Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bachelor í orku- og umhvørvis verkfrøði Har tú millum annað fært svarini uppá spurningarnar omanfyri! Hetta er ein spildurnýggj útbúgving, sum Setrið bjóðar eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin er grundað á føroysk viðurskifti og heimligu náttúruna, men hon viðger samstundis ein altjóða tørv. Varandi orkukeldur verða alsamt meiri eftirspurdar, og tí er ein útbúgving innan orku og umhvørvi viðkomandi og nýtilig um allan heim. Tað tekur 3 ár at lesa til orku- og umhvørvisverkfrøðing, harav 1/2 ár kann takast uttanlands. Prógvið gevur nógvar møguleikar, bæði til gransking, størv og víðari lesnað. Hvussu sleppa vit undan stóru oljunýtsluni? Hvar skal okkara orka koma frá í framtíðini? Hvørji árin hava ymsu orkusløgini á samfelagið og umhvørvið? Kom og les Bsc í orKu- og umHvørvis verKfrøði umsóknarfreist er 1. juli 2013 les meiri á www.setur.fo Sosialurin 341800 FAROE ISLANDS WHALE RESEARCH Hvalaeygleiðing Granskingarmiðdepil fyri bóghvítuhvalagransking letur upp hósdagin 6. Juni í Niels Finsensgøtu 32 Lær meira um bóghvítuhvalir, sum javnan vitja í Føroyum, hvar teir hava verið fyrr, og hvat teir gera her. Granskingarmiðdepilin verður opin allan juni og juli mánaða. Granskingarliðið svarar spurningum, sýnir fram myndir og video og annað viðvíkjandi Granskingarliðið svarar spurningum, sýnir fram myndir og video og annað viðvíkjandi bóghvítuhvali. Øll eru vælkomin frá kl. 16 til 19, tá ið tað eisini verður møguligt at fáa ein munnbita og okkurt drekkandi. Ring til 587502 ella skriva til faroes@planetwhale.com fyri at fáa fleiri upplýsingar. Posta • Óðinshædd 2 • 100 Tórshavn • Føroyar • Telefon 34 60 00 • Faks 34 60 01 • www.posta.fo • posta@posta.fo Vit sóknast eftir einum fólki til bræva- og pakkaframleiðsluna á Posta at byrja 1. juli. Arbeiðið er fyri tað mesta um kvøldið mánadag til fríggjadag. Starvið er fulltíðarstarv. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og at tú tekur og vísir ábyrgd. Tú: • ert árgrýtin og jaligur • ert skipaður • hevur telduførleika á brúkarastigi • Fyrimunur um tú hevur royndir ella áhuga fyri framleiðslutólum Vit: Kunnu bjóða tær eitt spennandi og av- bjóðandi starv í einum jaligum umhvørvi, har øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal bera nýggja Posta fram. Løn sambært sáttmála. Spurningar: Spurningar um starvið kunnu setast Georg Rasmussen, rakstrarleiðara, tel. 23 60 40 ella til georg@posta.fo. Skrivlig umsókn skal sendast til: Posta Starvsfólkadeildin Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Merkt “Umsókn” ella til posta@posta.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 17.06.2013. Søkt verður eftir fólki til framleiðsluna á Posta