hósdagur 6. juni 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bachelor í orku- og
umhvørvis verkfrøði
Har tú millum annað fært svarini
uppá spurningarnar omanfyri! Hetta
er ein spildurnýggj útbúgving, sum
Setrið bjóðar eftir summarfrítíðina.
Útbúgvingin er grundað á føroysk
viðurskifti og heimligu náttúruna,
men hon viðger samstundis ein
altjóða tørv. Varandi orkukeldur verða
alsamt meiri eftirspurdar, og tí er ein
útbúgving innan orku og umhvørvi
viðkomandi og nýtilig um allan heim.
Tað tekur 3 ár at lesa til orku- og
umhvørvisverkfrøðing, harav 1/2 ár
kann takast uttanlands. Prógvið
gevur nógvar møguleikar, bæði til
gransking, størv og víðari lesnað.
Hvussu sleppa
vit undan stóru
oljunýtsluni?
Hvar skal
okkara orka
koma frá í
framtíðini?
Hvørji árin hava
ymsu orkusløgini
á samfelagið og
umhvørvið?
Kom og les Bsc í orKu-
og umHvørvis verKfrøði
umsóknarfreist er 1. juli 2013
les meiri á www.setur.fo
Sosialurin 341800
www.torshavn.fo
Stuðul úr grunnum
Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði
Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.
Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska
handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í
tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen,
mentamálaleiðara, telefon 30 20 10.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkis-
útbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn,
í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2013. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur
Sonnu av Skarði“.
Sanglegat
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar,
sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.
Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara,
telefon 30 20 10.
Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í
seinasta lagi mánadagin 1. juli 2013. Merkið umsóknina „Sanglegatið til minnis
um Sonnu Dahl Waagstein“.
tórshavnar
kommuna