hósdagur 6. juni 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 7. juni 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á nýggju útgávuni hjá Halli Joensen,
sum kom nú um dagarnar, syngur
Hallur Joensen duett saman við kendu
amerikansku Bellamy Brothers. Sang
urin “Send Me A Letter Amanda” hevur
verið nógv at hoyrt seinastu vikuna,
og í næsta mánaði skal Hallur Joensen
framføra sangin live saman við Bellamy
Brothers.
Tað verður á Norsk Countrytreff,
sum er størsti countryfestivalurin í
Noregi. Festivalurin verður hildin mið
skeiðis í juni, og Hallur Joensen skal
hava framførslu við sínum bólki. Bella
my Brothers eru høvuðsnavn á festi
valinum, og teir vilja hava Hall Joensen
at framføra nýggja sangin saman við
teimum.
– Hetta er stórt fyri meg og vísur
eisini, at teimum dámar sangin væl,
sigur Hallur Joensen.
Søgdu ja beinanveg
Bellamy Brothers eru eitt av fleiri
kendum nøvnum, sum syngja saman
við Halli Joensen á nýggju útgávuni
“Hallur With Stars And Legends”. Og
teir vóru skjótir at játta at verða við.
– Eg sendi sangin yvir til umboðs
kvinnuna hjá Bellamy Brothers, og hon
svaraði beinanvegin, at hatta var ein
ordiligur Bellamy sangur. Sama
kvøld kom so svar frá Bellamy
Brothers, at teir vildu gjarna syngja
sangin saman við Halli, sigur Allan
Samuelsen, sum hevur hjálpt Halli í
sambandi við nýggju útgávuna.
Og tað kann verða at framførslan
á countryfestivalinum í Noregi verður
fyrsta av fleiri framførslum hjá Bellamy
og Halli saman. Í heyst er ætlanin, at
Bellamy Brothers koma til Føroya at
spæla, og tað kundi verið, at Hallur
eisini skal framføra við teimum aftur
uttanlands, um høvi býðst til tað.
Fyrst eg
– ella?
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Estera Apreutesei / Mynd: Álvur Haraldssen
klumman
Simona
Weihe
Hallur Joensen skal framføra nýggju duettina við
Bellamy Brothers á størsta countryfestivalinum í Noregi
Rákini koma í bylgjum og við teimum nýggj
hugtøk og nýggjar orðingar. Serliga orðingin
ella hugtakið »merkja eftir« (løgin orðing,
man nakar hava føroyskað hana – ella eru vit
føroyingar ikki vorðnir nóg nalvaskoðandi
enn?) hevur verið at hoyrt í rættiliga nógv ár.
»Eg'ið« skal setast fyrst. Vit skulu minnast
til at »løða upp«, »hava rúm« (space siga
fleiri), »rúma ella ikki rúma hesum ella
hasum«, »frítt val«, »onkustaðni har hjálpir
hetta», »har í lívinum, eg eri«, »velja til og
frá« og ikki minst, alla tíðina »merkja eftir«.
Kanska ljóðar hetta meira professionelt á
hálvbrotnum føroyskum. Hvør veit? Og
tykist tað altíð vera so spennandi at tosa um
seg sjálvan.
»Coacharnir« reksa upp øll hesi ymsu
hugtøkini, sum eg annars kenni so væl frá
vikubløðunum. Og alt gott um tað. Sjálvsagt
skulu vit ansa eftir okkum sjálvum. Fara væl
um bæði likam og sál.
Og undirhald skal til. Tí er tað so deiligt at
seta seg við einum »Alt for damerne« og
hyggja at myndum av lekkrum kjólum og
skóm. Góð hugskot um t.d. at »skrykkja
ein dag úr kalendaranum og bara forkela
meg sjálva«. Og lesa um, hvat eg kann gera
fyri at »hvíla meira í mær sjálvari«. Men
hetta er gott undirhald og heldur ikki meira.
Gloymt líka so skjótt, sum eg havi lagt
blaðið frá mær. Kanska skógvarnir tó mala í
knokkinum í nakrar dagar!
Sjálv haldi eg, at tað er bara so keðiligt at
ganga so høgt upp í seg sjálva.
Um eg leygarmorgun kenni meg troytta, so
fái eg tó nógv størri gleði burtur úr degnum,
um eg krúpi úr songini, snolli meg upp og
fari út við vinkonuni at hugna mær, enn bara
at verða liggjandi og »merkja eftir«, um eg
orki at fara upp ella út.
Í øllum hesum íðum av lívsstílsráðum og
rákum, so tykist tað at hjúkla um familju
og vinir at vera skúgvað eitt sindur til viks.
Men tað eru løturnar, tá tú ert so heppin
at kunna vera nakað fyri onkran, sum tú
minnist við takksemi. Til dømis eru løturnar
saman við mínum eldru minnisgimsteinar.
Og gongutúrar í haganum saman við systur
eru dýrgripir.
Tað er hetta, eg haldi ikki er at forsmáa
sum bæði gleðandi, mennandi og gevandi
fyri sinnið. Og verður ov lítið givið gætur í
meldrinum av góðum ráðum.
So segði
hon...
Hallur á pall við
Bellamy Brothers
– Summi eldri fólk hava brúk fyri reingerð, tí tey klára
seg annars sjálvi. Hvat nyttar tað í slíkum førum, at
heimahjálpin kemur at gera teimum ein temunn og kóka
havragreyt, men kann ikki turka av gólvinum.
Rúna Sivertsen, stigtakari til felag
hjá avvarðandi hjá heimahjálpsbrúkarum
Hallur Joensen skal í næstum framføra saman við Bellamy Brothers