týsdagur 4. juni 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Í 2020 skulu allar bygdirnar í
Tórshavnar Kommunu verða
friðaðar fyri seyði.
Tað er ætlanin hjá Tórs
havnar Býráði.
Ein partur av kommununi
er vetrarfriðaður og nú held
ur býráðið, at tíðin er búgvin
til at eisini at vetrarfriða
allar bygdirnar í kommununi
Tað hevur Tórshavnar
Býráð nú samtykt at arbeiða
fram ímóti.
Tað er serstaka økis
nevndin hjá Tórshavnar Bý
ráði, sum hevur reist málið
og Jákup Dam, nevndar
formaður, sigur, at hann
hevur
varhugan
av,
at
seyðabrúkarar, sum hava
rætt til vetrarbit, vilja sam
virka til at finna eina loysn,
tí tað er eisini ein øgiligur
ágangur á teir frá fólki um
seyðin, sum gongur ímillum
húsini.
Tað er eisini ágangur á
hann, sum lim í Tórshavnr
Býráði.
- Eg verði niðurringdur
bæði fyri arbeiðstíð og eftir
arbeiðstíð av fólki, sum
illneitast á seyð.
Nyttar einki
Hann sigur, at tí heldur
Økisnevndin, at hetta er ein
spurningur, sum eigur at
verða loystur fyri alla kom
mununa. Hinvegin er tað
kostnaðarmikið at vetrar
friða, men nú hevur býráðið
givið nevndini heimild at ar
beiða víðari við málinum.
Sjúrður Olsen, býráðs
limur vísti á, at hóast tað er
vetrarfriða, er tað ein stórur
trupulleiki á Argjum, at seyð
urin gongur ímillum húsini,
eisini um summarið.
Men hann staðfesti, at
tað eru teir, sum eiga seyð
in, sum hava skyldina, tí tað
er skipanin við aktingar
monnum og løgregluni, sum
“nyttar hvørki eitt ella annað,
sum hann tók til.
Summarfriðing
Marin Katrina Frýdal heldur
ikki, at býráðið kann bjóða
borgarunum nú á døgum, at
seyðurin gongur leystur og
herjar hvønn urtagarð.
Men samstundis staðfesti
hon speiskliga, at eitt er at tosa
um vetrarfriðing, tí høvdu vit
fyrst kunnað summarfriða
kommununa fyri seyð hevði
verið væl sloppið.
Hon vísti eisini á, at ógvu
ligaofta er tað kommunan,
sum ikki heldur sína hegn
skyldu.
- Kommunan er sera vána
lig at halda sína hegnskyldu,
staðfesti hon.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, heldur, at kommunan
ger sítt eftir førimuni og at
hegnsýnisnevndin ger eitt
stórt arbeiði og hann stað
festi, at í nógvum førum eru
tað seyðabrúkarar, sum ikki
halda sína hegnskyldu og
sum ikki lata portur aftur.
- Tað er neyðugt at fáa
aktingarmann,
hegnsýnis
menn og bóndur at sam
starva um hetta.
Kortini staðfestir borgar
stjórin, tað er framrættað at
vetrarfriða alla kommuna.
Anfinn Brekkstein stað
festir, at tað er dýrt at vetr
arfriða, men hann sigur, at
bóndurnir eru sinnaðir at
finna eina loysn, sum ikki
kostar tað heilt stóra.
Serliga Kollafjørður er
víðfør bygd at vetrarfriða,
men eisini har eru bøndurnir
sinnaðir at finna eina smid
liga loysn, siga býráðslimir.
VETRARFRIÐING Nú skulu allar
bygdir í Tórshavnar Kommunu
hava frið fyri seyði um veturin
Allar bygdir í Tórshavnar
kommunu friðast fyri seyð
Ótíðarhóskandi
- Tað hoyrir ikki nútíðini til, heldur ikki á bygd, at
seyður gongur og melur ímillum húsini og herjar
hvønn urtagarð, heldur Tórshavnar Býráð
Kommunan er sera
vánalig at halda sína
hegnskyldu