Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Nýgg kanning vísir, at tá sjúkra­hús ikki hava fleiri sjúk­ling­ar, enn pláss er fyri, eru tølini yvir mistøk nógv færri, enn tá sjúkrahúsini eru yvirfylt. Formaðurin í sjúklinga­ felag­num í Danmark, Morten Freil, vísir á, at vandin fyri, at sjúklingar fáa skeivan heili­vág og skeiva viðgerð, er nógv størri, tá sjúkrahúsini eru yvirfylt. Hetta vísir eisini nýggj kann­ing av viðurskiftunum. - Knappliga fimmti hvør sjúk­ling­ur upplivir mistøk, tá fleiri sjúklingar eru á sjúkra­húsi­num enn sengur. Til samanburðar vísir kann­ ingin, at bert tíggjundi hvør sjúk­ling­ur upplivir mistøk, tá seingj­ar­pláss eru til øll. Yvirfylt sjúkrahús Morten Freil sigur, at mis­tøk kunnu hava stórar av­leið­ing­ a­r fyri sjúklingar. - Talan kann vera um mis­ tøk, sum gera støðuna verri - og í besta føri verður rætta við­gerð­in útsett. Felagið fyri sjúklingar sig­ ur, at kanningin tekur støði í 31 deildum á sjúkrahúsum, har talið av sjúklingum verð­ ur samanborið við tey mis­ tøk, ið verða framd. Tað er LUP, Den Lands­ dækk­ende Undersøgelse af Patientoplevelser, sum hev­ur savnað inn tølini fyri gjørd mis­tøk, ið byggja á upp­liv­ ing­ar hjá stívliga 4.200 sjúkl­ ing­um. Ikki færri enn 19 av 31 deild­um høvdu eitt tal av sjúkl­ingum, sum var meiri enn 100%. Tað merkir, at fleiri sjúklingar vóru á deild­ ini, enn sengur eru til. Morten Freil heldur tí ong­an iva vera um, at tað hev­ur stóran týdning, at sam­svar er millum sjúklingar og sengur. Ikki ovfarnir Læknar eru eftir øllum at døma ikki ovfarnir av hesi kann­ing. - Hetta samsvarar væl við tað, sum starvsfólkini up­p­ liva. Tá talið av sjúklingum fer yvir tað, sum grundarlag er fyri, gerst vandin fyri mis­ tøk­um størri, sigur Mads Koch Hansen, sum er for­ mað­ur í danska lækna­felag­ num. Í kanningini verður ikki grein­að, hvørji mistøk talan er um, men væntandi er, at talan í flestu førum er um skeivan heilivág, sum sjúk­ ling­ar hava fingið, heldur Mads Koch Hansen. Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Fleiri mistøk á yvirfyltum sjúkrahúsum Sjúklingar, sum liggja á sjúkrahúsum, ið eru yvirfylt, uppliva nógv fleiri mistøk enn sjúklingar á sjúkrahúsum, har seingjarpláss eru til øll Fyri eini tíð síðan skrivaði tíðar­rit­ið The Lancet, at fleiri evropeiskar kvinnur nú doyggja av lungnakrabba enn av bróstkrabba. Tíðindini fóru um fleiri lond - og rukku soleiðis eisini Danmark, men í veru­ leika­num var hetta ikki tal­ an um nýggj tíðindi í Dan­ mark. Longu fyri túsund­ára­ skiftið doyðu fleiri danskar kvinn­ur av lungnakrabba enn av bróstkrabba. Sambært fram­skriv­ ing­um hjá norður­lends­ka krabba­meins dátu­grunni­ num NORDCAN, veksur mun­u­r­in millum tær kvinn­ur, sum doyggja av lungna­krab­ba og tær sum doyggja av bróstkrabba. Eisini tey næstu 25 árini verða sambært dátu­grunni­ num fleiri, sum doyggja av lungnakrabba - og færri sum doyggja av bróst­ krabba. Kelda: sundhed.dk Fleiri kvinnur doyggja av lungnakrabba enn bróstkrabba - Tá talið av sjúklingum fer yvir tað, sum grundarlag er fyri, gerst vandin fyri mistøkum størri, ásannar Mads Koch Hansen, sum er formaður í danska læknafelagnum Tað hevur stóran týdning, at samsvar er millum sjúklingar og sengur