Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sum á ólavsøku – Tað er sum á ólavsøku í høvuðsstaðnum, tá mentanarnátt er. Hetta er vanligt at hoyra í býnum, tá Mentanarnáttin er, og í ár verður einki undantak. Fyri 15. ferð taka handil og mentan lógvatak og gera Havnina til staðið, har øll hittast fyri saman at uppliva, handla og hugna sær. Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og í størri og størri mun vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum. Mentanarnáttin hevur alt. Tey sum vilja handla og vilja hava tíð til tað, hava ríkan møguleika til tað nú handlarnir hava opið til kl. 23:00. Handlarnir taka ímóti gestum við blíðsemi og hópin av góðum og serligum tilboðum Mentanarnáttina. Matstovurnar og hotellini spenna seg út, so ein hugnaløta við góðum mati er eisini nakað tit kunnu unnað tykkum. Livandi tónleikur er bæði inni og úti, í vanliga lukkaðum havum, í smogum og út til gongugøtuna. Kirkj­ ur­nar eru opnar, og hevur Havnar kirkja aftur fleiri konsertir í ár. Friðarligar, hugnarligar løtur, fólk sum spáka í gøtunum. Á Mentanarnáttini eru flestu tiltøkini ókeypis. Er mentanin fremst í huga­num, so eru søvnini opin, og nógv verður gjørt fyri at bjóða serligar fram­ sýningar til júst hetta kvøld­ ið. Tjóðsavnið hevur opið eins og Gróðurstøðin í Hoydølum hevur leingi opið. Heilt serligt fyri Ment­an­ arnáttina í Havn er, at tit fáa høvi at vitja stovnar og virkir, sum vanliga ikki eru opin. Nevnast kunnu Tinganes, Móttøkuhúsið, Býráðið og Tryggingarfelagið. Skráin fyri í ár liggur í handlunum í býnum og sæst á www.visittorshavn.fo. Dagføringar verða leypandi gjørdar. Vælkomin á Mentanarnátt í Havn fríggjadagin 7. juni 2013. VisitTórshavn Meira enn 10 ár á baki Hetta tiltakið hevur meira enn tíggju ár á baki og var longu frá byrjan hugsað sum ein samanrenning av familjuhugna, mentan og handilslívi. Undirtøkan hevur verið støðugt vaks­ andi og er í dag so góð, at Mentanarnáttin sigst minna um eina mini- ólavsøku. Handlar og mat­ stovur í miðbýnum kýta seg við góðum tilboðum, øll søvnini og Norður­ landahúsið bjóða inn til serlig tiltøk og stovnar og felagsskapir finna uppá okkurt spennandi, ímeðan havnafólk og vitjandi tysja oman í býin á kvøldartíð.