týsdagur 4. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Tann 7. mai boðaði Menta
málaráðið frá, at sendinetið
hjá Kringvarpinum nú verð
ur skift út. Tað gamla ana
loga sendinetið verður tikið
niður, og nýtt talgilt sendinet
sett upp.
– Fyrsta skiftið frá ana
logari til talgilda tøkni verð
ur mánadagin 16. september
2013, skrivaði Mentamálaráð
ið í tíðindaskrivinum.
Hetta
fekk
okkum
á
Sosialinun í oddagrein at
tala at – og kalla tað at fara
um ánna eftir vatni, tí landið
eigur frammanundan eitt
digitalt sendinet, sum røkkur
um 95 prosent av landinum –
og at Mentamálaráðið heldur
átti at bygt hetta sendinetið
út til 100 prosent enn at
byggja nýtt sendinet.
Dagin eftir ringdi Bjarni
Vilhelm,
deildarstjóri
í
Mentamálaráðnum, við rætt
leiðing. Tí tað er júst tað, sum
verður gjørt. Mentamála
ráðið hevur gjørt avtalu við
Føroya Tele um at byggja út
sendinetið hjá Televarpinum,
so tað dekkar alt landið, og
so verður sjónvarpið hjá
Kringvarpinum sent gjøg
num sendinetið hjá Tele
varpinum,
meðan
gamla
sendinetið hjá Kringvarpi
num, sum Mentamálaráðið
eigur, verður sløkt.
Soleiðis verður bert eitt
sjónvarpssendinet í Føroy
um. Televarpið sendir longu
sjónvarpið hjá Kringvarpi
num, so hjá teimum flestu
verður eingin broyting í so
máta. Tey, sum hava gomul
sjónvørp, mugu hava ein
móttakara fyri at kunna taka
signalið frá Televarpinum og
síggja Kringvarp Føroya. Tey
nýggjaru sjónvørpini hava
hendan móttakara innbygd
an, so har er eingin trupul
leiki.
Bjarni Vilhelm sigur, at
eingin broyting er í gjaldi
num, sum Mentamálaráðið
rindar Føroya Tele fyri tæn
astuna.
– Játtanin á fíggjarlógini
til raksturin av seindineti
num er 4,1 milliónir krón
ur.
Hetta
dekkar
bæði
útavarpssendinetið á FM,
millumbylgju og sjónvarps
sendinetið.
Útreiðslurnar
beinleiðis til analoga sjón
varpssendinnetið eru um 1,3
millión um árið.
– Men fyri Mentamála
ráðið verður tann stóra spar
ingin ikki fyrr enn í 2015, tá
høvuðssendarin
á
Húsa
reyni verður sløktur. Størstu
útreiðslurnar fara til at reka
tann sendaran, sum føðir
allar hinar, sigur Bjarni Vil
helm.
Bjarni Vilhelm sigur, at í
fyrstu syftu fær Føroya Tele
eyka útreiðslur, tí tey skulu
byggja út sendinetið hjá
Televarpinum, meðan tað
gamla analoga sendinetið
verður í nýtslu – um ikki
allastaðni – heilt til 2015, tá
tað endaliga verður sløkt. Tá
verða sparingar, sigur hann.
Fyrsta útbyggingin av
netinum hjá Televarpinum
verður í Fámjin – og har verð
ur analogi sendarin sløktur
og tann talgildi tendrað
ur mikudagin. Tað er tí, at
sjónvarpið hjá Kringvarpi
num sæst sera illa í Fámjin –
og fyri at loysa tann trupul
leikan, verður ein talgildur
sendari settur upp har bein
anvegin.
Fakta
Fyrstu støðini har
lagt verður um til
taldgilda sendinetið eru:
Fámjin, Lamba, Oyri,
Streymnes, Hvalvík,
Selatrað, Morskranes,
Hósvík, Kollafjørður,
Signabøur, Oyrareingir,
Kaldbaksbotnur,
Kaldbak, Gundadalur
í Havn, Velbastaður,
Kirkjubøur, Skopun,
Sandur, Skarvanes,
Skúvoy, Gásadalur og
Mykines.
Seinni verður
sjónvarpssendinetið
skift í øðrum økjum
Kringvarpið skal senda
gjøgnum Televarpið
SJÓNVARP Mentamálaráðið og Føroya Tele hava gjørt avtalu um, at sjónvarpið hjá
Kringvarpinum skal senda gjøgnum talgilda sendinetið hjá Televarpinum