hósdagur 6. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mjólkarframleiðsla
lønar seg ikki
Ein greining, sum grannskoðarafelagið, Januar, hevur gjørt,
vísir, at tað lønar seg minni og minni at fáast við
mjólkarframleiðslu, tí fóðrið gerst dýrari og dýrari, sum m.a.
førir við sær, at bøndur royna at keypa bíligari fóður, sum
viðførir at mjólkin gerst soltnari og prísurin verður tá lægri.
Leo Poulsen
Í innganginum til greiningina
sigur Jógvan Amonsson, at
teir hava brúkt roknskapirnar
hjá 11 av teimum 25 mjólkar
framleiðarunum sum grund
arlag fyri greiningini.
»Tølini vísa heilt greitt, at
rakstrarliga gongdin hjá før
oyska landbúnaðinum er á
skeivari leið. Tað er eyðsæð,
at um ikki okkurt munagott
verður gjørt nú, so verður
trupult hjá vinnuni at halda
fram«.
So álvarsliga metir Januar
og Jógvan Amonsson støð
una innan landbúnaðin og
serliga innan mjólkarfram
leiðsluna.
Ársroknskapirnir, ið nýttir
verða sum grundarlag fyri
greiningini, enda í ella saman
við árunum, 2009-2011. Flestu
mjólkgarðar i Føroyum eru
lagdir í smápartafeløg, sum
hava
roknskaparár,
sum
gongur frá 1. juli til 30. juni.
Januar sigur, at hesir 11
mjólkgarðarnir hava eisini
seyð, og onkur hevur aðra
inntøku eisini, og í samlaðu
roknskapunum eru øll virkis
økini við.
Í síni greining hevur
Jógvan Amonsson sett rokn
skapartølini upp fyri mjólk
geiran fyri at síggja, hvussu
hesin geirin klárar seg. Fyri
flest allar mjólkbøndir hevur
seyðahaldið ógvuliga lítlan
fíggjarligan týdning.
Tilsamans hava hesir 11
garðarnir latið MBM 2.784.855,
2.947.239 og 3.206.559 litrar av
mjólk í árunum 2009 til 2011.
Hetta svarar til ávikavist
38,8%, 41,5% og 43,4% av
samlaðu innvigaðu nøgdini
hjá MBM.
Tað ólukuliga fyri mjólk
arframleiðarar er, at mjólk
arprísurin stendur í stað,
meðan kostnaðirnir økjast.
Bruttoúrslitið fyri hvønn
litur av mjólk var 1,94 í 2009,
1,81 í 2010 og 1,37 krónur í
2011.
Orsøkin er, at fóðurprís
urin fyri hvønn litur økist,
samstundis
sum
viðlíka
haldskostnaðurin fyri fjósini
er øktur. Her er orsøkin iva
leyst, at fjósini eru gomul og
niðurslitin,
sigur
Jógvan
amonsson í innganginum.
Døpur mynd
Verður hugt at samlaðu
inntøkunum og útreiðslunum
fyri hesi trý árini frá 2009
til 2011 sæst, at inntøkurnar
vaksa, serliga frá 2010 til
2011.
Men tað ger fóðurkostn
aðurin
til
mjólkarfram
leiðsluna eisini, so nógv, at
samlaða bruttoútslitið ver
snar við 1,0 millión krónum.
Inntøkurnar vóru í 2009
fyri
mjólkarframleiðsluna
18.809.345 krónur. Hetta talið
kvinkaði eina góða millión
upp í 2010 til 19.952.328, og fór
upp á 21.362.071 í 2011. Tað er
góðar 1,4 milliónir krónur.
Mjólkbøndur hava eisini
aðrar inntøkur frá eitt nú
stráfóðurstuðli,
inntøkum
frá neytahaldi og frá seyða
haldi, og so hava teir smáar
inntøkur frá øðrum virksemi.
Samlaðu inntøkurnar hjá
hesum 11 gørðunum eru tískil
fyri
árini
2009
til
2011
ávikavist 20.823.885, 21.876.063
og 23.480.951 krónur.
Verður síðani hugt nærri
at útreiðslunum sæst, at
serliga fóðurkostnaðurin til
mjólkarframleiðsluna økist.
Meðan kostnaðurin bert
økist lítið frá 2009 til 2010 -
ávikavist
6.786.454
til
6.844.456 – so leypa útreiðsl
urnar 1,6 milliónur upp frá
2010 til 2011, upp í 8.340.532
krónur.
Viðseting, heilivágur og
røkt hækkar spakuliga, með
an viðlíkahald av fjósunum
er ein stórur partur av
útreiðslunum. Viðlíkahaldið
økist úr 1.127.796 í 2009 til
1.485.457 í 2010 og síðani heilt
upp í 2.008.128 í 2011.
Her verður sum sagt í inn
ganginum nevnt, at fjósini
helst eru gomu og niðurslitin.
Eisini síggjast vaksandi
útreiðslur til maskinur og
amboð, sum vaksa javnt úr
1.450.416 í 2009 upp í 1.814.475
í 2011.
Hetta ávirkar ársúrslitið
soleiðis, at avlopið í 2009 fyri
teir 11 garðarnar var 948.665
krónur, 445.335 í 2010, meðan
úrslitið í 2011 var eitt hall á
352.898 krónur.
Dýrari at framleiða
Reyði tráðurin er, at tað er
lægri bruttovinningur fyri
hvønn litur av mjólk, sum
verður framleiddur.
Og sum tað sæst omanfyri,
er lopið frá 2010 til 2011
rættiliga ógvusligt.
Í 2009 var bruttovinning
urin fyri hvønn litur av mjólk
1,94 krónur. Hesi vinningur
minkaði í 2010 niður i 1,81, og
gjørdi so eitt lop niður í 1,37
krónur í 2011.
Tá hettar verður saman
hildið við framleiðslukostn
aðinum fyri nevndu trý árini,
so er ein ávísur samanhang
ur.
Í 2009 kostaði tað 5,15
krónur at framleiða ein litur
av mjólk. Hesin kostnaður
var i 2010 farin upp á 5,29,
meðan lopið frá 2010 til 2011
var 33 oyru, upp í 5,62 krónur.
Samanhildið við, at fóður
nýtslan pr. litur í kilo var
mest sum hin sama øll árini
má sigast, at tað er fóður
prísurin, ið er størsta orsøkin
til minkandi bruttuvinning
in.
Ein
onnur
orsøk
til
minkandi inntøkurnar pr.
litur er, at mjólkin møguliga
er soltnari. Mjólkarprísurin
verður ásettur eftir fiti
innihaldinum í mjólkini og
eftir dygdini á mjólkini.
Okkurt kundi bent á, at fyri
at fáa kraftfóðri bíligari,
verður fóður nýtt, har saman
setingin ger, at mjólkin verð
ur soltnari. Tá tað heldur ikki
er ráð til at endurnýggja fjós
og mjólkanleggini, kann tað
henda at mjólkin ikki altíð er
so dygdargóð, sum hon kundi
verið.
Men yvirhøvur er góðskan
á mjólkini, ið MBM tekur
ímoti, sera góð.
Talan er heldur, at ein
partur fer frá elitumjólk til
fyrsta floks mjólk, og hetta
sæst aftur í prísinum.
Í 2009 fingu bøndirnir í
meðal 6,92 krónur fyri liturin
av mjólk, og í 2010 var hetta
komið upp á 6,93 krónur. Men
í 2011 fall meðalprísurin á
mjólk niður í 6,81.
Samlað sæð er støðan
hættislig fyri bøndurnar, og
kemur ikki vend í er vandi
fyri, at mjólkarframleiðsla
verður ein saga blott í
Føroyum.
Jógvan Amonsson, ið hevur gjørt greiningina, rópar varskó og sigur, at verður einki munagott gjørt, doyr mjólkarframleiðslan í Føroyum út
Mynd: Álvur Haraldsen
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Nei, eg orki ikki meira. So
nú eri eg í holt við at avvikla
alt. Eg rokni við at brúka
juni mánað til at taka av
neyt ini og sleppa mær av við
mjólkakvotuna, og gleði meg
til at vera leysur av øllum, tá
vit koma inn í juli.
Mortan Joensen tosar við
sorgblídni í røddini, tá hann
greiðir frá um garðin, ið hev
ur verið hansara arbeiðs pláss
síðstu 11 árini. Pápin, Fritleiv
Joensen, lat fjósið byggja í
1974, og tá bróðurin Jógvan
fall frá, tók Mortan yvir.
– Avbjóðingin hevur alla
tíðina verið at halda fjósið
við líka og at endurnýggja
seg. Men hesi árini havi eg
ferð eftir ferð rent meg fast
an í Búnaðargrunninum, sum
eftir mínum tykki setir heilt
órími ligar treytir fyri at veita
lán, sigur Mortan Joensen.
Hann tekur fram dømi
um eina mjólkimaskinu, ið
hann skuldi keypa brúkta úr
Danmark, afturi í 2005.
– Eg hevði brúk fyri 40.000
krónum í láni úr Búnaðar
grunninum. Lánið fekk eg,
men afturfyri kravdi grunn
urin trygd í mjólka kvot um
og øðrum fyri meira enn
tvær milliónir krónur. Tá sá
eg, at her var heilt galið, sigur
Mortan Joensen.
Eins og flestu aðrir garð ar
kring landið verður fjós ið á
Kambsdali rikið í ein um smá
partafelag. Men stand andi
krav frá Búnaðargrunninum
er, at bóndin skal hefta per
sónliga.
– Eg havi søkt um lán úr
Búnaðargrunninum
fleiri
ferð ir. Men altíð hevur kravið
um trygd verið sera stórt, og
altíð havi eg skula heft per
són liga fyri skuldini. Tað
kann ikki vera rætt, tá talan
er um vinnuligt virksemi,
og tað kann eg heldur ikki
bjóða familjuni, sigur Mortan
Joensen og heldur fram:
– Avleiðingin hevur so
ver ið, at vit klára ikki at gera
neyð ugu íløgurnar. Tað blívur
bara til pjøss. Men vit mugu
bara staðfesta, at vit bløða
út, sigur Mortan Joensen, ið
rekur fjósið saman við kon
uni Lis.
Endurnýggjan
Mortan
Joensen
hevur
mjólka kvotu á 320.000 litrar,
hann hevur tilsamans 80 neyt
í fjósinum, harav út við 40 eru
mjólkineyt. Fjósið á Kambs
dali var modernað í 1974, men
menningin á økinum er farin
frá básafjósum til fjós, har
neytini ganga frítt og verða
mjólkað av mjólkirobottum.
– Tað eru eftirhondini sjey
ár síðani, at vit høvdu eina
verk ætlan klára um at byggja
nýtt eftir prinsippinum um
eitt fjós við fríttgangandi
neyt um. Vit hugsaðu okkum
eitt fjós, ið kundi framleiða
eini 500.000 litrar av mjólk
um
árið
sigur
Mortan
Joensen.
Tilsamans hevði íløgan
ver ið um 20 milliónir krónur.
Men lógin heimilar tó stuðul
til at byggja brunn og køst,
og tí hevði íløgan netto verið
væl lægri.
– Vit søktu um stuðul til at
byggja brunn og køst, tá lógin
kom í gildi fyri tveimum ella
trimum árum síðani, men tað
gav einki ítøkiligt.
Tað var tó kravið um at
hefta persónliga fyri øllum,
ið bremsaði ætlanini.
– Eg verði 50 ár í summar,
og tað er vónleyst hjá mær
at binda meg persónliga fyri
milliónir. Tað gongur snøgt
sagt ikki at risikera hús og
heim fyri sítt vinnuliga virk
semi, sigur Mortan Joensen.
Dreymurin um at gera
íløgu í ta endurnýggjan, ið
sam bært honum er for treyt
fyri at reka fjós og mjólka
framleiðslu víðari, førdi hann
út á eitt vegamót:
– Tað er somikið bundið
og strævið at reka gomlu
fjós ini, at vit orka snøgt sagt
ikki meira. Eins og í øðr um
vinnulívi er tað tí ein for
treyt, at vit sleppa at endur
nýggja okkum, sigur Mortan
Joensen.
Í fjørsummar fóru Mortan
og konan Lis í summarferiu
uttanlands í tvær vikur. Tað
var fyrstu ferð, síðani hann
bleiv bóndi fyri 11 árum síð
ani, at tey hildu feriu.
– Tá sóu vit, at her má
okk urt
alvorligt
henda.
Antin gera vit tað ordiligt,
ella gev ast vit, greiðir Mortan
Joensen frá.
Avgerðin fall herfyri. Í
besta føri fær hann onkran
at taka yvir. Í ringasta føri
verða neytini slaktað og
mjólka kvotan avviklað.
– Ja, bóndin á Viðareiði
hev ur víst áhuga fyri at at
taka yvir kvotu og neyt.
Higar til hevur hann ikki
fing ið fíggingina upp á pláss,
Mortan
riggar
av
Eftir 11 ár sum bóndi er Mortan Joensen komin til eitt vegamót. Út
við 40 ára gamla fjósið er niðurslitið og ótíðarhóskandi til dagsins
landbúnað. Men Búnaðargrunnurin, ið annars varð settur í verðina
fyri at veita lán til føroyska landbúnaðin, setir somikið harðar
treytir, at bóndin í Fuglafirði nú tveitir handklæðið í ringin
Mortan Joensen traðkaði barnaskógvarnar
í fjósinum hjá pápanum, Fritleiv Joensen.
Síðstu 11 árini hevur hann sjálvur rikið fjósið
saman við konuni Lis, men nú rigga tey av
11
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
so eg veit ikki, hvussu fer at
spæla av. Tað vil juni mánaði
vísa, sigur Mortan Joensen.
Avgerðin
Mortan Joensen steðgar á við
spurninginum hvussu hann
hevur tað við avgerðini.
– Hevði tú spurt meg fyri
einum ella tveimum mán
aðum síðani, so hevði eg
fram vegis havt vónir um at
kempa fyri einum nýggjum
og nýmótans fjósi. Men nú
vil eg bara sleppa burtur úr
øllum. Tað verður ein harrans
lætti, og eg gleði meg hvønn
dag, sigur Mortan Joensen og
smílist.
Men kenslan er løgin, við
gongur hann, tí landbúnaður
hevur verið so stórur partur
av hansara lívi. Pápin, Fritleiv
Joensen, lat sum nevnt fjósið
á Kambsdali byggja í 1974.
Eisini var hann í meira enn
eitt áratíggju formaður í
Jarðar ráðnum. Sjálvur sleit
Mortan barnaskógvarnar í
fjós inum.
– Eg haldi at pápi tók tað
væl. Hann bakkar meg upp,
serliga tá Búnaðargrunnurin
er blivin so tvørligur at fáast
við, at einki ber til, sigur
Mortan Joensen.
Enn er ógreitt, hvat fram
tíðin bjóðar fyri Mortan eftir
1. juli.
– Ja, fyrst ætli eg at halda
frí nakrar dagar, kanska vik
ur. Eg eri maskinmeistari av
út búgving, so kanska man
fer út at sigla, sigur Mortan
Joensen.
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, tað er rætt, at ávísur
kritikkur hevur verið móti
Búnaðargrunninum.
Vit
hava viðgjørt kritikkin,
men vit halda ikki, at vit
gera nak að skeivt, sigur
Sjúrður Knudsen.
Stjórin fyri Búnaðar
grunn in
heldur
ikki,
at
láni politikkurin
hjá
grunninum er orsøk til, at
vinnan hevur tað trupult.
– Tað er onkur, sum klár
ar seg, og onnur klára seg
ikki, sigur Sjúrður Knudsen
av vísandi.
Hann viðgongur, at Bún
aðar grunnurin fram vegis
praktiserar,
at
bøndur
skulu
hefta
persónliga
fyri
skuld,
sum
festið
tekur, eisini tá talan er um
smápartafeløg.
Í somáta hevur niður
støðan hjá Løgtingsins Um
boðs manni í 2007 (sí aðra
grein, blðm.) ikki broytt
tað stóra.
– Jú, eg minnist væl
hatta málið. Tað var tikið
upp í Stýrinum og málið
endaði síðani í rætt inum.
Fyrst Føroya Rætti og
síð ani
Eystara
Lands
rætti. Millum annað út
frá lands rætt ar dóminum
halda vit okkum ikki gera
nakað skeivt við at krevja
persónliga trygd fyri lán,
ið vit veita, sigur Sjúrður
Knudsen.
Spurdur, hví tað er
rímu ligt at ein bóndi skal
hefta persónliga fyri lán,
ið verða tikin til vinnuliga
virksemið
á
garðinum,
svarar stjórin:
– Tað halda vit ikki
vera meira enn rímuligt.
Viðhvørt krevja vit eyka
trygd. Tað er altíð ein
meting,
ið
Stýrið
fyri
grunnin til seinast skal
góð kenna, sigur Sjúrður
Knudsen.
Sambært stjóranum er
Búnaðar grunnurin til at
»forhandla við«, sum hann
málber seg.
Eingin bremsa
Í aðrari grein á síðuni skýr
ir formaðurin í Bónda felag
num,
Sigert
Patursson,
Bún aðar grunnin at vera
ein forð ing fyri framburði
í land búnaðar vinnuni.
Hesum er stjórin fyri
grunnin,
ikki
óvæntað,
ósamdur í:
– Eg skilji ikki kritikkin.
Eg haldi at vit røkja okkara
endamál.
Vit
móttaka
nógv ar góðar umsóknir og
veita eisini nógv lán, sigur
Sjúrður Knudsen.
Hann ynskir tó ikki at
seta tøl á, hvussu nógv lán
grunn urin til dømis veitti í
fjør. Og hann vil heldur ikki
seta nøvn á ella útgreina,
hvar
Búnaðargrunnurin
hev ur verið við til at fremja
ný skipan í landbúnaðinum.
Hann ynskir ikki at nevna
dømi.
Heldur ikki kritikkin um
drúgvu
viðgerðartíðina,
upp í hálvt til heilt ár fyri at
av greiða eina lánsumsókn,
vil stjórin kennast við.
– Nei, tað kenni eg einki
til. Tað er rætt, at við gerðar
tíðin hevur verið ov drúgv.
Men slíkar viðgerðartíðir
kenni eg einki til, sigur
Sjúrður Knudsen.
Samanumtikið heldur
stjórin, at kritikkurin móti
Búnaðargrunninum
er
ógrundaður.
– Einki er so gott, at tað
ikki kann gerast betur. Men
eg haldi ikki, at vit eiga ella
kunnu gera nakað øðrvísi,
sigur Sjúrður Knudsen.
Ársroknskapurin 2012
fyri Búnaðargrunnin er
ikki liðugur enn, og tí
ber ikki til at útvega tøl
haðani.
jonbrian@sosialurin.fo
Fyri seks árum síðani hartaði
Løgtingsins Umboðsmaður
Búnaðar grunnin fyri at seta
alt ov harðar treytir fyri at
veita bóndunum lán. Men
treytirnar eru enn tær somu,
og stóri taparin er land bún
aðurin, ið ikki endurnýggjar
seg.
Áralanga stríðið hjá bónd
unum móti Búnaðar grunn
inum hevur eisini verið á
borð inum hjá Løgtingsins
Um boðs manni. Í apríl 2006
sendi Bóndafelagið kæru til
Umboðsmannin, tí sam bært
felagnum hevði Búnaðar
grunn urin broytt manna
gongd ir í samband við at
veita lán til festi.
Bóndafelagið vísti á, at
fyrr skuldi festarin vátta, at
festið, sum hann og eftir
kom arar hansara til eina
og hvørja tíð hava, skyldar
festi lánið. Og felagið segði
seg ikki kunna góðtaka, at
henda siðvenja varð broytt
til eitt krav um, at festarin
per són liga skal kautionera
fyri festilán.
Niður støðan hjá Umboðs
manninum varð greið. Sam
an hangur er ikki millum
mátan,
Búnaðargrunnurin
vel ur at tryggja sínar ognir,
og tær avleiðingar, sum hesin
arbeiðs háttur
hevur
fyri
fest aran.
Arbeiðshátturin
er uttan proportiónir, segði
Umboðs maðurin, sum tí bað
Búnaðargrunnin um at taka
spurningin um persónliga
kautión upp til nýggja støðu
takan.
Men í dag, meira enn seks
ár eftir niðurstøðuna hjá Um
boðs manninum, er støðan
tann sama. Bøndurnir skulu
hefta persónliga, tá teir taka
lán úr Búnaðargrunninum.
jonbrian@sosialurin.fo
Treytir uttan proportiónir
Ógrundaður
kritikkur
Stjórin fyri Búnaðargrunnin kennir seg ikki
aftur í at finn ingunum móti grunninum.
– Okkara lánikrøv eru ikki harðari enn vit
halda vera neyð ugt, sigur Sjúrður Knudsen
FAKTA
Niðurstøða hjá Umboðs
manninum, januar 2007:
»Eftir mínari meting, er kravið um per
sónliga kautión ein órímilig treyt at seta
festaranum. Tann hátturin, sum grunnurin
velur at tryggja sínar ognir uppá, stendur
ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu
verða fyri festaran. Hetta er ikki í tráð við
sokallaðu markregluna (proportionalitets
prinsippið), ið snýr seg um, at fyrisitingin
hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv
í rættindini hjá borgaranum, enn enda málið
við atgerðini tilskilar.«
Umboðsmaðurin:
Myndir: Álvur Haraldsen
MEIRA
Á NÆSTU
SÍÐU