19 – 22. Ætlanin er at pallseta ein rættarfund, klokkan 20 og klokkan 21, so høvi eis­ ini verður at fáa eitt lítið inn­lit í, hvussu ein slíkur rætt­ar­fundur fer fram. Pláss­ið fyri áhoyrarum er avmarkað, og tí verður sami »rættarfundur« tvær ferð­ir hetta kvøldið. Ein kaffimunnur verður at fáa og annars verður eis­ ini møguleiki at njóta hugn­ a­liga urtagarðin, sum er kring Føroya Rætti, boðar rætt­ur­in frá. Rættarfundur mentanarnáttina Kanska makrelsamgongan er alternativið hjá Eidesgaard?