Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Vilmund Jacobsen Skálabúðin í Dr. Jakobsens­ gøtu 21 í Havn hevur opið á mentanarnáttini frá klokkan 10 um morgunin til klokkan 22 á kvøldi – ella so leingi, sum viðskiftafólk eru inni á gólvinum. – Umframt nýggju vøruna, sum fevnir um eitt nú jakkar, frakkar, buksur, blusur og troyggjur, bæði summar-og heilsársklæði, hava vit eisini nógv góð tilboð hendan dag­ in. Vit hava eisini frátiknar troyggjur, kjólar og jakkar, sum vit fara at selja fyri hálvan prís. Tað sigur Marin Skála, sum saman við manni sínum Kára, rekur Skálabúðina, ið hevur røtur heilt aftur til 1945. – Í dag er Skálabúðin hand­ilin við nýggjum vørum til miðalaldrandi kvinnuna. Vit hava vørur til hina yngru kvinnuna, og vit hava eitt stórt og breitt úrval til til­ komnu og eisini hina eldru kvinnuna. Eg plagi at siga, at vit hava alt frá a til z, tá ræður um klæði til konu­ fólk. Marin vísir á, at Skála­búð­ in hevur nógvar og ymiskar jakkar og kjólar, nógv ymisk sløg av buksum, blusum og troyggjum, og handilin hevur eisini flottar húgvur og hattar í ymiskum litum. – Hetta eru alt klæðir í ymiskum góðum merkjum, sum vit selja fyri rætta prísin. Yngri og eldri Tá Sosialurin vitjaði eina løtu týsmorgunin, kom ein eldri kvinna inn á gólvið at keypa sær undirklæði, og stutt eftir kom eisini kvinna í bestu árum at keypa sær eitt hvørt klædnaplagg. – Jú, eg vil siga, at her kunnu øll finna okkurt, sigur Marin Skála. Meðan vit steðgaðu, og viðskiftafólk vóru á gátt, hugdu vit eitt sindur runt í handlinum, og her løgdu vit til merkis, at úrvalið av buksum, blusum, kjólum og ikki minst jakkum og frakkum er rættiliga stórt og fjølbroytt. Innast til uttast Skálabúðin hevur nógv ymisk sløg av buksum, kjólum og jakkum - alt úr tí meiri vanliga til leðurjakkar, leðurbuksur og leðurkjólar. Marin Skála sigur, at tey eisini hava vælumtóktu Skov­hus-troyggjurnar, eins og handilin hevur stórt úrval av regnfrakkum. Umframt yviralsklæði, selur Skálabúðin eisini kendu Triumf-undirklæðini, eins og handilin hevur Lady Avenue í undirklæðum, náttklæðum og pyjamas. Til føroyska búnan Marin Skála sigur, at Skála­ búðin framvegis hevur buksu­vadmall til føroyskar mannfólkabuksur og toy til skjúrt, fyrriklæði og turri­ klæði til kvinnur. – Vit selja tað mesta til føroyska kvinnubúnan, og vit hava mynstur, eins og vit eisini tekna mynstur fyri viðskiftafólk. Hon leggur aftrat, at viðskiftafólk, sum hugsa um føroysk klæði til kvinnur, menn ella børn, eru vælkomin at spyrja seg fyri í Skála­ búðini. Seyma gardinur Eitt, sum Skálabúðin hevur verið kend fyri í nógv ár, er, at handilin selur toy og seymar gardinur fyri fólk, fyritøkur og stovnar. – Vit hava gardinprøvar, sum bílagt verður eftir, og vit seyma eisini gardinur eftir ynski. Marin Skála vísir á, at Skálabúðin hevur gardin­ stengur, gardinbond, knapp­ ar, snarlás og ymiskan tráð. – Jú, eg haldi avgjørt, at Skálabúðin altíð er verd eina vitjan, og nú mentanarnátt verður fríggjakvøldið, fara vit eisini at bjóða viðskifta­ fólki kaffi, sigur fryntligi handilsleiðarin í Dr. Jakobsensgøtu 21 í Havn. vilmund@sosialurin.fo Skálabúðin við forvitnis­ ligum klædnavørum - Handilin er á tremur við nýggjum og forvitnisligum klædnavørum til kvinnuna. Vit hava eisini frátiknar vørur, sum vit á mentanarnáttini selja fyri hálvan prís, sigur Marin Skála Viðskiftafólk, sum hugsa um føroysk klæði til kvinnur, menn ella børn, eru vælkomin at spyrja seg fyri í Skálabúðini - Eg haldi avgjørt, at Skálabúðin altíð er verd eina vitjan, og nú mentanarnátt verður fríggjakvøldið, fara vit eisini at bjóða viðskiftafólki kaffi, sigur fryntligi handilsleiðarin, Marin Skála Mynd: Álvur Haraldsen