Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 23 grundstykki til sølu í Kollafirði BYGGING Fyri fyrstu ferð í yvir 20 ár verða grundstykki nú aftur at fáa í Kollafirði Áki Bertholdsen Nú fer aftur at bera til at byggja hús í Kollafirði. Tórshavnar býráð sam­ tykti á fundi hóskvøldið at fara undir eina útstykking við 23 grundstykkjum í Kollafirði. Av teimum verða níggju grundstykki klár í næstum. Hvat hinum 14 grund­ stykkjunum viðvíkur, eru tey í einum øki, sum ikki er bústaðarøki og tískil skal byggisamtyktin broytast áðrenn tað ber til at byggja, men tað er ein tilgongd býráðið fer undir nú. Ringt at fáa jørð Á býráðsfundi hóskvøldið varð upplýst, at síðani Havn­in og Kollafjørður vórðu samanløgd, hevur kommunan havt nógvar ætl­anir um at útvega grund­ stykki í Kollafirði. – Men hvørja ferð hevur tað víst seg at verða tru­ pulleikar við at fáa fatur á lendinum. Nú hevur Poul Adrian í Homrum, festibóndi, boðið kommununi at keypa Hamra­ bøin tí at hann at hann ikki longur hevur mjólkneyt og at bøurin tískil ikki verður røktur. Sostatt er talan um eitt stykki miðskeiðis í bygdini, við Kirkjuna og norður eftir, varð sagt á býráðsfundinum. Tískil hevur kommunan nú havt samráðingar við Búnaðarstovuna um at keypa jørðina og tað er Búnaðar­ stovan sinnað til. Men tað er bara ein lítil partur av ognini, sum liggur í sethúsaøki. Á hesum partinum er pláss fyri níggju grund­ stykkj­um og tey kunnu útvegast lutfalsliga skjótt. Men annars er neyðugt at broyta byggisamtyktina og tað fer kommunan undir nú. Á tí partinum av Hamra­bø­ num er pláss fyri 14 grund­ stykkjum afturat, men at broyta byggisamtyktina er ein drúgv tilgongd, sum tekur fleiri mánaðir. Fólk rýma Á býráðsfundinum varð upp­lýst, at stórur tørvur er á grundstykkjum í Kollafirði, tí har hava ongin almenn grundstykki verið í yvir 20 ár. Sostatt hava ongi grund­ stykki verið at fáa í Kollafirði í yvir 20 ár og avleiðingin hevur verið, at heilt nógv húski eru flutt av bygdini, ikki tí tey hava viljað, men tí tey hava verið noydd til tað. Men nú kommunan aftur fer at stykkja út, er spur­n­ing­ urin eisini reistur um um­ søkjarar, ið hava tilknýti til Kollafjørð, skulu hava fram­ íhjárætt til stykkini, ella um gangast skal eftir vanliga bíðilistanum hjá kommun­ uni. Býráðslimir førdu fram, at tað vanliga er, at øll kunnu søkja um tey grundstykki, sum eru til taks. Men teir vístu eisini á, at býráðið eigur at halda fram at útvega grundstykki í Kollafirði um so er, at hesi stykkini verða bygd. Jákup Dam, býráðslimir og Kollfirðingur, vísir á, at tað er nóg mikið av byggilendi í Kollafirði og ber ikki til at fáa fatur á byggilendi, eigur tað at verða ognartikið. – Tann tíðin eigur at vera farin har ið tey, sum eiga jørð, kunnu steðga menningini, staðfesti hann. Hvørja ferð hevur tað víst seg at verða trupulleikar við at fáa fatur á lendinum Tað er her á Hamrabøi, at fyrsta útstykkinin í Kollafirði í yvir 20 ár, verður Tórshavnar Býráð keypir stuttleikabát Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at keypa stutt­ leikbátin Fram frá Søren Pram Sørensen, fyri 700.000 krónur. Eitt endamál við bátinum er at brúka hann til næm­ ingarnar á fiskibreytini á NámX, sum er felags 10. flokk­arnir í Tórshavnar Kom­ munu. Á býráðsfundinum hós­ kvøldið varð upplýst, at báturin er bygdur í 1923 og at hann er væl hildin og í góðum standi. Men keypið er treytað av, at ein teknisk meting hjá skipakønum, og at ein grein­ ingin frá skipaeftirlitinum, eru nøktandi. Í hesum sambandi ætlar býráðið at stovna eitt feðag, sum líkist sluppvina­felag­ num, at taka sær av dagliga rakstrinum. Í fjør kostaði hann 60.000 krónur í rakstri. Fram er skrásettur í skipa­ skránni sum stuttleikabátur og kann ikki brúkast til vinnu. Hann hevur annars verið brúktur í jólamánaðinum og hevur eisini verið við á stevnum, eitt nú í regatta­ siglingini fyri træskip. Harumframt hevur hann verið opin fyri almenn­ingi­ num á ólavsøku. Men skal Námx brúka Fram, er neyðugt, at hann verður góðkendur til brúkið. Tí kannar býráðið nú hjá Skipasýninum, hvørji krøvini eru, og, hvørjar ábøtur skulu gerast í trygdarútgerð og annað. Stuttleikabáturin Fram verður nú kanska skúlaskip hjá NánX í Eysturskúlanum