Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt lítið bils býttheit Soleiðis greiddi ein 40 ára gamal maður frá í Føroya Rætti mikudagin, tá hann var í grundlógaravhoyring, skuldsettur fyri at hava hótt fyrrverandi unnustuna eftir lívinum - ikki fyri fyrstu ferð Leo Poulsen Tað gekk minni enn tvær vikur frá tí, at 40 ára gamli maðurin slapp úr varð­haldi­ num, til hann aftur situr har. Skuldsettur fyri sama lóg­ar­ brot, sum hann longu eina­ ferð er kendur sekur í. Hann varð handtikin av politinum 12. februar í ár eftir eina heldur ógvusliga hend­ ing, har maðurin var farin inn í húsini hjá manninum, sum fyrrverandi unnustan nú heldur saman við. Har hevði hann sambært fyrrverandi unnustuni og nýggja manninum roynt at kvala hana, og hann var eisini ákærdur fyri at hava stungið mannin í armin tvær ferðir við einum felliknívi. Hetta rættarmálið fór fram 24. mai, og maðurin varð kendur sekur í ákær­un­ um soleiðis, sum ákæru­skriv­ ið ljóðaði. Dómurin var, at 40 ára gamli maðurin varð kendur sekur, men eingin revsi­áset­ ing var máld, tí bíðað verður eftir einari mentalkannig, sum maðurin hevur verið ígjøgnum, men har niður­ støðan enn ikki er avgreidd og latin rættinum. Sigast kann, at hava sit­ ið varðhaldsfongslaður í tríggja­r og ein hálvan mánað, hevur ikki hildið manninum frá at seta nýggjar hóttanir fram móti kvinnuni. Men maðurin er ikki heilt uttan frágreiðing um, hví hann valdi at hótta kvinnuna bara 10 dagar eftir, at hann var sloppin úr varðhaldinum. Forfylgir honum Tí sambært manninum for­ fylgir fyrrverandi unnustan honum. Eftir at verða latin leysur 24. mai, valdi maðurin at fara í býin, vælsaktans at feira afturvunnað frælsið. Hann greiddi frá, at hann var fari inn á eitt av vertshúsunum, hann plagar at vitja. – Tað gekk minni enn ein tími, so var hon har, so eg valdi at fara av hesum verts­ húsinum og á eitt annað, har eg eisini plagi at ganga inn. Men tað gingu ikki meira enn fimm minuttir, so var hon har eisini, greiddi maðurin frá í Føroya Rætti. Hann segði seg tí velja at fara heim til hús hetta kvøld­ ið. Mánadagin var aftur galið. Tá var hann farin á eitt vertshús saman við tveimum vinmonnum, og einaferð teir eru uttan fyri og roykja, koyrir fyrrverandi unnustan framvið. Og sambært manni­ num valdi hon at steðga, hóast hann fór innar aftur, og tosa við báðar vin­menn­ inar, hóast hon – aftur sam­ bært ákærda manninum – ikki kendi nakað serligt til teir, og bara visti um teir gjøgnum hann. Í gjár var hann so fari ein túr í býin og gekk fram við einum húsum, har ein av hansara vinkonum býr, og har situr fyrrverandi unn­ust­ an uttan fyri saman við hesari vinkonuni. – Øll tey tvey árini vit gingu saman veit eg ongantíð um, at hon hevur vitjað hesa vinkonuna hjá mær, og tá gjørdi eg nakað býtt. Eg rópti eftir henni at: »Einaferð fái eg fatur á tær, og so drepi eg teg«, segði maðurin í rætti­ num. Maðurin segði, at hann føldi, at fyrrverandi unnust­ an forfylgdi honum, og hann føldi samstundis, at tað ikki rein við hana, at hann vildi hava frið at koma víðari við sínum egna lívi. Tað var orsøkin til, at hann hevði brúkt so sterk orð. Ákærin trúði ikki heilt hesum og kravdi skudsetta mannin varðhaldsfongslaðan í tríggjar vikur við teirri orsøk, at tá kundi roknast við, at niðurstøðan av men­ talkanningini var komin ákæruvaldinum í hendi. Dóm­arin gekk ákæru­valdi­ num á møti, meðan verjin vegna ákærda mannin kærdi avgerðina. Nú verður so bíðað eftir, at Eystari Landsrættur tekur sína avgerð. John Kølbæk nýggjur fúti Nýggi fútin, sum tekur við eftir Karen Marie Olesen, hevði sín fyrsta arbeiðsdag týsdagin. Og longu mikudagin var hann í Føroya Rætti til eina grundlógaravhoyring Leo Poulsen Hann kom til Føroya fríggjadagin, men í fyr­ stu syftu var tað fyri at síggja seg eitt sindur um. – Eg hevði konuna og yngstu dóttrina við, og vit nýttu høvið at koyra eitt sindur runt í tykkara ógvuliga vakra landi. Vit vóru bæði við Gjógv og í Kirkjubø, og vit upplivdu so at siga alt slags veður, sigur John Kølbæk. Tað var tó rættiliga tilvildarligt, at tað var júst hann, ið møtti til grundlógaravhoyringina mikudagin. – Tað er soleiðis, at einaferð annað hvørt ár møtast allir ákærar í ríkinum - og tað vil siga úr Grønlandi og Før­oy­ um eisini - til eitt slak av ákæruforum, og tað fall so á 3. og 4. juni í ár. Og so náddi eingin rættiliga at koma heim at taka sær av hesum málinum, sigur John Kølbæk. Hann hevur ikki verið í Føroyum fyrr, men hevur hildið seg dag­ førdan, og kendi eitt nú kriminalitetsmyndina í Føroyum, sum hann málbar seg. – Eg var útbúgvin í 1984, og hevði tá ætlanir at koma til Føroya. Tí­ verri var plássið longu sett, tá eg skuldi til at søkja, og so varð eg í staðin boðin at søkja til Grønlands, sigur John Kølbæk. Hann var so í Grøn­ landi í trimum umførum í tilsamans 10 ár. – Tá so møguleikin beyðst at taka yvir eftir Karen Marie Olesen, søkti eg beinanvegin. Á tann hátt kanst tú siga, at eg eri komin allan vegin runt, og endi har, sum eg ynskti at byrja, sigur John Kølbæk. Hann er áramáls­sett­ ur í seks ár við møguleika fyri trimum árum aftur­ at. – Verði eg her í níggju ár, havi eg nátt pen­ sjónsaldurin, so hetta kann gerast mítt sein­ asta arbeiðspláss, sigur John Kølbæk. Hann hevur ikki hitt síni starvsfólk enn, og vildi tí ikki stilla upp til myndatøku, fyrr enn hann hevði heilsað upp á kring landið. Føroya Rættur var á fyrsta sinni karmurin um ein arbeiðsdag hjá nýggja fútanum, John Kølbæk