Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Óvist um tingið verður kallað saman Í einum skrivi í síðstu viku mælti Tjóðveldi til, at tingið varð kallað saman at viðgera støðuna á eldraøkinum, nú talan verður um stórar sparingar Leo Pousen Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, váttar, at hann hevur tosað við andstøðu­ flokkarnar, Javnaðarflokkin, Framsókn og uttanflokka­ mannin, Janus Rein. Men formaður Tjóðveldis vil ikki siga nakað um, antin hann roknar við, at tingið verður kallað saman. Aksel V. Johannesen, for­ maður í Javnaðarflokki­num, sigur, at er vilji til tess, so fer Javnaðarflokkurin ikki at forða fyri tí, men tað gevir eftir hansara meting ikki serliga nógva meining at kalla tingið saman, uttan at samgongan er við so ella so. – Tað var eitt uppskot lagt fram um eina økta eykajáttan, men tað feldi samgongan, og uttan so, at samgongulimur hava broytt meining, dugi eg ikki at síggja nakra meining í at kalla tingið saman, sigur Aksel V. Johannesen. Høgni Hoydal váttar, at hann hevur ikki tosað við samgonguna um møguleikan at kalla tingið saman. So í løtuni er ikki greitt, hvar málið stendur. Høgni Hoydal mælti til at kalla tingið saman at viðgera sparingarnar á eldraøkinum, men nú er óvist hvussu verður við tí Vinnukærunevndin gjørt niðurstøðu Vinnukærunevndin, sum hevur viðgjørt eitt kærumál frá P/F Vindrøkt um vindmylurnar, sum SEV ætlandi skal seta upp í Húsahaga, hevur gjørt sína niðurstøðu Leo Poulsen Gurið Joensen, forkvinna í Vinnukærunevndini sigur, at tey høvdu fund i síðstu viku, og at ein avgerð varð tikin á tí fundinum. – Men eg kann av góðum grundum ikki siga nakað um avgerðina, tí partarnir í málinum mugu fáa avgerðina at vita fyrst, sigur Gurið Joensen. Niðurstøðan av fundinum verður reinskrivað í løtuni, og roknað verður við, at partarnir fáa avgerðina í hesari vikuni. – Eg vænti, at partarnir fáa avgerðina áðrenn hendan vikan er farin, sigur Gurið Joensen. Vinnukærunevndin hevur havt fund og hevur tikið eina avgerð um kæruna frá Vindrøkt um SEV Pistorius verður dømdur í miðlunum Í gjár skuldi kendi ítróttamaðuri, Oscar Pistorius, aftur í rættin i Suðurafrika. Roknað verður við, at politiið fer at biðja um, at málið verður útsett Leo Poulsen Tað skrivar norska vg.nett. Suðurafrikansku ákæru­ myndugleikarnir halda, at Pistorius myrdi modell unnustuna, Reeva Steen­ kamp, við vilja. Motivið skal hava verið ósemja. Sjálvur sigur Pistorius, at talan var um eina syrgi­ liga vanukku, og at hann helt, at hann skjeyt móti einum innbrotstjóvi, tá hann skjeyt gjøgnum afturlætnu baðirúms­hurð­ ina í egna heimi sínum í Pritoria. Týsmorgunin møtir Pis­ torius í rættinum fyri fyrstu ferð síðani hann var leyslatin móti kautión í februar. – Vit trúgva honum, vit elska hann og vit stuðla honum allan vegin, sigur familjan í einum skrivi, sambært suðurafrikanska blaðnum, Beeld. Beint áðrenn klokkan níggju kemur Oscar Pis­to­ rius til rættarsalin. Fyrstu myndirnar týsdag frá rætt­ arsalinum møtir Pistorius nýrakaður og í gráum klæd­ ningi. Ákærin, Andrea Johnson biður um at fáa málið út­ sett til 19. august, so politiið kann halda fram við kanningunum, skeivar The Guardian. Dómarin, Daniel Thu­la­ re, biður um orsøkina til útsetilsi, men Andrea John­ son sigur seg ikki kunna veita grundgevingina fyri almenninginum. Hetta verður váttað av verjanum hjá Pistorius. Í einum ansvekjandi úttalilsi sigur dómarin, at hann lesur dagbløðini, og at tað nú sær tú til, at Pistorius verður dømdur í miðlunum. – Hetta kann gerast ein gøla fyri domstólarnar og rættarprinsippið, sigur dóm­ arin sambært The Guar­ dian. Dómarin heldur, at vandi er fyri, at Oscar Pistorius verur dømdur í miðlunum